Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 6 KFUM skótarnir vísa á, at almenni stuðulin til barna- og ungdómsarbeiði er skeivt býttur N ógv barna- og ungdómsarbeiðið verður gjørt ymsa staðni í Føroyum, bæði innan ítrótt, innan skótavirksemi, innan samkomur og annað. Meginparturin av hesum arbeiði fær almennan stuðul av onkrum slag, men stórir munir kunnu vera á almenna stuðlinum. Meðan okkurt ungdómsarbeiði ongan stuðul fær, fær ítrótturin tríggjar ferðir so nógvan stuðul fyri hvønn lim sum skótarnir fáa. Nú heita KFUM-skótarnir í Føroyum á myndugleikarnar at javnseta almenna stuðulin. - Skótaarbeiðið er heimsins størsta leiðaraútbúgving og stremba vit altíð eftir at halda støðið viðlíka. Tað er tí stak harmiligt og ørkymlandi, at almenni stuðulin til ymiskt barna- og ungdómsarbeiði er so skeivt býttur. Hetta ger, at á ávísum økjum eru verri karmar at virka undir. Hetta eigur at verða bøtt um sum skjótast, skrivar skótaovastin Arne Debess Madsen, vegna KFUM-skótarnar. Hann sigur, at skeiva býtið av almennum stuðuli hevur eina beinleiðis ávirkan á dygdina á tí arbeiði, sum feløgini kunnu bjóða børnum og ungum. KFUM skótarnir halda, at teir eru fyri vanbýti í sambandi við almennan stuðul hevur eina beinleiðis ávirkan á dygdina á tí arbeiði, sum feløgini kunnu bjóða børnum og ungum. Áhugin fyri at verða við í donsku X Factor kappingini er framvegis ovurhonds stórur Seinastu vikuna hava upptøkuroyndir ver­ið til X Factor sangkappingina, ið Dan­ marks Radio stílar fyri, og áhugin er sera stórur. Á ein hátt er hetta eisini X Factor kapp­ ingin hjá føroyingum, tí fleiri føroyingar hava gjørt vart við seg í hesari kapping, og umframt Lindu Andrews, sum vann kappingina, hava eitt nú Anna Nygaard, Sveinur Gaard Olsen og Jógvan Joensen verið millum profilarnar í kappingini. 3.500 fólk møttu hesaferð til upp­tøku­ royndirnar, og tað svarar til undirtøkuna, ið hevur verið seinastu árini. Í Danmarks Radio fegnast tey um, at áhugin fyri X Factor framvegis er ovur­ honds stórur. – Fólk hava sæð, at mann veruliga kann læra nakað og koma fram við at verða við í X Factor. Nú eru tey færri, ið luttaka til stuttleika. Tey flestu vilja veruliga hetta, sigur Jan Lagermand Lundme, undir­halds­ stjóri í DR. Nú verður spennandi at vita, um onkur føroyskur sangari fer at koma víðari til live-sendingarnar, ið byrja nakað eftir ársskiftið. Fríggjadagur leygardagur Sunnudagur 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s av suðri. Nakað av sól, men okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig. 3-8 m/s av suðri. Nakað av sól, men okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig. 3-8 m/s av suðri, sum fer í eystan og landnyðring. Nakað av sól, men okkurt æli. Hitin millum 10 og 13 stig. Mánadagur 5-10 m/s av landnyðringi, sum fer í norðan. Mest skýggjað veður og okkurt æli. Hitin millum 7 og 12 stig. Týsdagur 8-13 m/s av norði. Mest skýggjað veður og okkurt æli. Hitin millum 7 og 12 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Spurningurin er, um KVF ikki hevur yvirlivað seg sjálvt sum stovnur, og tíðin ikki er komin at endurskoða skipanina við almennum fjølmiðlum.« Sæð á Facebook: »Eingin kristin/religi­ øsur/trúgv­andi hat­ar samkynd. Punktum!« Seinastu vikuna hevur ein kirkja fyri og onnur eftir boðað frá, at stuldur hevur verið í kirkjunum. Fleiri av kirkjunum standa opnar, og óbodnir gestir hava verið í forkirkjuni og tømt bússurnar, ið standa har. Løgreglan er í holt við at kanna málið, men er ikki komin nærri einari uppkláring og heitir á fólk, ið hava sæð eitthvørt illgrunasamt, um at siga teimum frá. Dómpróvstur heitti týsdagin á kirkjuráðini kring landið at stongja kirkjurnar, tá ið einki er á skránni í teimum, og at hava vaktarhald, tá ið tær eru opnar. Harvið verður nakað av traditionella opinleikanum í kirkjunum skerdur – í eina tíð í øllum førum. tað at stjala, tjóvskapur Vatn er nú í bæði langhylinum og barnahylinum í Vági Sirri higartil hevur tikið ímóti nærum 20 tonsum av føroyskari ull frá seyðaroytingini kring landið í summar. 20 prosent av sjúkra­ røktarfrøðingunum hevur autorisatión at arbeiða í øðrum londum. Arbeiðsloysið í Føroyum liggur um 3 prosent, vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni Dómpróstinum heitir á øll kirkjuráð um at steingja kirkjurnar og tøma bússurnar, so ongin tøkur peningur er í kirkjunum longur. Nú rennur vatn í langhylin í í Pálshøll í Vági. Úrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrra hálvár var 323 milliónir krónur eftir skatt. Besta kvinnuliðið hjá KÍ hevur vunnið 16. FM heitið á rað og hevur sett nýtt heimsmet. »Stuldur« Skótar ynskja sær meira pengar 3500 sangtalent bjóða seg fram MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt fólka búgva nú í Føroyum. Hetta er tað mesta nakrantíð. Gamla metið var frá 1. septembur 2009 48.881 MANGT OG HVAT Visti tú? Í juli var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið av fulltíðararbeiðsleysum 818. Tað svarar til 3,0 %. X FACTOR ALMENNUR STUÐUL Køirnar til X Factor upptøkuroyndirnar vóru sera langar MYND: DR KFUM skótarnir halda, at teir eru fyri vanbýti í sambandi við almennan stuðul