týsdagur 25. august 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 26. august 2015 · Nr. 97
ítróttur
fótbóltur
Sonni og FC Midtjylland skiljast
U21 landsliðið úttikið
Sonni Ragnar Nattestad hevur ikki longur sáttmála við FC Midtjylland.
Av persónligum orsøkum hevur hann valt at taka ein steðg frá fótbólti,
men hann er við landsliðshópinum móti Norðurírland og Finnlandi
Tróndur Arge
Superligafelagið, FC Midt
jylland, og 21 ára gamli før
oyski
landsliðsspælarin,
Sonni Ragnar Nattestad, eru
komin ásamt um at gevast
við samstarvinum og skræða
sáttmálan, sum annars var
galdandi til 2018.
Ungi
verjuspælarin
fór ongantíð avstað aftur,
eftir at hann kom heim til
Føroyar í summar. Hann var
annars útleigaður til Vejle
fyri restina av hesum kapp
ingarárinum.
– Persónligar orsøkir gera,
at eg havi havt brúk fyri
einum stegði frá fótbólti.
Her í lívinum er onkuntíð
neyðugt at skifta kós fyri
at finna útav hvat er rætt
fyri teg, sigur Sonni Ragnar
Nattestad í tíðindaskrivi.
Vit eru keddir vega Sonna
Ragnar. Vit høvdu vóna, at
samstarvið við hann hevði
givið onnur úrslit enn hetta.
Hann hevur tað, sum skal
til fyri klára seg í fótbólts
heiminum.
Vit
vóna,
at
hann fær yrkisleiðina á
røttu kós aftur, sigur Claus
Steinlein, ítróttarstjóri í FC
Midtjyllandi.
Í Vejle var ætlanin, at geva
Sonna Ragnar møgleikan.
– Vit iðra okkum um
støðuna, men hjálpa gjarna
einum ungum manni víðari
í lívinum og lata hann
finna útav hvat hann ætlar
við lívinum, sigur Steen
Thychosen, ítróttarstjóri í
Vejle.
Sonni Ragnar Nattestad
venur í løtuni við B36, meðan
støða verður tikin til hvat
skal henda í framtíðini. Hann
kann ikki skifta til nakað
føroyskt felag, tí flytingar
vindeygað er latið aftur. Tað
er heldur ikki upp á tal at
skifta til eitt føroyska felag í
nærmastu framtíð.
– Eg ynski FC Midtjyland
alt tað besta, og eri takksam
ur fyri háttin teir og Vejle
hava avgeitt støðuna við
víkjandi mær, sigur Sonni
Ragnar Nattestad.
Sonni Ragnar bleiv í gjár
úttikin til landsliðið, sum
fyrst í komandi mánaði skal
spæla móti Norðurírlandi og
Finnlandi.
trondur@sosialurin.fo
Bill M. Jacobsen og Eli Hentze hava úttikið landsliðið til
U21 landsdystin móti Finnlandi 8. september á útivølli
Tróndur Arge
Nú er greitt hvørjir manna
U21 landsliðið til dystin móti
Finnlandi á útivølli tann 8.
september. Flestu av spælar
unum kenna vit úr føroysku
kappingini, men í størri mun
er talan um spælarar, sum
ikki eru berandi kreftir í
Effo-deildini.
U21 landsliðið spældi sín
fyrsta dyst á Svangaskarði
fyrr í ár. Tá taptu okkara
1-0 fyri Aserbadjan. Okkara
vóru nær við, men tíverri
eydnaðist
ikki
at
fáa
útjavnandi málið.
Bill M. Jacobsen og Eli
Hentze hava eisini eitt ynski
um at fáa Sonna Ragnar
Nattestad
tøkan
til
U21
landsliðið, men tað er nokk
treytað av, at hann ikki
spælir við A-landsliðnum
dagin fyri.
trondur@sosialurin.fo
Føroyski U21 hópurin:
Elias Rasmussen, Víkingur
Leivur Joensen, ÍF
Benjamin Heinesen, B36
Teitur J Olsen, TB
Poul N Mikkelsen, ÍF
Jonas Gejel Hansen, TB
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Betuel Hansen, Silkeborg
Poul Ingasson, HB
Hákun Edmundsson, NSÍ
Meinhard E Olsen, Vendsyssel
Niklas Thomsen, AB
Bartal Wardum, HB
Haraldur R Højgaard, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Karstin Højgaard, AB
Gestur Bogason Dam, B36
Tórur Justesen, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad uttan felag