týsdagur 25. august 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Ein nýggj lóg um vinnuligan
fiskiskap er grundarlagið
undir, hvussu føroyska sam
felagið verður skipað kom
andi mongu árini.
Hóast tað, so fyllir orða
skiftið um vinnuligan fiski
skap ikki serliga nógv í
valstríðnum undan løgtings
valinum týsdagin í næstu viku.
Flokkarnir hava tað við í
valskráum sínum, men á val
fundum kring landið fyllir
hetta orðaskifti ikki nógv.
Higartil er tað bert av álvara
á sjónvarpaða fundinum úr
Runavík, at evnið av álvara
var umrøtt.
Fólkaflokkurin er tann,
sum klárast hevur meldað út.
Flokkurin heldur, at núgald
andi lóg virkar væl og at hon
kann virka framyvir eisini –
við ávísum tillagingum.
Torførari er at vita, hvørj
ir flokkar hava somu upp
fatan av skipanini, sum
Fólkaflokkurin.
Í valskeiðnum, sum júst
er
runnið,
hevur
Fólka
flokkurin sitið í samgongu
við Sambandsflokkinum og
Miðflokkinum.
Flokkarnir
hava verið samdir á nógvum
økjum, men tað eydnaðist
ikki at finna áralag um fiski
vinnupolitikkin áðrenn løg
maður valdi at útskriva val.
Løgmaður
segði
fleiri
ferðir í valskeiðnum, at hann
helst vildi hava, at flokkarnir
kundu gera eina felags semju
um, hvussu fiskivinnan skal
skipast í komandi tíðum,
men hetta varð altso ikki
gjørt áðrenn vit fingu val.
Hvør er við
Greiðastu
útmeldignarnar
um hvussu fiskiskapurin
skal skipast, eru komnar
frá
landsstýrismanninum
við fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard.
Hann hevur fleiri ferðir
sagt, at eftir hansara meting,
so virkar skipanin væl, sum
hon er. Tey sum eru partur
av vinnuni eru fólk, sum eru
dugnalig og duga at fáa sum
est burturúr.
Tí er ongin grund til tær
stóru broytingarnar. Kortini
hevur hann nevnt, at onkrar
tillagingar skulu gerast. Fyrst
og fremst heldur hann ikki,
at útlendingar og útlendskur
kapitalur skal vera partur av
føroyskari fiskivinnu.
Meira torskilt er at finna
fram til, hvat samstarvs
flokkarnir í fráfarandi sam
gongu meina. At sjónarmið
ini ikki eru heilt tey somu,
kann lesast av, at tað ikki er
eydnast flokkunum at gera
eina semju.
Nógv bendir á, at semjan
í Sambandsflokkinum og
Miðflokkinum ikki er til
staðar – hvørki innanfloks
ella í mun til Fólkaflokkin.
Fyrst og fremst eru tað
tingfólk sum halda, at at
komuligheitin til tað, sum í
lógini um vinnuligan fiski
skap verður nevnt fólksins
ogn, eigur at vera munandi
betri enn hon er í dag.
Andstøðan
Teir tríggir andstøðuflokk
arnir,
Javnaðarflokkurin,
Tjóðveldi
og
Framsókn,
hava eina heilt aðra fatan
av, hvussu fiskivinnan skal
skipast í framtíðini.
Flokkarnir eru ikki samd
ir um, hvussu hetta skal ger
ast, men teir halda kortini,
at atkomiligheitin skal vera
betri og at tað almenna skal
fáa ágóðan av loyvunum, tá
ið tey verða latin øðrum.
Ein uppboðssøla hevur
spøkt leingi í orðaskiftinum
um eina nýskipan av fiski
vinnuni.
Tann
retorikkurin
er
niðurtónaður undir valstríð
num, men serliga Tjóðveldi
sigur klárt, at loyvir ikki
skulu vera umsetilig millum
privat, men at tá ið loyvini
ikki verða brúkt, so skulu tey
falla aftur til tað almenna,
sum so kann »selja« tey út
aftur til nýggjar aktørar.
FISKIVINNAN MÁ
Á BORÐIÐ – EISINI
Í VALSTRÍÐNUM
GREINING Tað er ov lætt hjá politisku skipanini, tá ið hon roynir at
sleppa sær undan orðaskiftinum um fiskivinnuna
Núverandi aktørarnir eiga eisini at gerast
partur av komandi fiskivinnuni