Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 93 FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 sø NU KANST TU VELJA Týsdagin eigur tú avgerðina um, hvussu samfelag okkara skal verða stjórnað — og av hvørjum. Í Framsókn gleða vit okkum til at styrkja Føroyar sum eitt tíðarhóskandi samfelag við støðugt rumligari persónligum frælsi, nógv øktum vinnuligum frælsi og beinari kós móti tjóðskaparligum frælsi. Vit gleða okkum eisini til at liberalisera fiskivinnuna og at lata hana virka eftir marknaðartreytum og fevna um fleiri góðar kreftir, so fólksins ogn kann kasta meira av sær til gagns fyri okkum øll. Vit ynskja í einum og øllum at styrkja grundarlagið undir ti tíðarhóskandi samfelagnum, sum megnar at kappast við grannalondini um at hýsa gllum samfelagsbólkum, familjum sum einstaklingum - sama um vit tosa um útbúgving, yrkisleið, skatt, barsil, privatlív ella annað. Valið er frítt, og tað er tíbetur títt! Gott val øll somul! Gel Mat. Poul Michelsen Formaður í Framsókn LIBERALI TJÓÐSKAPARFLOKKURIN FRAMSOKN.FO