Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bergun Kass Listi F Tá vit tosa um fá­ tæka­váða og um at hjálpa fátøk­um, er tað ikki bara spurn­ ing­ur um stuðul og mán­aðar­ligar al­mennar veitingar, men eisini at hyggja longri og eftir grund­leggj­ andi forðingum og sum eru aftur­ vend­andi fyri bólkin. Víst verður ofta á bústað og leigu­útreiðslu sum tungan post. Men avbjóðingin er ikki avmarkað til íbúðarútreiðslur – tað er í heila tikið torførari hjá húskjum við ein­ ari inntøku, at fáa inntøkuna at røkka til. Tað hevur tykist trupult frá al­mennari síðu at loyst bústaðar­ trupul­leikan, sjálvt eftir at Bú­staðir í nøkur ár hevur verið á markn­ aðinum, sum eitt alternativ til ver­ andi húsamarknað. Trupulleikin er, at íbúðar­markn­ aðurin ikki tekur hædd fyri fíggjar­ støðuni hjá tí samfelagsbólkinum, ið bert hevur ta einu inntøkuna at dúva uppá. Avbjóðingin er ikki nýggj. Men hví verður hon ikki loyst? Kann hon loysast? Ja, hon kann loysast, og hesin samfelagsbólkur er iva­ leyst tann besti til sjálvur, sum bólk­ur, at loysa hana! Um hesin bólkurin kundi verið meira skipaður, meira sjónligur og sam­haldsfastur, kundi hann ‘for­ handlað’ seg, vegna øll, til ymiskar ágóð­ar og arbeitt við at fingið markn­aðin at sæð málbólkin sum áhuga­verdan í forrætningshøpi. Kanska fyrst og fremst í íbúðar­ høpi. Men tað kundi kanska eisin fevnt um aðrar útreiðslur sum mat­vøru- og klædnakeyp, bilakeyp, uttanlandaferðir o.s. framvegis. Eg kann nevna dømi við set­ húsa­keypi. Ásannandi, at fleiri hús á sølu­ lista hava tvær innrættaðar íbúðir, hevði tað verið eitt upplagt høvi at fingið fíggjarstovnar, meklarar og fólk sum heild, at tikið ta av­bjóð­ ingina upp, og selt hús til minnu húsk­ini. Soleiðis, at tvey húski keypa hús í felag. Avbjóðingin er løgfrøðilig, veð­ rættarlig, avtalulig og praktisk, við tað at tveir keyparar eru til somu ogn. Forðingar skulu blíva avbjóð­ ingar – og dagsskráin hjá húskinum til formalia, løgfrøðisligar og trygd­ arligar bindingar – skal verða út­gangs­støðið. Ein tveir-eigara pakka­loysn! Sjálvsagt er henda íbúðarloysnin eisini til onnur ella til øll, ið ynskja slík viðurskifti og slíkar karmar. Mær dámar væl nýhugsan og í hesum føri, nýggjar tankar, tá skipanir ikki spæla við og útbjóðari ikki hevur lagað seg tørvi. Ikki júst ein landspolitisk upp­ gáva, men eitt uppskot um at hugsa í felag – yvirvald, forrætn­ings­bólk­ ur og fólk. Nýhugsan á bústaðarmarknaðinum Bjørg Dam Valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið Politikkur hevur al­ tíð verið partur av mínum lívi. Eg sá mammu mína ar­ beiða fyri familjur, ið misti húsini í 90'un­um, eisini stillaði hon upp fleiri ferðir. Eg havi ynskt at fara somu kós og í 2012 leyp eg í tað, við at stilla upp til býráðsvalið. Órættvísi og ójavni politikkurin, sum vit hava sæð seinnu árini, gjørdu tað lætt at taka avgerðina. Við mínum sterka broytingar­ vilja, dirvi og ágrýtni kennist tað sjálv­sagt, at næsta stigi í míni lívs­ leið skal vera at gerast limur av Før­ oya Løgtingi. Eg brenni fyri at skapa eitt sterkt føroyskt samfelag, har vit, kvinnur, menn og børn, og vinn­an hava tað gott. Tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin til løg­tings­valið. Serliga er tað familju­poli­tikkur, vinnupolitikkur og mentanar­poli­ tikkur, sum eg fari at seta á dags­ skrá. Føroyskt til føroyingar Tað er føroyska mentanin og málið, sum fyrst og fremst bindir okkum føroyingar saman. Høvdu vit í túsundatalið staðið og sungið á Vaglinum, um vit sungu á donskum ella enskum á Ólavsøku? Okkara mál, er fyrst og fremst tað sum skilir okkum frá øðrum og savnar okkum sum tjóð. Vit kenna tað øll, at tað er torført at skemta á einum øðrum máli, ella at siga júst tað, ein meinar við. Tað er tí, at í móðurmálinum liggja so nógvir ósagdir týdningar, sum eru tillærdir frá føðing. Børn eru serliga móttakilig fyri mállæru fyrstu árini. Tí skula børn hoyra og tosa nógv, fyri at ogna sær gott og ríkt mál tíðliga í lívinum. Bæði fyri at varðveita felags andan tjóðskaparliga og geva øllum børnum besta førningin at hava eitt gott mál og lesiførleika, sum í dag er ein fortreyt fyri at hava javn­ bjóðis møguleikar í lívinum, má politiska skipanin raðfesta tilfar og málmenning hjá børnum. Tilmælið frá serfrøðini er, at byrja har arbeiðið gevur størst av­ kast. Tað er við teimum heilt smáu børnunum og so víðka, so hvørt orka er til tað. Tí skula vit m.a. raðfesta appir til teldlar á før­oysk­ um, barnabøkur, tónleik, filmar, barna­tilfar í KVF og ljóðbøkur. Familjupolitikkur Okkara størsta hóttan er skeiva aldursbýtið. Í dag eru 4500 færri før­oyingar undir 40 ár enn fyri nøkrum árum síðani. Okkurt má gerast! Føroyskar kvinnur eru eisini raskar at føða nógv børn, men tí frá­flyt­ingin er so stór og tilflytingin er ov lítil, so klára vit ikki at varð­veita eitt hald­ført aldurs­býti og fólka­tal. Um Javnaðarflokkurin kemur at sita við landsins leiðslu eftir 1.september, fara vit at seta serlig átøk á stovn fyri at eggja fólkum at fáa fleiri børn og fáa ung og barnafamiljur at støðast. Føroyska pinkubarnið skal á stovn einans átta mánaðar gamalt. Í londunum rundanum okkum, hava tey fyri langari tíð síðani viður­kent, at børnini hava best av at verða heima í minsta lagið fyrsta árið, og hava tí longt barsilin. Við stóru mánaðarligu útreiðslunum hjá barnafamiljuni, kann barnið einans verða heima, um annað av for­eldrunum kann verða heima við løn. Smábarnafamiljan rennur skjót­ari enn nakrantíð fyri at fáa gerandis­dagin at hanga saman. Serliga er tað fíggjarligt tung, mill­ um annað barnaansing, bústaðar­ lán, billán og barnaútgerð eru stórir og tungir postar. Vøggustovugjald kostar uml. 25.000kr um árið, barna­vognar úr 5000 kr., og bil­stól­ ar úr 2000 til 4000kr o.s.fr.. Í dag mugu foreldur keypa tríggjar bil­ stólar fyrstu 4-5 árini fyri at halda ferðslulógina. Tá vit koma til valdið verður barsilsfarloyvið 1 ár við løn, lág og miðalinntøkur fáa skattalætta, umframat fær barnafamiljan, sum hevur inntøku undir 700.000kr, eitt serligt smábarnaískoyti, Barna­ beini, sum er eitt ískoyti á 1000kr um mánaðin pr. barn. Bústaðir bústaðir Bústaðir hevur uml. 1900 limir sum ynskja bústað í Havn. Stórsti bólkurin eru ung millum 20 og 30 ár. Bústaðir hevur higartil einans veitt 28 íbúðir í Havn, harav 4 íbúð­ir, sum kosta undir 5.500 kr. um mán­aðin. Bústaðir er besta amboð hjá land­ inum at veita lestrar- og ungdóms íbúðir og íbúðir til eitt nú støk, sum hava ilt við at fíggja bústað við ein­ ari inntøku. Bústaðir og farandi sam­gonga hava tó higartil raðfest hægri at byggja marglætisíbúðir held­ur enn at loysa nakrar av størstu trupul­leikunum í okkara sam­felag. Tá eg komi á ting skulu raðfest­ ing­arnar hjá Bústaðir broytast grund­leggjandi. Tað skula byggjast lestrar- og ungdómsíbúðir og íbúð­ ir, sum tey lá og meðal inntøka ðal inntøku og ein pensjonistur klárar at rinda fyri. Góð ellisár Pensjónistarnir, tey eldru í familj­ uni, skula hava góð og virðilig kor at liva undir. Pensjóninsaldurin skal vera fleksibul, so tað verður møguligt at framskunda pensjónina um heilsan bilar. Pensjónin skal í so lítlan mun møguligt mótroknast í arbeiðsinntøku, hjá teimum, ið ynskja at arbeiða. Eingin skal liva í fátakaravága ung sum gomul, tí er málið, at tá vit koma til valdið, fær pensjonisturin 500kr meir um mánaðin at liva fyri, tá skattur og avgjøld eru farin av. Vit í Javnaðarflokkinum skula geva familjuni bestu karmar at støð­ast. At støðast er, at hava ráð til ein góðan bústað, heilsugóðan mat og at spara upp til eina uttan­ lands­ferð viðhvørt. At støðast er at hava møguleikar, javnbyrdis, møguleikar, møguleikar at læra alt lívið. At støðast er, at kenna seg tryggan um heilsan fer at bila. At støðast er, at vita, at um lívið ikki lagaði sum ætlað, so lyfta vit í felag og hjálpast at. Um vit støðast, hava vit betri heilsu, eru lukkuligari og liva longri. Um vit støðast, geva vit sam­felag­ num og vinnuni nógv meir aftur. Vinna og tilfeingi Vit skula verða betri at gagnnýta og virðisøkja alt okkara tilfeingi, og skapa betri marknaðaratgongd uttanlands. Vit skulu hava eitt vinnulív, har øll sleppa framat. Okkara sjáldsama náttúra, søga, ríka mentan og list, gevur okkum føroyingum felags anda. Her liggja stórir vinnumøguleikar, men hjarta má vera við. Vit skula varðveita okkara vørumerki, tað sjáldsama. Tí skal okkara mál verða góðska fyri tey fáu, sum ynskja at rinda fyri tað. Nógv góð fyridømi eru um íverksetar, ið gagnnýta okkara ser­ staka tilfeingi. Matvinnan blómar og eitt nú Kirkjubøgarðurin gongur fremstur við at virðisøkja kjøtið og borðreiða í serligu hugnaligu og søguligu kørmunum í roykstovuni. Norðlýsið og tónleikavinnan nýta m.a. grottur sum katedralar at hava konsertir í. Hvør veit um klint­ring í okkara brøttu homrum og fugla­bjørgum fer at verða næsta ferðafólka­attrak­sjónin? Javnaðarflokkurin fer skula frí­ takast fyri skatt í 2 ár og vinnu­fyri­ tøkur kunnu draga helmingin av íverksetanaríløguni av í skatti. Ferðavinna Slow-ferðavinna, er altjóða heiti, har ferðafólkið tekur sær stund­ir at kenna ferðamálið og ment­an­ina gjølla. Í Føroyum skula vit leggja okkum meir eftir hesum ferða­ fólkunum, tí tað eigur ikki at verða talið á ferðafólkum, sum er málið, men støddin av valuta tey leggja eftir sær. At samantvinna siðbundið hand­verk, mentan og ferðavinnu hava góð fólk arbeitt við í fleiri ár. Hettar er ein stórur møguleiki fyri útjaðaran í Føroyum. Týdningar­ miklast er tó, at neiligu sporini eft­ir ferðafólkunum eru so fá sum gjør­ ligt, og at bygdafólkið ikki órógvast óneyðugt. Fyri at røkka slow-ferðafólkum skal tænasta og góðska verða í há­ sæti, hetta fyri at fáa eina burðar­ dygga ferðavinnu, sum gevur av­ kast, eisini úti um landið. Men alt hettar er treytað av, at politiska skipanin hevur vilja at skapa røttu karmarnir. Politikkur snýr seg um at rað­ festa. Við teimum stóru avbjóð- ing­unum samfelagið hevur, er poli­tikkur Javnaðarfloksins besta boð uppá at fáa einar rættvísari Føroyar. Góði veljari, tú ert eisini við at broyta Føroyar 1.september. Vel eina sterka kvinnu á ting. Vel Bjørg Dam, valevni Javnaðar­ floksins til løgtingsvalið Smábarnamamma og sjómanskona, eg fari at broyta Føroyar