hósdagur 27. august 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
8
Umhvørvisdálking
tekur dik á seg
Mortan Østerø
M
átingarnar, ið vórðu
almannakunngjørdar
10. august vístu, at
hitalagsbroytingarnar
føra við sær, at jøklarnir bráðna skjót
ari enn nakrantíð áður.
Somuleiðis varð 2014 heitasta
ári, sum nakrantíð er mált kring
allan knøttin, og tað førir við sær, at
jøklarnir nú bráðna tríggjar ferðir so
skjótari enn í 1980unum.
Fáar dagar seinni, kunngjørdi
Global Footprint Network, at 13.
august var árins »Earth Overshoot
Day«, ella jarðarinnar »ovnýtslu
dagur«. Tað vil siga, at longu fýra
mánaðir áðrenn árslok, varð samlaða
dálkingin størri, enn jørðin megnar at
bera fyri árið.
Síðani 2003, hevur stovnurin
mátað natúrligu evnini hjá jørðini
at framleiða náttúrutilfeingi í mun
til hvussu skjót vit eru at brúka
náttúrutilfeingi. Hvørt ár verður
mett, at jørðin hevur eina avmarkaða
framleiðslu, somuleiðis sum hon
megnar eina árliga dálking. Seinastu
árini, hava menniskju brúkt meiri
enn jørðin framleiðir, samstundis
sum vit hava dálkað meiri enn
jørðin megnar innan eitt ár. Tað er
hendan skerjingin, ið verður nevnd
»Earth Overshoot Day«, ella ovnýtslu
dagurin.
Síðani mátingarnar hava verið
gjørdar, er dagurin fallin alsamt fyrr
á árinum. Fyri bara 15 árum síðani, fall
dagurin á 1. oktober, meðan hann í ár
longu fellir 13. august. Orsøkirnar til, at
ferð kemur á veðurlagsbroytingarnar,
eru í høvuðsheitum, at forbrúkið
hjá menniskjum er størri enn fram
leiðslan. Forbrúkið kemst – í høvuðs
heitum – av fólkavøkstri, umframt
at menningarlond, ið fara ígjøgnum
ídnaðarbroytingar, somuleiðis fara
undir nýtslu av fossilum brenni
evnum.
Føroyar megna ikki málini
Í 2009 fekk táverandi Innlendismála
ráðharrin, Annika Olsen, handað álit
um veðurlagspolitikk fyri Føroyar.
Høvuðsendamálið var at finna eina
gongda leið fyri hvussu útlátið í
Føroyum kundi tálmast. Sum mál
var sett, at í 2020 skuldi samlaða CO2
útlátið vera 20 prosent minni enn
tað var í 2005. Síðst í juli mánaði í ár,
staðfesti Umhvørvisstovan, at tað
hevur gingist illa at røkka málinum
seinastu seks árini, hóast útlátið er
minkað nakað.
Samlaða útátið fyri Føroyar er
minkað við góðum fimm prosentum
í mun 2005, men enn er langt á mál at
røkka teimum 20 prosentunum. Ein
asti glottin er innan elorkuøki, har tað
ikki tykist veruleikafjart, at 75 pro
sent stava úr grønari orku í 2020, tí í
2014 varð 51 prosent av allari elorkuni
úr varandi orkukeldum. Innan fiski
flotan og upphiting av húskjum eru
ikki nøkur serlig minking, meðan út
látið á ferðsluøkinum enntá er størri
nú, enn tað var í 2005.
mortan@sosialurin.fo
10. august vóru miðlarnir á tremur við
tølum frá »World Glacier Monitor Service«
uppgerð, sum seinastu 120 árini hevur gjørt
mátingar av jøklunum kring heimin
Brintbilum
er lív lagað
Millum framløgurnar á orkuráðstevnu í
Norðurlandahúsinum týsdagin, varð víst á
møguleikarnar fyri brintbilum í Føroyum
– Tað liggur ikki í kortunum at fáa
brintbilarnar til Føroya beint nú,
men hetta er avgjørt nakað, sum
vit trúgva upp á fyri framtíðina,
sigur Sámal av Reyni, stjóri á
Reyni Service.
Reyni Service er føroyska
Toyotaumboðið, og japanski
bilframleiðarin hevur nú sett sær
fyri, at senda 700 »Mirai« bilar á
marknaðin, harav nakrir skulu
royndarkoyrast í Danmark. Á
japanskum merkir bilheitið »fram
tíð«, og leiðin mótvegis brintbilum
verður spádd at vera bjørt.
– Í grannalondunum verða
alsamt størri krøv sett fyri hvussu
stórt útlátið á bilum kann vera og
hvussu langar teinar bilurin kann
koyra fyri hvørja áfylling, sigur
Sámal.
Sambært metingum, verður
Mirai bilurin førur at koyra 500
kilometrar fyri hvørja brintáfyll
ing, og sjálv áfyllingin tekur einans
tríggjar minuttir. Tað ger brintbilin
sera kappingarføran í mun til
el-bilarnar, tá ið tað kemur til
brúkara- og umhvørvisviðurskifti.
Umvegis brennikyknurnar í
bilinum verður brintið gjørt til
vatn, og avlopsorkan verður til
streym, sum fer í motorin. Bilurin
koyrir sostatt eins og ein el-bilur,
men orkuframleiðslan í bilinum
loyvir honum at koyra longri
strekki fyri hvørja brintáfylling.
Krevur sersømdir
Almenna Noreg eggjar sínum
borgarum til at keypa umhvørvis
vinarligu el-bilarnar við hópin
av sersømdum. Eitt nú kunnu
el-bilar ótarnaðir ferðast eftir
koyribreytini hjá bussleiðum,
sleppa undan bummgjaldi og nýta
ókeypis parkering. Harafturat
verða avgjøld tikin av bilunum,
til tess at gera teir kostnaðarvina
ligari.
– Í Føroyum verða avgjøld eis
ini tikin av bilunum, men landið
kundi saktans gjørt meiri fyri at
økja um áhugan millum føroy
ingar at ogna sær umhvørvisvin
arligari bilar. Í løtuni rinda el-bilar
til dømis sama vektgjaldi sum
diesel bilar gera – tað kundi polit
iski myndugleikin broytt, sigur
Sámal av Reyni.
Áfyllingarstøðir
Aksel Mortensgaard, stjóri fyri
»Partnerskabet for Brint og
Brændselsceller«, varð eisini
millum fyrilestrarhaldarnar á
ráðstevnuni. Hann varð knýttur
at orkustýrinum undir danska
umhvørvismálaráðnum í sløk 25
ár, áðrenn hann tók stjórasessin í
samtakinum fyri brint og brenni
kyknur. Sambært honum er
upplagt hjá einum lítlum oyggja
samfelagið sum Føroyum at gera
royndir við øðrvísi brennievnum
til bilar.
– Lutfalsliga smáu frástøðurnar
í Føroyum merkir, at tað helst
er nóg mikið við trimum-fýra
áfyllingarstøðum, sum eru sett
upp við landafrøðiligum atlitum.
Tað ger somuleiðis Føroyar til
eina upplagda royndarstøð fyri
líknandi verkætlanir. At seta fýra
áfyllingarstøðir upp, hevði helst
kostað um 30 milliónir krónur,
men eg ivist ikki í, at ES hevði
verið áhugað at fíggja ein part,
segði Askel Mortensgaard á ráð
stevnuni.
Fyri at loysnin verður so um
hvørvisvinarlig sum gjørligt, skal
brinti vinnast umvegis spalting
av vatni, har hydrogen og oxygen
verða skyld sundur umvegis
elektrolýsu, og síðani goymd hvør
sær.