týsdagur 25. august 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Øll tey trý feløgini í høvuðs
staðnum skulu í eldin hós
kvøldið.
Grannauppgerð
verður í Gundadali, og AB
skal til Klaksvíkar. Fyrsti
dysturin í 23. umfari varð
spældur 12. august, tá ið
Víkingur á heimavølli vann
3-1 á NSÍ. Hesi bæði liðini
hittast leygarkvøldið í final
uni um løgmanssteypið.
Tveir teir síðstu dystirnir
í hesum umfarinum verða
spældir
sunnudagin.
Tá
skal FC Suðuroy stríðast
fyri lívinum í fremstu røð á
útivølli ímóti EB/Streymi,
sum ongar vónir hevur um
at endurvinna plássið. Og
tá fær TB vitjan av ÍF. Hesi
bæði liðini kappast um, hvat
av teimum skal vinna sætta
plássið.
Um tað eydnast B36 at
vinna fulla úrtøku ímóti HB,
so vera tað átta stig aftur til
NSÍ og tíggju aftur til Víking
ur. Við gongdini hjá B36 í
huga verður tá meiri enn ilt
at ímynda sær, at tað skal
bera til hjá nøkrum at fáa
meistararnar aftur.
Dagsformurin hjá B36 er
væl betri, enn hann var hjá tí
B36 liðnum, sum í fjør vann
FM. Eftir 16. umfar í fjør
hevði B36 40 stig. Eftir 16.
umfar í ár hevði B36 33 stig.
Nú 23. Umfar er á skránni,
sigur støðutalvan, at B36
hevur 51 stig. Eftir 22. umfar
í fjør hevði B36 49 stig.
Tá ið FM heitið í fjør var
tætt undir borðinum kend
ist tað sum um, at B36 eitt
skifti
hevði
gummibein,
men tað eydnaðist akkurát
at vinna FM. Púrasta einki
hevur higartil verið at sæð
til, at gummibeinini spøkja
í Gundadali. Um tey skulu
arga og gera um seg, so skal
tað vera ímóti HB í annað
kvøld.
Fróði sigur uttanfyri
Fyri HB kendist tað at vera
stórt vónbrot, tá ið ÍF í 95.
minutti sunnudagin javnaði
til 2-2. Men nýggi venjarin,
Milan Cimburovic, hevur
álit á, at hansara menn fara
at vísa góðan hugburð ímóti
B36:
– Tað er ein smeitur fyri
okkum,
at
liðformaðurin
Fróði Benjaminsen er leik
bannaður. Onkrir aðrir eru
smáskaddir. Hósdagin fáa
vit at síggja, hvørjir verða
tøkir. At spæla ímóti B36 er
størsta avbjóðingin hjá okk
um, og eg ivist onga løtu í,
at spælararnir, sum fara á
vøllin, vera so tendraðir, sum
teir eiga at vera, sigur Milan
Cimburovic, sum í tveimum
dystum við HB hevur vunnið
fýra stig.
Eyðun Klakstein og hans
ara menn ásanna, at tað sær
heilt gott út. At úrtøkan
hevur verið so góð, og at tað
síðani
summarsteðgin
er
bundið heilt fyri í verjuni –
B36 hevur einki mál fingið
ímóti sær í 500 minuttir – ber
stórt sjálvsálit við sær:
– Vit eru fokuseraðir á
hesa avbjóðingina. Lokalupp
gerðirnar í høvuðsstaðnum
eru nakað heilt serligt, og
tað er so mangan komið fyri,
at tann, sum á pappírinum
tóktist at liggja undir, reisti
seg, tá ið avbjóðingin ímóti
grannunum var á skránni,
sigur B36 venjarin.
Tað verður neyðugt at
broyta
liðið
eitt
sindur,
tí
miðvallargeneralurin
Róaldur Jakobsen er leik
bannaður. Ein møguleiki er,
at liðformaðurin Jákup á
Borg, sum ímóti Víkingi sat á
beinkinum frá dystarbyrjan,
verður millum teir fyrstu
ellivu.
HB - B36: Petur Reinert
Europa er í eygsjón
Felags fyri AB og KÍ er, at
tey sunnudagin vunnu fulla
úrtøku, og at tað harvið eru
betri fyritreytir at røkka
málinum. Hjá KÍ er tað næsta
summar at sleppa upp í part
í Europa, og hjá AB er tað at
sleppa undan niðurflyting.
– Lagið er gott, tí nú er
tað so tætt við, at tað er upp
til okkum sjálvar at gera av,
um vit skulu vinna fjórða
plássið. Tað er avgerandi at
vinna á heimavølli, og um
tað eydnast ímóti AB, og HB
ikki fær stig ímóti B36, so
verður tað upp til okkum í
fýra teimum síðstu umfør
unum at halda tørn um
fjórða plássið, sigur Heðin
Klakstein. Hann hevur verið
framúr nógvu tær seinastu
ferðirnar, og hann er KÍ
toppskjútti við tíggju mál
um.
Sunnudagin lyfti AB seg
sunnudagin við sannførandi
3-0 heimasigri á TB upp
um niðurflytingarstrikuna.
Karstin Højgaard varð skift
ur inn, og fram ímóti dystar
enda skoraði hann tvær
ferðir.
– Hetta var sera týdn
ingarmikið. Vit trúgva fult og
fast upp á, at tað skal eydnast
at varðveita plássið í deildini,
sigur Karstin Højgaard, sum
saman við liðfeløgunum fer
til Klaksvíkar fyri at vinna
fulla úrtøku.
KÍ - AB: Kári J. á Høvdanum
joannes@sosialurin.fo
B36 er stinnari
enn meistarin
Um tað gongur eftir vild hjá B36 og KÍ, so verður árstalsfelagið mest sum meistari eftir
grannauppgerðina í morgin, og tá hava klaksvíkingar møguleika at vera á europeiskum plássi
Upptakt til Effodeildina
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
22
15
6
1
50
18
+32
51
2
NSÍ
23
14
4
5
66
34
+32
46
3
Víkingur
23
12
8
3
59
30
+29
44
4
HB
22
9
9
4
32
26
+6
36
5
KÍ
22
9
7
6
39
31
+8
34
6
ÍF
22
5
9
8
37
44
-7
24
7
TB
22
4
11
7
30
38
-8
23
8
AB
22
2
10
10
25
35
-10
16
9
FC Suðuroy
22
4
4
14
27
56
-29
16
10 EB/Streymur
22
1
4
17
19
72
-53
7