Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-25, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ferðavinnan er ein vaksandi vinna. Inn tøkur hjá tí almenna eru vaksandi og um allan heimin verður Føroyar marknaðarført sum ferðavinnuland. Ferða manna skip í hópatali, Norrøna sigl ir fullfermd og flogfør seta seg hvønn dag við ferðafólki, sum koma at vitja okkara vøkru oyggjar. Alt gott um tað, men vit eiga at fáa meir burtur úr ferða vinnu ni. Vit eiga at spyrja okkum sjálvið: Hvat kunnu vit bjóða? Hvat hevur teirra áhuga? Lat meg taka nøkur uppskot úr rúgvuni, ið vit kunnu arbeiða við. Matmentan okkara er á mangar mátar serstak. Bara søgan um hvussu forfedrar okkara máttu stríðast fyri at fáa mat á borðið er ein rík søga. Eisini kundi hetta verið saman tvunnið við søguna um útróðrin við árabáti. Føroyar og tað fólkið, ið her býr, hava ikki altíð havt tað eins lætt, sum nógv onn ur lond, tá tað kemur til at fáa rá vør ur til høldar. Veðrið ger, at tað er torført hjá okkum at kappast við stór landbúnaðarlond um framleiða land búnað ar vørur. Heldur ikki á sjónum er tað eins lætt, at fáa fiskin til høldar. Hóast veðrið manglar spælir okkum eitt puss, so eru okkara rávørur í heimsklassa. Vit hava longu í dag megna, at fingið ferða fólk, at koma til Føroya fyri at royna okkara matmentan og okkara rávørur. Tað kann nevnast, at matstovan KOKS hev ur funnið viðurkendar prísir fyri teirra góðu rávørur. Hetta eiga vit at arbeiða meiri við. Sagnir okkara draga eisini ferðafólk til sín. Kópakonan í Mikladali hevur drigið nógv ferðafólk til sín – bæði føroysk og út lendsk. Vit eiga nógv søgulig støð kring allar Føroyar. Eitt nú múrurin í Kirkjubø og kirkjan í Kollafirði fyri at nevna nøkur úr rúgvuni. Fólkaflokkurin vil skapa karmarnar fyri ein ari blómandi ferðavinnu. Fólka­ flokk urin vil stuðla og eggja øllum við krea tiv um hugskotum í ferðavinnuni ­ tí vit meina tað. Ferðavinna og mentan Poul Adrian í Homrum Valevni Fólkafloksins Fiskivinnan á vegamóti Sámal Petur í Grund Valevni á lista F Framsókn telist millum teirra sum vil broytingar innan fiski-vinnu okkara. Størsta stigið til hesar broytingar er lóggávan sum skal koma ístaðin fyri núverandi lóggávu sum gongur út 1.januar 2018. Nógv órógv hevur verið, og er um hesar broytingar, og er tað inn­ lýsandi, tí hesin dagurin nærk­ast nú av álvara. Æruna fyri at órógv er í vinnuni og millum fólk, eigur politiska skip­anin, sum einki hevur gjørt við umstøðurnar, hóast tey hava vita at lóggávan bert er galdandi til 1.januar 2018. Men vit mugu nú ikki gloyma, at í komandi tingsetu er tíðarskeiði fram til henda dagin, longri enn tíðarskeiði eftir 1.januar 2018. Í hesum tíðarskeiðnum fer at vera arbeitt fram ímóti, at seta nýggja lóggávu í gildi fyri fiski­ vinnu okkara. Vit hava nøkur boð uppá hvat ein tílík nýskipan skal vera sam­an­ sett av, og eru tey at finna í valskrá floksins. Í valskránni, sum Framsókn hev­ ur sent hvørjum húsarhaldi í land­ inum, verður gjørt greitt, at Fram­ sókn fer at tryggja at broytinganar komandi árini, henda eftir einum skipaðum leisti, sum allir partar kunnu kenna seg tryggar við. HEIMAFLOTIN Umframt nevndu lógarbroytingar, so er nógv annað sum eigur at vera framt í fiskivinnuni sjálvari. Hyggja vit uppá heimaflotan, so er eingin sum helst ivi um at hann hevur verið fyri vanbýti, nú eitt øgiligt fiskatilfeingi hevur verið á grunnum okkara. Verður hugt uppá inntøkumunin hjá ymsu veiðubólkunum, so sæst hesin skeivleiki og átti hann at skorið í eyguni, á einum og hvørjum sum ábyrgdast bara eitt lítið vet. Framsókn fer til allar tíðir, at virka fyri einum javnari býti enn tað vit síggja í dag. Ísland Sitandi samgonga hevur tíverri lagt sjógv millum, í góða samstarvinum sum vit hava havt við grannanar fyri vestan. Hesir grannar, sum til allar tíðir hava verið okkum góðir og latið partar av fiskiflota okkara troytt teirra grunnar, eru nú so rísnir, at teir hava nokta onkrum av skipum okkara tænastur, ja enntá at skifta fólk inni á teirra øki. Hesi viðurskifti fara vit at gera alt fyri at bøta aftur og fara vit at royna, at vinna trongda línu­flot­an­ um økt rættindi í teirra sjógvi. Hetta kann millum annað ger­ ast, við at handla partar av upp­ sjóvar­tilfeinginum um við tosk í teirra sjógvi. Ikki er tað so nógv sum skal til. Fáa línubátanir eini 300 tons av toski hvør, aftrat verandi kvotum, so hevði sæð heilt ørðvísi út bæði hjá skipi og manning. Lætta vit trýsti á grunnum okk­ ara, við at línuflotin verður meira á Íslandsgrunnunum, so verður rúmsáttari hjá útróðrarflotanum. Trolaraflotin Geri ikki so nógv við trolaraflotan í hesum umgangi. Teir hava partvís fingið lut í uppisjóvartilfeinginum, men eingin ivi er um, at teir kundu fingið størri part av tilfeinginum. Útróður Útróðurin hevur verið fyri stórsta bakkasti og skyldast tað í stóran mun, at tað hevur verið lítið at fingið inni við land seinnu árini. Men lóggáva, sum gjørdi at um ein útróðrarmaður skuldi vera full­trikin, so skuldi hann forvinni meira enn 400.000kr árliga, slóg beinini undan mongum av teimum sum tókust við hesa vinnu. Ein fylgja av at útróðurin í dag er við at fara í søguna, er at lívið á bryggjuni við egningaskúranar er nærum útdeytt. Hetta er stórt spell, tá vit hugsa um møguleikan hjá ungdómi og pensionistum at vinna sær pening í hesi vinnu. Ikki skal man heldur síggja burt­ ur frá tí positivu og øgiligu ment­ anar­ligu ávirkanini hetta umhvørvi hevur havt, har ungdómur og pen­sionistar møtast við útróð­rar­ manninum mitt millum teirra. Framsókn fer tí at hyggja uppá hesi viðurskifti, so at vit bøta um í tann mun tað er gagnligt. Í hesi gjøgnumgongd verður eisini hugt at upphæddini sum fultrikni útróðrarmaðurin skal forvinna fyri at vera í skipanini og í bólki 5A. Gott val Hetta er nakað av tí sum eg eri upptikin av, og komi at arbeiða fyri, um so er at tit vísa mær tað álit, at vera millum tey 33 sum komandi 4 árini skulu stjórna landinum. Fari at ynskja Føroya Fólki eitt gott val.