týsdagur 25. august 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Joan Neshamar
Valevni Fólkafloksins
Fólkaskúlin
– inklusjón, men ikki
fyri ein hvønn prís
Øll hava rætt til frálæru. Fólkaskúlin er og
skal vera fyri øll.Hyggja vit eftir skúlanum
í dag, haldi eg ikki at vit røkka hesum
málsetningi nóg væl. Lærarar royna eftir
allar besta førimuni. Hesi leggja stóra orku í
at skipa eina góða, mennandi og fjøllbroytta
undirvísing. Men tann spjaðingin, sum er
millum førleikarnar hjá næmingunum, ger
vandan fyri at onkur dettur niður í millum
sera stóran. Tað verður seg bæði sterkir og
veikir næmingar.
Tað nýggja tilmælið um framtíðar
skúlabygna og læriumstøður, við størri
eindum, sum Mentamálaráðið hevur latið
gera, er spennandi, avbjóðandi og eigur at
fáa nógva politiska og almenna umrøðu.
Tað at skúlin skal vera fyri øll, er ein felags
uppgáva sum skal takast í størsta álvara,
og eiga vit at gera okkum púra greitt, at
tað krevur nógva vitan, orku, pengar og
tíð. Endamálið eigur og skal vera, at allir
næmingar hava so góðar og fjølbroyttar
valmøguleikar sum gjørligt. Lærarin skal
gera tað hann dugur best. Hann skal skipa
undirvísingina. Hann skal fáa nøktandi
førleikar til at tryggja bestu frálæru og at
stimbra virkishugin hjá næmingunum. Vit í
Fólkaflokkinum, halda at eitt breitt samstarv
millum fleiri fakbólkar er við til at betra um
umstøðurnar hjá lærarunum, soleiðis at
næmingurin fær bestu frálæru gjørligt.
Førleikastovurnar eru eitt gott stig á
leiðini. Skipa Servitan innan ymisku økini
í skúlunum, við ráðgeving í náms- og
sernámsfrøðiligum spurningum. Gevur
lærarunum eitt breiðari og betri grundarlag
at standa á. Serflokkar geva somuleiðis
eisini rúm fyri at næmingar sleppa fulla ella
parts-tíð, burtur úr vanligari undirvísing
fyri at vera møtt har tey eru. Inklusjón eigur
at vera har tað ber til, og ikki fyri ein hvønn
prís. Sernámsfrøðiliga økið sum er ein stórur
partur av fólkaskúlanum, skal hava somu
viðgerð og uppraðfestast.
Nýggj
megi
á ting
magni
arge