týsdagur 25. august 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gransking fyri C – nýggj vitan ber okkum fram
Kristianna Winther Poulsen
valevni fyri Javnaðarflokkin til
løgtingsvalið 1. september 2015
Javnaðarflokkurin
vil raðfesta vinnu
liga gransking við
at seta 10 milliónir
av til økið komandi
fýra árini. Harum
framt skulu vit eggja privata vinnu
lívinum til at styrkja gransking.
Her halta vit aftanfyri.
Sambært tilráðingum úr OECD
eigur eitt land at brúka 3,5 prosent
av BTÚ til gransking. Í Føroyum
brúkar tað almenna hesa upphædd,
meðan privata vinnulívið haltar
nakað væl aftanfyri. Allarhelst
tí, at vit í Føroyum ikki hava havt
siðvenju at síggja útbúgving og
gransking sum nakað, ið er vert at
brúka stórvegis av tíð og pengum
uppá. Men hetta skal broytast.
Á veg – eisini út í heim
Føroysk gransking er á veg. Síðani
2007 hava vit havt atgongd til
granskingarpengar í ES, fyrst við
FP7 og nú við Horizon 2020.
Okkara avbjóðing er nú at økja
um føroysku luttøkuna í teimum
granskingarverkætlanum, sum
fáa ES-stuðul. Tað er eitt stórt og
rættiliga fløkt arbeiði at skriva
eina so góða umsókn, at hon
verður millum tær fáu útvaldu, og
tí skulu okkara granskarar fáa góða
vegleiðing til at navigera í hesari
tilgongdini.
Ílegugransking
Kring allan heim hevur heilsuverk
ið stórar avbjóðingar og vitan um
arvafrøði er ein møguleiki at betra
um heilsufakliga vitan. Á hendan
hátt ber til at menna verandi og
framtíðar tilboð og tænastur í
heilsuverkinum, samstundis sum
útreiðslurnar á økinum kunnu
avmarkast.
Nú hevur Ílegusavnið fingið um
støður til at seta ferð á virksemið,
og Javnaðarflokkurin vil raðfesta,
at eisini frameftir skal Ílegusavnið
hava góðar karmar. Sjálvandi skal
virksemið hjá Ílegusavninum vera í
samsvari við føroyska lóggávu.
Havrannsóknarskip
Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri
at fáa nýtt havrannsóknarskip og
íløga í nýtt havrannsóknarskip skal
gerast komandi valskeið.
Javnaðarflokkurin
raðfestir
gransking og virðir týdningin av
góðum karmum fyri fría gransking
í einum nútímans samfelagi.
Latið okkum koma aftur á rætta kós
Ingeborg Godtfred
Valið stendur
fyri
durum
og sokallaðir
fjøltáttaðir
v a l f u n d i r
verða júst í
hesum døgum skipaðir runt
landið. Í roynd og veru eitt
fólksligt íkast frá miðlunum.
Á nøkrum valfundum verður
heitt á fólk á staðnum, og
tey sum sita heima um at
seta spurningar til valevnini,
spurningar sum snúgva seg
um alt millum himmal og
jørð. Dúgliga verður ringt
og skrivað inn, og sjálvandi
vænta vit sum lýða á, at
spurningarnir snúgva seg
um, hvussu fáa vit skil á
búskapinum og livilig kor
fyri alt Føroya fólk. Frá
Sambandinum fáa vit at
vita, at hall er á fíggjarlógini,
í sama andadrátti fáa vit at
vita frá Fólka-flokkinum, at
einki hall er á fíggjarlógini,
men at hallið verður vent til
yvirskot næsta ár. Næsta ár
er enn ikki komið, men tað
er jú lætt at spáa um fram
tíðina, tað velst um hvør
spáar.
Men nei, tann altráði
spurningurin til valevnini
av Eiði og aðrastaðni í Før
oyum er. “Hvat er tín støða til
hjúnabandsstøðuna, gongur
tú inn fyri, at fólk av sama
kyni kunnu vígast í samkom
um og kirkjum.”
Miðflokkurin hevur enn
einaferð fingið øði í grindina,
tí teirra etisku virðir siga, at
kvinna skal giftast manni
og maður giftast kvinnu.
Jenis av Rana er og verður
størsti sjónleikari, vit hava
og eiga á Føroya løgtingi.
Her er hann vitandi um, at
hann hevur eitt mál, sum
hann veit hinir flokkar ikki
kunnu taka undir við, tí her
eru flokkarnir ikki heilir.
Miðflokkurin við Jenis á
Rana átti heldur at hugsað
um øll tey neyðars børn, sum
hann eisini er væl vitandi
um, eru vorðin misbrúkt
her á landi, og sum nú gera
um seg. Tað er átrokandi
neyðugt, at vit seta okkum
eitt mál, hvussu vit kunnu
hjálpa hesum bólki, men tað
er ikki so populistiskt fyri
Miðflokkin, tí her standa
allir flokkar saman. Tey
samkyndu eru eins og tú
og eg skapt í Guds bílæti,
og skilja seg slett ikki úr
samfelagnum Føroyar, tey
krevja heldur ikki at skula
vígast í kirkjum ella sam
komum, hjúnabandið er ikki
religiøst, men tað hava teir
gjørt tað til.
Eg fari inniliga at heita á
tey okkara skilagóðu politik
arar um, at hugsa um landið
Føroyar, fáa tað á rætta kós
aftur, og gera tað liviligt fyri
allir borgarar, heldur enn at
keglast um slíkt fávitskut,
sum bert hevur eitt enda
mál at sáa split og vinna
atkvøður.
Løgtingsval
Sum kunngjørt av løgmanni verður løgtingsval týsdagin
1. september 2015.
Valt verður soleiðis
1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali og Hoyvík, á Hvítanesi og
Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi
2. Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum
3. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak
4. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
5. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á
Velbastað
6. Fólk í Hesti og Koltri velja í bygdarstovuni í Hesti
7. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum
Royndini í Nólsoy
Atkvøðugreiðslan verður frá kl. 10.00-20.00 ella so leingi, veljarar
møta uttan steðg.
Tey, sum vegna sjúku ella av øðrum orsøkum ikki kunnu koma á
valstaðið, kunnu boða frá á Snarskivuni, telefon 302010, til dagin
fyri valið.
Samstundis verður boðað frá, at valkort til løgtingsvalið eru send
teimum, ið standa á vallistanum. Um veljari ikki hevur fingið valkort,
ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal sum skjótast boðast
Snarskivuni frá hesum.
Valstýrini í Tórshavnar kommunu
torshavn.fo
KUNNGERÐ
til
løgtingsveljarar í
Runavíkar kommunu til
løgtingsvalið 1. september 2015
BRÆVATKVØÐUR
Veljarar í Runavíkar kommunu, ið
sambært vallógina lúka treytirnar fyri at
greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við
31. august 2015.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á
valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á
tlf. 417000 í seinasta lagi 31. august 2015 kl. 12.00.
VALKORT
Valkort eru send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki
hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið
skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í
seinasta lagi 31. august 2015 á tlf. 417000
RUnAVíKAR KOmmUnA