hósdagur 27. august 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
10
Miðverjarnir Dan og Brandur renna yvir móti 14 ára gamla Karli,
sum liggur á síðulinjuni, og hugsa »come on, reist teg upp og spæl
víðari«. Men hann reisist ikki aftur. Varrarnar blána, hvør tægr
knýtist av krampum. Í níggju minuttir sveimar hann millum lív
og deyða, meðan fólk arbeiða fyri lívinum at fáa hjartað at pumpa
aftur. Lívbjargandi fyrstuhjálp koppar útfallinum til tað betra
Sveimaði
millum lív
og deyða
Rógvi Nybo
S
einnapartin tann 15. august
eru Birita Petersen og John
Heri Mouritsen farin til dyst
í Sandavági. Elsti sonurin
spælir henda dagin sín fyrsta dyst
við besta liðinum hjá 07 Vestur, og
foreldrini eru við vøllin. Hetta er
helst ein vanligur leygardagur, eins
og teir flestu hjá hesari familjuni.
Tey eiga tríggjar dreingir, sum allir
spæla fótbólt, so fleiri dystir eru á
skránni hvørt einasta vikuskifti.
Henda dagin eru tey í hálvleikinum
farin inn til mammu Biritu, sum býr
beint við vøllin. Tá ringir telefonin.
Tað eru ófrættaboð. Boð, sum at byrja
við eru ring at fáa høvd ella hala á.
Hesin vanligi leygardagur skal skjótt
vísa seg at verða alt annað enn tann
vanligi leygardagurin hjá hesari
familjuni.
Fyrr um morgunin hevur 14 ára
gamli sonurin Karl Mouritsen verið
við U14 liðinum hjá 07 Vestur, sum
leikti móti B36 í Sandavági, og for
eldrini hava sostatt longu verið til ein
dyst henda morgunin. Hann er farin
við U16 liðinum norður til Klaksvíkar,
har KÍ tekur móti teimum í Djúpu
mýru. Eitt lítið korter inni í seinna
hálvleiki fær 07 Vestur innkast á
egnari hálvu í høgru síðu. Karl fer út
at taka innkastið. Hann bukkar seg
niður eftir bóltinum og smellur um.
Ringt at skilja
Birita Petersen er mamma Karl. Hon
er heima hjá mammu sínari í Sanda
vági, tá fartelefonin ringir. Tað er
Joan Hovgaard, sum er liðleiðari hjá
U16 liðinum hjá 07 Vestur. Hon sigur í
telefonini, at Karl er dottin um.
– Eg skilti tað ikki beinanvegin,
greiðir Birita frá. Joan segði, at Karl
var smallin um, men tað var ikki fyrr
enn politiið kom í rørið, og endurtók
tað, at eg uppfangaði álvaran í tí. Teir
søgdu at støðan var álvarsom, og at vit
máttu koma til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Tað gjørdu vit so. Men longu áðrenn
vit vóru komin til Leynatunnilin
fingu vit aftur boð um, at tey fóru at
flyta Karl á Landssjúkrahúsið, og at
vit tí skuldu fara til Havnar.
Trúi tað var beinbrot
Hendingar sum hesa hava vit hoyrt
um í útlendskum fótbólti fleiri ferðir
seinnu árini, har fótbóltsleikarar eru
smalnir um á leikvøllinum. Men tað
hevur eina ávísa fjarstøðu yvir sær, tá
tað er úti í heimi. Eingin hugsar um,
at tað sjálvandi eisini kann henda her.
Fyrr enn tað hendir. Tað tekur eina
løtu, áðrenn álvarin í støðuni gerst
greiður fyri teimum. Joan Hovgaard
er liðleiðari hjá 07 Vestur, og stendur
á síðulinjuni í Klaksvík henda dagin.
– Vit fáa innkast í høgru síðu á
okkara hálvu og Karl fer út at taka
innkastið. Eg síggi tað ikki sjálv,
tá hann smellur um, tí har er ein
ljóssteyri fyri, ið blokerar útsýnið.
Hann smellur so um. Miðverjarnir
hjá okkum, Dan og Brandur, renna
spakuliga yvir móti honum, har hann
liggur á vøllinum, og hugsa »come on,
reist teg upp og spæl víðari«. Men tá
teir koma nærri, síggja teir, at tað er
‘Come on, reist
teg upp og spæl
víðari’. Men tá
teir koma nærri,
síggja teir, at tað
er álvari, og rópa
eftir at fáa hjálp«
Karl Mouritsen
Small um í Klaksvík
Myndir: Privat
persónssøga