Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 5 Týsdagin 1. september www.j.fo Fólkaflokkurin lovar tær ein triðing av ongum Vøksturin hevur verið stórur í búskapinum farnu árini. Men Fólkaflokkurin hevur blankt noktað at geva lág- og miðalløntum lut í hesum vøkstri. Tvørturímóti. Meðan hálønt hava fingið stóran skattalætta, rinda láglønt nú MEIRA í skatti, tí pensiónirnar verða forskattaðar. Men nú lovar Fólkaflokkurin brádliga at geva hesum fólkum skattalætta. Virðini skulu kortini ikki býtast øðrvísi! Nei, lyftið til lág- og miðallønt er, at tað verður yvirskot á fíggjarlógini næsta ár. Og síðani skal ein triðingur av vøkstrinum fara til henda skattalætta. Hetta er bluff! Hallið á fíggjarlógini er ovurstórt, og sambært framskrivingum heldur tað fram, tí útreiðslurnar økjast meira enn inntøkurnar. Tað, Fólkaflokkurin lovar lág- og miðalløntum, er ein triðing av ongum! Javnaðarflokkurin vil lata lág- og miðalløntum skattalætta við at býta virðini øðrvísi. Tað er rættvíst. Og tað er ábyrgdarfult.