Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 10 Sosialurin Dánial á Dul Jacobsen Nú er val útskrivað til 1. september og gott í tað. Eitt av stór­mál­un­um, sum ikki fekst uppá pláss undir hesi sam­gong­uni, var eftir­lønar­skip­ anin. Kortini, so var skjøtul settur á hetta týdningarmikla mál. “Nú spara vit endiliga upp til okkara egnu eftirløn.” Tað kundi verið so gott, ógvuliga gott, men er, soleiðis sum tað vendir nú, ein “progressiv” vanlukka. Henda loysnin fer eisini at gera gjónna millum løntakararnar so ómetaliga nógv djypri, enn hon er í dag. Havi undrast á, hvussu tað ber til, at so fá gera vart við henda skeivleikan. Spyrji meg sjálvan, um tað kemst av tí, at tað eru so nógv, sum hava eina fína eftirlønarskipan og tí als ikki hugsa um spurningin. Møguliga, men eru so fá eftir, sum onga feita eftirlønarskipan hava, so mátti trupulleikin verið so lítil, at tað ikki loysti seg hjá okkara politikarum at framt eina so óstortliga loysn. Sjálvur helli eg meiri til teoriina um tann kókaða froskin. Tað verð­ur sagt, at skalt tú kóka ein frosk, so gerst hetta ikki við at seta grýtuna uppá kók, áðrenn tú koyrir froskin niður í, tí froskurin loypir uppúr, áðrenn hann nemir kókandi løgin. Í staðin so fyllir tú grýtuna við køldum vatni, setir froskin niður í grýtuna og setir so grýtuna uppá kók. Nú merkir froskurin ikki, at hann er í ferð við at verða kókaður livandi, fyrr enn ov seint er. Nakað soleiðis virkar eftirlønaruppsparingin. Hvørja ferð ein løn verður útgoldin í dag, og eingin sáttmálabundin eftirløn er galdandi, vera prosent tikin av lønini, sum skulu goymast til eftirløn einaferð frammi í tíðini. Hetta byrjaði fyrsta januar 2014 við einum prosenti, og hvønn fyrsta januar frameftir økist prosenttalið við einum prosenti, inntil komið er upp á fimtan prosent. Taka vit eina mánaðarløn uppá 20.000 krónur, so vóru hvønn mánað í 2014 tveyhundrað krón­ ur tiknar av lønini, og hvat eru tveyhundrað krónur um mánaðin? Piparnøtumolar hjá nógvum. Í ár fara 400 krónur av hvørjari mánaðarløn, hmm. OK, lad gå. Næsta ár fara 600 krónur av hvønn mánað. Av av, nú byrjar at svía 7.200 krónur fyri árið. Ja ja, gev tol, tú ert ongan veg komin enn. Fimm ár longur frammi fara 19.200 krónur av árslønini til eftirlønaruppsparing. Tað vil snøgt sagt siga, at nú fer ein heil mánaðarløn burturav árslønini. Og enn er langt eftir á mál. Tá málið er nátt, fara 36.000 krónur árliga av mánaðarlønini, sum í okkara dømi er 20.000 krónur. Tað vil siga, at út í móti tvær mánaðarlønir eru minni til dagliga nýtslu, tí er tað ikki so løgið, um tú hevur ilt í afturpartinum, tí í veruleikanum mást tú eta tín egna hala, fyri at hava nakað at liva av, tá tú einaferð skalt liva av eftirlønini. Men bíða nú. Tað steðgar heldur ikki her. Tí tú ert ikki einsamallur um at eta tín egna hala. Nei, tú fært ríkiliga hjálp frá øðrum. Hetta, sum vit vanliga kalla “tað almenna”, og sum skipar fyri hesum løgna halaáti, letur eisini onnur sleppa at eta burturav halanum hjá tær. Tað eru bólkar í samfelagnum, sum sleppa undan sjálvi at gjalda sína egnu eftirlønaruppsparing. Tey fáa eftirlønaruppsparingina goldna av sínum arbeiðsgevara. Teirra millum eru alment sett fólk, sum fáa upp í seytjan prosent løgd afturat lønini hjá sær. So mun­urin, tá málið er nátt, verður 32 prosent. Og taka vit so aftur í aftur dømið við mánaðarlønini upp á 20.000 krónur, so fær tann vanligi halaátarin bert útgoldnar 17.000 krónur um mánaðin, meðan hin, sum yvir skattapengarnar hjá okkum øllum fær 17 prosent afturat mánaðarlønini, fær í roynd og veru 23.400 krónur. Munurin er 6.400 krónur um mánaðin ella 76.800 krónur árliga. Hvat er at gera fyri at rætta henda skeivleikan? Her er bara ein hugsandi loysn og tað er at gera, sum gjørt verður við frítíðar­ lønina: Arbeiðsgevarin, veri seg privatur ella almennur, skal gjalda eftirlønaruppsparingina. Hetta átti at verið gjørt við lóg fyri langt síðani, tí sum so er eingin munur á hesum báðum uppsparingum. Talan er í báðum førum um upp­ spar­ing til nýtslu, tá eingin løn verð­ ur goldin, tað verið seg uppsparing til frítíð ella uppsparing til eftirløn, og tað hevði í dag verið óhugsandi, at frítíðarlønin skuldi verið drigin frá lønini. Var tað ikki fyri fakfeløgini, so var neyvan nakar, ið fekk nakra eftirløn í dag. So tøkk fái tey fyri sítt stríð. MEN nú er tíðin komin, at tað ikki longur er ein sátt­mála­ spurningur, men at tað við løgtings­ lóg verður álagt øllum arbeiðs­ gevarum at leggja fimtan prosent afturat lønini til eftirlønar­upp­spar­ ing. Eingin sigur, at tað skal gerast í einum. Vit kunnu halda á við núverandi skipan bert við øvugtum fortekni. Hetta verður eitt tað fyrsta, sum nýggja løgtingið má broyta, tí annars vera neyvan nógvir hala­ átarar eftir í Føroyum um tíggju ár. Eftirlønaruppsparing? Tað er ikki løgið, um tú hevur ilt í afturpartinum Jonhard Eliasen Landsstýris­mað­ur­ in í fíggjarmálum hev­ur seinastu dag­ ar­nar í fleiri um­ før­um greitt frá, at yvir­skot er við at taka seg upp í landskassanum. Havi tó ilt við at síggja, at so verður. Myndin niðanfyri vísir, at undir­skot landskassans fyrstu 6 mánaðirnar í 2015 varð 237 mkr í mun til 216 mkr sama tíðarskeið árið fyri. Um úrslitið skal enda við javn­ vág ella yvirskoti, tá ið liðugt verð­ ur at bóka árið 2015 – hetta verður ikki fyrr enn í mars/apríl árið eftir at kalendaraárið er runnið – so skal okkurt heilt óvanligt henda. Tí, sum tað sæst á myndini, so er rímiliga støðugt mynstur galdandi fyri gongdina í úrslitinum yvir bók­ ingarárið. Tá ið arbeiðsloysið minkaði munandi eftir fíggjarkreppuna 1992-94, vísti hetta seg skjótt við stórum yvirskoti í landskassanum. Sama sær ikki út til at gera seg galdandi eftir kreppuna 2009-11, hóast nøkur ár nú eru liðin, hóast arbeiðsloysi er lítið, hóast metlágt rentustøði og hóast munandi við­ rák innan útflutningsvinnuna og aðrar vinnur við. Og ivasamt er, um yvirskot verð­ ur at hóma komandi árini. Í øllum førum um Gjaldstovan – sum hon eftir altjóða leiðreglum átti at gjørt – ger upp úrslit landskassans írokn­ að tunnilsíløgurnar (umleið 2.000 mkr), sum standa fyri framm­an. Verður nú yvirskot á fíggjarlógini? Mánaðargongd í RLÚ1-úrsliti landskassans, skift á fíggjarlógarár. Upphæddir í mió kr.   KJAK