týsdagur 25. august 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bjørn á Heygum
Heilt
síðan
1906
hevur
føroyskur
politikkur
fyri
meginpartin
við
komandi snúð seg
um
henda
eina
spurningin – samband ella loysing!
Fleiri flokkar byggja reint fak
tiskt sítt tilverugrundarlag uppá
ríkisrættarligu klúgvingina av før
oysku tjóðini.
Uttan samband og framhaldandi
ríkisfelagsskap í óásetta tíð, sum
stevnumið og savnandi hugsjón,
var sambandsflokkurin ikki til.
Uttan loysing, kvetting og full
veldi her og nú, var tjóðveldisflokk
urin ikki til.
Við hesum víðgongdu hugsjón
um hava hesir báðir flokkar tikið
sær nærum einkarætt uppá at um
boða nøkur ting, sum vit í grundini
øll kunnu vera samd um.
Sambandsflokkurin: Samstarv
og tryggleika
Tjóðveldisflokkurin:
Frælsi,
sjálvbjargni og sjálvavgerðarrætt
Trupulleikin Føroyum er tíverri
tann, at samstarvið og tryggleik
in er endað í afturhaldi, og verður
umboðað av einum sambandspoli
tikki, sum er bæði visiónsleysur,
reaktionerur og uttan dynamik,
stoltleika ella framfýsni.
Samstarvið og tryggleikin er
endað í eini politiskari stirvnari
hugsjón har vit bara varðveita og
konservera verandi støðu. Sagt
verður, at við framhaldandi at dúva
uppá stuðul og hjálp uttanífrá,
uttan nakrantíð at taka nøkur stig
á sjálvbjargnisleið, er framtíðin og
vælferðin tryggjað.
Sambandsflokkurin hevur so
statt valt seta sítt álit á vælvild frá
øðrum, og hevur harvið onga ætlan
um, at føroyingar nakrantíð skulu
koma at standa á ognum beinum.
Frælsishugsjónin er somuleiðis
endað í nøkrum víðgongdum sjón
armiðum fyrst og fremst umboðað
av tjóðveldisflokkinum, men eisini
Fólkaflokkinum og Framsókn.
Uttan fyrilit fyri fíggjarligum
realitetum
skal
yvirtakast
og
loysast, mest sum í óðum verkum!
Strembanin móti størri frælsi er
vorðin ógvuslig, radikal og ábyrgd
arleys, og tíverri í alt ov stóran
mun merkt av kompleksum og
undirlutakenslum.
Sæð verður stórt uppá álvars
ligu samfelagsligu, umsitingarligu,
búskaparligu avleiðingar av víð
gongdu kósini. Onki reelt boð er
uppá fígging av øllum yvirtøkun
um, og enn minni hálovaðu repu
blikkini.
Sjálvstýrið hevur altíð staðið fyri
einari minni víðgongdari kós enn
sambands- og loysingarflokkarnir
umboða.
Ein virðilig tilgongd á sjálvbjarg
nisleið, har føroyingar, so hvørt
hetta er fíggjarliga forsvarligt, taka
ábyrgd av egnum landi, - er væl
saktans nakað, sum allar flestu før
oyingar eiga, og kunnu vera samdir
um.
Hvørki ómegd ella ábyrgdarloysi
er leiðin fram.
Ein konstruktivur samstarvs
politikkur, har miðað verður ímóti
einum burðar-dyggum samfelag
við einum sjálvberandi búskapi,
er reelt einasta gongda leið, um
vit skulu taka ábyrgd av okkum
sjálvum.
Loysing – samband?
Bjørt Samuelsen
Tjóðveldi
Virðiligar og sam
haldsfastar
Før
oyar: Tað gagnar
ongum, at gjógvin
millum rík og fátøk
veksur,
og
kann
hetta lættliga fáa eitt samfelag at
støkka sundur. Eitt sømiligt lív,
hava øll rætt til, og sjálvandi skal
bera til, at liva av einum fulltíðar
starvi. Tað ger tað ikki hjá øllum í
dag. Tey lægstløntu mugu tí hava
eitt veruligt lyft. Eins og stakir
forsyrgjarar og tey av okkara eldru,
sum ikki fáa endarnar at røkka
saman.
Skattagrundarlagið
má
breiðkast – og øll, sum hava góða
inntøku, mugu sjálvandi gjalda
skatt! Vit mugu fáa innihald í kjakið
um skatt – hvat fyri eitt samfelag
vilja vit hava fyri skattakrónurnar?
Samhaldsfesti
er
eisini
góður
búskaparpolitikkur!
Tryggar Føroyar: Tað er millum
mest átrokandi mál hjá komandi
samgonguni, at fáa tryggja eitt
sterkt væl útbygt Sjúkrahúsverk,
við neyðugari starvsorku, sum
kann veita øllum borgarum skjóta
og framkomna viðgerð. Heildar
ætlanin, sum skal seta ítøkilig mál,
má gerast veruleiki og politiskur
vilji setast handan føgur orð um at
fáa neyðugu pengarnar til vega.
Vitandi Føroyar: Útbúgving,
gransking og íløga í lestrarum
hvørvi skal háraðfestast. Tí hetta
er ein hin besti mátin at fram
tíðartryggja samfelag okkara við
tilflyting og fólkavøkstri. Eitt fjøl
broytt útboð av útbúgvingum, sum
grundarlag undir dyggari gransk
ing, saman við tættari sambandi
millum vinnuna og Setrið gerst ein
framdrívari av einari nýskapandi
vinnu. Og eitt gott og áhugavert
lestrarumhvørvi fær ung og ungar
barnafamiljur at velja Føroyar.
Skapandi Føroyar: Vit hava
ríkar møguleikar at byggja upp
nýggjar vinnur og harvið inntøku
møguleikar. Vit skulu og kunnu
framleiða fleiri matvørur – í land
búnaðinum og úr fiskatilfeinginum,
sum má lóggevast uppá land. Og
matstovuvinnan saman við ferða
vinnuni skulu útbyggjast. Tað skal
vera lætt og smidligt at stovnseta
virki og koma í gongd við nýggjar
fyritøkur. Og vinnuframaskipanir,
at stuðla undir nýggjum og krea
tivum vinnum, skulu styrkjast.
Tjóðveldi hevur orðað miðvísan
vinnupolitikk fyri flestallar vinnu
greinar, eins og vit hava gjørt við
mentanarpolitikkin, sum viðgjørt
í aðrari grein.
Føroyar fyri øll: Ikki allir borg
arar hava sama møguleika at
smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir
egnum huga og evnum. Fólk, sum
hava ymiskar avbjóðingar – eitt
nú skerda hoyrn, sjón, ovurvið
kvæmi, bera kropslig ella sálarlig
brek – kunnu ikki altíð luttaka.
Gerandisting, sum at eta á mat
stovu, fara á konsert, í kirkju, til
midnáttarsang, útbúgva seg, fylgja
kjaki, búgva har tey ynskja og so
frameftir er ikki nøkur sjálfylgja
hjá øllum. Tað liggur tí á okkum,
at seta ferð á at gera samfelagið
atkomiligt fyri allar borgarar.
Hetta kostar í fyrstu atløgu, men
er ein góð íløga, tí tað gevur fleiri
møguleikan at geva sítt íkast.
Grønari Føroyar: Innan rímiligt
áramál eigur øll steymorka á landi
at koma frá varandi orkukeldum
– sum SEV eisini hevur sett sær
sum mál. Framleiðslan av grønum
streymi skal fleirfaldast. Fram
søkið mál, men realistiskt. Landið
má tó lyfta sí part, skal tað røkk
ast. Gjøgnum stuðuls- og avgjalds
skipanir skal brúkarin eggjast
til at brúka minni olju og meira
grønan streym. Grøn orka skal út í
almennar bygningar, og hvørt hús
og heim. At gerast sjálvveitandi
við grønari orku verður í longdini
dyggur stuðul undir búskapi okk
ara, samstundis, sum vit minka um
dálkingina við verðurlagsgassum.
Náttúruvernd er eisini eitt øki,
sum hevur ligið steindeytt undir
sitandi stýri. Við røttum umhugsni
fyri komandi ættarliðum, skulu
vit skipa eina náttúruvernd, so
virksemi og menning kann halda
fram, uttan at gera óneyðugan
skaða á náttúruna og umhvørvið.
Hesar eru nakrar av avbjóð
ingunum.
Við
ábyrgdarfullum
politikki, sum gevur røttu inntøk
urnar, og við rættvísari býti av ríki
døminum, sum gevur eitt sterkt
samfelag, taka vit fulla ábyrgd av
landi okkara.
Valið er okkara!
Vit velja – Hvørjar Føroyar?
Vit skylda
fiskivinnuni
tryggar
karmar
Helena Dam á Neystabø,
valevni fyri Javnaðarflokkin
Uppsjóvarvinn
an er ein føroysk
sólskinssøga.
Dugnalig vinnu
lívsfólk
vendu
í gongdini í eini
vinnu, sum var á fallandi føti,
og sum nú er høvuðsvinna
bæði norðanfyri og sunnanfyri
í landinum. Tað gjørdu teir í
góðum samstarvi við politiska
myndugleikan, sum útvegaði
karmarnar.
Førdi politikkurin skal byggja
á gyltu javnvágina millum eitt
frítt og kappingarført vinnulív
øðrumegin
og
ein
sterkan
felagsskap hinumegin.
Tað er vinnan, sum skapar
virðini. Politiski myndugleikin
skal tryggja best møguligu
karmar.
Tað gevur sterkan búskap og
sosialt rættvísi.
Nýggjar tíðir krevja
nýggjar karmar
Tað hevur skund, at vit, saman
við vinnuni, semjast um eina
fiskivinnunýskipan:
• sum fyribyrgir, at virðini
savnast á alsamt færri hond
um.
• sum fyribyrgir politiskari
stýring
• sum tryggjar, at vinningsbýt
ið verður verandi í landinum
• sum loyvir ungum og dugna
ligum vinnulívsfólki fram at
í høvuðsvinnuni
Tað er vinnan sum skapar virð
ini. Politiski myndugleikin skal
tryggja best møguligar karmar.
Í Føroyum ráða føroyingar
Helgi Abrahamsen
Løgtingsval verður
um eina viku, og
onkur er aftur far
in at spæla hasa
gomlu,
skøvaðu
plátuna, um at í Før
oyum skulu føroyingar ráða. Men
hvør ræður í Føroyum?
Áðrenn vit fingu heimastýris
lógina, høvdu vit einki landsstýri
og
fólkatingið
samtykti
allar
okkara lógir. Tá kundu vit sagt, at
danir høvdu stórt vald í Føroyum.
Men síðani 1948, hava vit sjálvi stýrt
okkara dagligu viðurskiftum.
Tað er løgtingið sum ásetur,
hvussu nógv føroyingar skulu rinda
í skatti. Skattakrónurnar enda
allar í okkara egna landskassa. Har
fer ikki ein króna til Danmarkar.
Tað er eisini løgtingið sum avger,
hvat pengarnir verða brúktir til.
Vit stýra okkara fiskivinnu og vit
gera
eisini
fiskiveiðusáttmálar
við onnur lond, hóast málsøkið
ikki er yvirtikið. Vit hava fyri
stuttari tíð síðani reist sakarmál
móti ES (íroknað Danmark), um
makrelmálið. Eisini tað bar til,
hóast málsøkið formliga liggur hjá
dønum.
Vit hava í Føroyum alt tað
sjálvstýri, sum vit hava brúk fyri, og
um meirilutin av føroyingum velur
at loysa úr ríkisfelagsskapinum, so
verður tað eisini gjørt. Vónandi
hendir tað ikki, tí vit hava sera
nógvar fyrimunir av at vera í ríkis
felagsskapinum.
Fyri mær er eingin ivi um, at í
Føroyum ráða føroyingar. Ríkis
felagsskapurin tekur ikki valdið
frá okkum, men hann gevur okkum
bara enn fleiri møguleikar.