hósdagur 27. august 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
28. august 2015
– Tað er óhugnaligt, tá politikari setir
seg sjálvan so høgt, at hann vil avgera
alt einsamallur – eisini tað, hann
verður spurdur um
Kringvarp Føroya er ikki høgt í metum hjá
Fólkaflokkinum – og fyri so vítt heldur ikki hjá
samstarvsflokkum sínum í landsstýrinum.
Jacob Vestergaard er farin í kríggj við
stovnin og noktar at úttala seg, um hann ikki
100 prosent sjálvur stýrir tíðindaflutninginum.
Hetta er ikki bara ómetaliga arrogant,
men sera óhugnalig og ódámlig framferð. Um
politikarar halda, at teir við ikki at úttala seg
kunnu steðga tíðindaflutningi, so skulu teir
trúgva umaftur.
Men tá ein politikari sum Jacob Vester
gaard heldur, at einhvør umrøða av fiski
vinnuni er eitt persónlig álop á seg sjálvan,
so tilleggur hann sær størri virði, enn hann
í veruleikanum hevur. Landsstýrismaðurin
hevur ongan rætt at krevja at vera beinleiðis í
sjónvarpsstovuni fyri at úttala seg. Og tá hann
sigur, at »umrøddu mál eru trupul at greiða
frá« og at tað er umráðandi, »at útsagnirnar
koma beinleiðis frá mær«, tá hevur okkurt álv
arsamt gingið honum til høvdið. Tí hann hevur
ongan rætt til at gera av, hvussu frælsir miðlar
arbeiða.
Tað er ein óhugnaligur retorikkur um
Kringvarpið, sum hevur fastatøkur í fleiri
flokkum á tingi.
Vit hava á hesum stað so mangan funnist
at Kringvarpinum viðvíkjandi lýsingum og
sponsoratum, sum Mentamálaráðið og Løg
tingið kroysta niður yvir stovnin.
Fleiri politikarar tosa í ramasta álvara um at
niðurleggja stovnin, at privatisera stovnin og
um at skipa hann sum okkurt sjálvval eins og
Televarpið.
Vit kunnu freistast at halda, at hetta er
í meinaleysari óvitan, at slíkt verður ført
fram. Men vit kunnu eins væl halda, at tað
er beinleiðis útspekulerað fyri at fáa vald á
miðlinum.
Privatir miðlar hava so ringar umstøður,
at eitt privatiserað kringvarp hevði ongan
kjans havt. Tí er uppskotið hjá Miðflokkinum
og Sjálvstýrisflokkinum tað reina slutur og
vrøvl. Herferðin hjá Fólkaflokkinum og Jacob
Vestergaard er ein útspekulerað roynd at fáa
vald á einum sterkum mentanarstovni, sum
kann avdúka veikleikar í fólkaræðinum.
Veikleikar, sum kunnu avdúka, hvussu
valdið umsitur valdið.
Tað er tað tí ein spurningur
um fólkaræði.
Leygardagin 29. august skipar Sam
felagið fyri almennum kjaki í Miðla
húsinum
Flyta tunnilsmálið og tollmálið nógvar at
kvøður? Hví ávirkar fiskivinnupolitikkurin,
hvar vit seta atkvøðuna?
Hesir spurningarnir – og fleiri aðrir –
verða umrøddir á tiltaki, sum SamFelagið,
sum er felagið hjá samfelagsfrøðingum,
skipar fyri í Miðlahúsinum í Havn í morgin,
leygardagin.
Tá fara samfelagsfrøðingar aftur um valið
og valstríðið.
Jógvan Mørkøre fer at greina veljara
kanningarnar seinastu fýra árini, og Rógvi
Nybo fer at greiða frá veljaraatburðinum hjá
føroyingum.
Páll Holm Johannesen fer at greiða
frá moralska virðisásanum í føroyskum
politikki, Heri á Rógvi fer at siga frá, hvussu
virðini hjá veljarum á bygd og bý ávirka
veljaraatburðin, Stefan í Skorini fer at lýsa,
hvussu fiskivinnan ávirkar veljaraatburðin,
og John Johannessen fer at meta, um tunn
ilsmálið og tollmálið kunnu flyta atkvøður
millum flokkarnar.
Tiltakið »Velja og Vraka - atkvøðurnar
flyta seg, men hví?« verður í Miðlahúsinum
nú leygardagin frá klokkan 15 til 18. Tað er
ókeypis atgongd. Tiltakið er alment, og Rógvi
Olavson er orðstýrari
Ein fullveldismaður kann eisini reka
fyri Sambandið – um hann sjálvur fær
okkurt burturúr
Tórbjørn Jacobsen skrivar soleiðis á Facebook
um um sjónarmið hjá sambandsmanninum
Magnusi Rasmussen, borgarstjóra í Runavík:
»Hetta borgarstjórasjónarmiðið líkist burtur
úr øllum hinum borgarstjórasjónarmiðunum,
tað skal eg lova fyri :-)
Vit hava havt eitt einastandandi gott sam
starv hesi seinastu árini, hann hevur verið
borgarstjóri og eg havnarmeistari og síðani
varaborgarstjóri, men ikki tykkum at siga,
Sambandsflokkurin stendur ímillum meg og
Magnus, tí fái eg ikki valt hann, men tað fáa
sambandsfólk gjørt, og atkvøðurnar, sum fara
í leypin hjá hesum lambamanninum, fara eftir
mínum besta bestikki ikki illa...«
– Og Magnus hevur lovað, at hann gevst sum
borgarstjóri, verður hann valdur í løgtingið - og
so bíðar borgarstjórasessurin eftir
Tobba!
Nú tekur hann sær ov stórt vald
Tobbi rekur fyri
Sambandið
Samfelagið
sessur í eygsjón
mundi hon meina tað?
Les eisini blaðið
á telefonini
Kaleideskop og
løgtingsvalið
Heri Mohr
síða 16
Les teimum
tekstin Jacob!
Óli Jacobsen síða 16
Visti tú?
At talið av kvinn
um, sum stilla upp til
løgtingsvalið er tað
lægsta í 20 ár?
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Greina valið í Miðlahúsinum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur á
valfundi í Trongisvági týskvøldið
»Vit hava vent gongdini við fólkatalinum.
Tilflytingin er nú steðgað!«