týsdagur 25. august 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein annar spurningur,
sum flokkarnir hava tikið
við í valskráirnar er, at allur
fiskur, sum verður veiddur
undir Føroyum ella av før
oyskum kvotum, skal uppá
land í Føroyum.
Flokkarnir ásanna, at skal
tilfeingið virðisøkjast, so skal
tað gerast í Føroyum.
Hvar er orðaskiftið?
Gjøgnum alt hetta seinasta
valskeiðið hevur við jøvnum
millumbilum verið orðaskifti
um nýskipan av fiskivinnuni.
Tryggir karmar og stundir
hjá vinnuni at tillaga seg
hava verið orð, sum ofta
hava verið at hoyrt.
Men tá ið politiska skip
anin ikki megnaði at finna
eina loysn, so er retorikkurin
broyttur. Nú er góð tíð, hóast
lógin um vinnuligan fiski
skap fer úr gildi 31. des. 2017.
Tað tykist eisini sum
andstøðan ikki longur er so
hvassorðað í sínum útmeld
ingum á økinum.
Tjóðveldi legði í seinastu
viku eitt uppskot fram, sum
flokkurin heldur kann vera
grundarlag undir einari fe
lags semju um fiskivinnuna.
Seks punkt heldur flokk
urin øll kunnu semjast um:
•
Fiskiríkirømið er ogn Før
oya fólks
•
Stovnsrøkt og burðardygg
veiða
•
Fiskivinnan á føroyskum
hondum
•
Virðisøking í Føroyum
•
Føroyskir sáttmálar og
reglar
•
Altjóða avtalur og at
gongd til marknaðir og
virðisøking
Um flokkarnir kunnu semj
ast um hetta er tó ivasamt,
tí tað er ymiskt hvat flokk
arnir leggja í hesar seks yvir
skriftirnar.
Og so skal nógv fyllast í
lógina afturat.
Tó skal leggjast afturat,
at bæði Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi hava linka
krøvini. Nú siga flokkarnir
greitt, at teir aktørar, sum
eru í vinnuni nú, sjálvandi
skulu sleppa at halda fram at
virka – og at teir skulu hava
somu rættindi sum øll onnur
í framtíðini.
Framsókn hevur í val
skránni eitt greitt boð uppá
nýggjan fiskivinnupolitikk,
sum millum annað byggir á:
»Fiskiríkidømið er ogn
Føroya fólks. Høvuðsam
boðini at tryggja, at vinnan
gerst handilslig, eru tvær
uppboðssølur – onnur skal
umsita og selja veiðurætt
indi, hin sjálva veiðuna. Best
er, um tær frá byrjan hava
øll rættindi og alla veiðu um
hendi, men tær skulu sum
minstamát umsita ein vaks
andi part.«
Júst hetta við uppboðs
sølum hevur skapt kjak,
kanska mest tí tað ikki altíð
hevur veirð greitt, hvat skal
seljast um uppboðssølurnar.
Tað hevur Framsókn eitt
boð uppá, men hetta fær als
ikki undirtøku frá Fólka
flokkinum.
Politiskt spæl
Valstríðið nú nevnir nógv
ar aðrar trupulleikar í sam
felagnum, sum mugu loysast,
men fiskivinnunýskipanin
er tað, sum fordeilir virðini í
føroyska samfelagnum.
Tí kann tað undra eitt
sindur, at júst hetta ikki
fyllir meira í orðaskiftinum.
Fiskivinnan verður hon,
sum setir karmarnar fyri
hvussu vit kunnu liva kom
andi árini og hvussu føroyska
samfelagið verður innrættað.
Inntøkukeldurnar
hjá
føroyska smfelagnum er tað,
sum fiskivinnan og alivinnan
fær inn, umframt blokkin úr
Danmark.
Fiskivinnan er so stór
í okkara samfelag, at tað
als ikki eigur at bera tilat
skúgva hana til viks í einum
valstríði, tá ið avgerðirnar
skulu takast áðrenn 1.januar
2018.
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, hevur umsitið
fiskivinnuna. Hann heldur at núgaldandi lóg kann
brúkast, bert nakrar tillagingar verða gjørdar.
Orðaskiftið um fiskivinnuna skal eisini verða
partur av valstríðnum. Tað er tamt nú, men var
munandi hvassari áðrenn tingið fór heim