hósdagur 27. august 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015
SOSIALURIN 98
7
T
að gongur væl í Føroyum, og fólkatalið er nú tað hæg-
sta, tað nakrantíð hevur verið.
Eg skal ikki geva Fólkaflokkinum ella samgonguni, ið
nú situr, alla æruna fyri tað, tí vit eru vælsignað á so
mangan og ríkligan hátt.
Men eg fari at minna teg á, kæri veljari, at tað ger ikki tað
sama, hvussu tað verður stýrt – og tað ger sanniliga ikki tað
sama, hvønn tú velur! Og tá ið vit hugsa um tann øgiliga
ágangin og grenjið frá andstøðuflokkunum hesi seinastu árini,
so mugu vit siga, at hetta so ríviliga er gjørt til skammar!
Minnist til tað, góðu føroyingar!
Eg havi valt enn einaferð at stilla upp, og eg ætli mær at gera
alt fyri at standa vakt um grundsúlurnar undir okkara sam-
felag, sum byggja á okkara kristna arv!
M
ítt hjartamál er at stríðast fyri at verja
hjúnabandið, soleiðis at tað framhaldandi verður
ein stovnur bara fyri ein mann og eina kvinnu.
Eingin dugir at ímynda sær, hvørjar avleiðingar
tað fer at hava á komandi ættarlið, um hjúnabandið verður
gjørt kynsneutralt, og tað fer at verða soleiðis, at ein mamma
líka so gjarna kann vera ein maður og ein pápi ein kona.
Hetta ætla summir flokkar at fremja. Onkur flokkur hevur en-
ntá sett hetta í síni stevnumið, og tey kalla tað “at byggja land”.
Eg sigi bara: Gud forbarmi seg yvir okkum, um hetta er at
byggja land!
Nei, hetta byggir einki land – tvørturímóti!
Hjúnabandið er maður og kona – og vit politikarar hava als
ikki loyvi ella myndugleika til at umdefinera tað.
Góðu føroyingar! Veljið fólk á ting, sum vilja virða hjúnabandið
og varðveita tað sum eina pakt bara millum ein mann og eina
konu!
Tað er at byggja land!
Løgtingsvalið 2015
Vel lista A
FóLkAFLokkurin
Valevni floksins eru
eisini at hitta á facebook
Hjúnabandið byggir land
Góðu veljarar
Tað ger ikki tað
sama,hvønn tú
velur!
JóGvAn á LAkJuni
Valevni Fólkafloksins