Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 9 Skuggasíðan av vælferðarsamfelagnum Bjarni Hammer Eg havi sæð skuggasíðuna av vælferðasamfelagnum. Mítt dagliga yrki sum løgrumaður, hevur gjørt, at eg veruliga havi sæð skuggasíðuna av vælferðarsamfelagi okkara. Sum løgreglumaður í miðstaðarøkinum kemur ein víða og tað er ikki hissini ting, ið ein hevur upplivað. Føroyska samfelagið telist millum heimsins ríkastu. Vaksandi inntøkur og yvirskot, burdi ført til, at vælferðin í samfelagnum øktist samsvarandi – men soleiðis er tað tíverri ikki. Samstundis sum milliardirnar fossa inn í kassan innan ávísar vinnugreinar, so veksur gjógvin millum tey vælbjargaðu, og tey, ið liva undir fátækramarkinum. Vit hava, sum politikarar, eina skyldu at gera nakað við hetta. Tað skal ikki lata seg gera at liva undir fátækramarkinum í einum samfelagi sum Føroyar! Setast skal inn, politiskt, soleiðis at vit tryggja øllum føroyingum eina virðiliga tilveru – her skulu ongi børn detta burtur ímillum. At nøkur eru, ið veruliga hava tað ringt, tað veit eg og havi eg sæð tað sum løgreglumaður. Løgregluyrkið verður tíverri ikki virðismett av mongum. Ja, nøkur síggja beinleiðis reytt, tá tey síggja løgregluna. Í veruleikin eru tað ofta løgreglufólk, ið aloftast eru tey fyrstu, ið síggja hesa skuggasíðuna av vælferðarsamfelagnum og tey fyrstu sum taka um endan. Eg vil gera mítt fyri, at hesin yrkisbólkur fær tær sømdir, ið hann hevur tørv á. Javnaðarflokkurin viðurkennur hendan tørvin og er ein flokkur, ið vil gera ein mun á økinum. Javnaðarflokkurin leiddi okkum inn í vælferðarsamfelagið í 1958, tá hann kom við fólkapensiónini. Tá var Fólkaflokkurin harðliga ímóti broytingini og enn í dag síggja vit hendan flokk ganga á odda, tá tað kemur til at vaksa um áður nevndu gjógv ímillum tey vælbjargaðu og tey fíggjarliga sperdu. Javnaðarflokkurin er einasti flokkurin, sum alla tíðina heilhjartaður hevur arbeitt fyri vælferð til allar borgarar og, ikki minst, arbeiðir fyri at varðveita vælferðarsamfelagið. Javnarðarflokkurin er einasta trygd fyri vælferð til allar borgarar í landinum, tað verið seg ung, eldri, innan vinnulívið og innan tað almenna. Latum okkum fáa lív aftur í Javnaðarandan og skapa fólkaheimið Føroyar har hugtakið “frælsi, javnrættur og samhaldsfesti” aftur gevur meining. Mín telefon fer altíð at vera tendrað! 00298 58 75 38