hósdagur 27. august 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
11
álvari, og rópa eftir at fáa hjálp inn
á vøllin, greiðir Joan Hovgaard frá.
Joan rennur stillisliga yvir móti
har Karl liggur á síðulinjuni. Hon
heldur fyrst, at tað kanska er eitt
beinbrot ella okkurt líknandi, ið er
áfatt. Men tá hon kemur yvir til hans
ara, er tað ein munandi álvarsligari
støða, enn hon fyrst gav sær far um.
– Tá eg komi yvir, liggur hann á
liðini. Hann hevur krampar um allan
kroppin. Eg leggi merki til at hann
er bleikur, hevur bláar varrar og at
pupillurnar eru útspílaðar. Og so
merki eg at hann hevur ongan puls,
sigur Joan Hovgaard.
Níggju lívbjargandi
minuttir
Tað, ið síðani hendur, er stóra bragdið
í øllum hesum. Joan Hovgaard er út
búgving lærari og hevur gjøgnum sítt
starv verið á fyrstuhjálparskeiði, har
hon hevur lært lívbjargandi fyrstu
hjálp. Hon merkir eftir á Karli, at
ongin pulsur er, og byrjar tí at geva
fyrstuhjálp.
Á stilassinum heima við hús stend
ur eisini formaðurin í KÍ, Tummas
Lervig. Hann sær hendingina og
boðar alarmsentralinum frá um
gangandi, tá Karl smellur um á
fyrsta sinni. Meðan hann tosar við
alarmsentralin, rennur hann oman
á vøllin. Tá hann kemur til, har Karl
liggur, gerst greitt, at Karl hevur
fingið hjartasteðg. Tá ringir Tummas
á øðrum sinni á alarmsentralin.
Onnur fólk streyma eisini til.
Onkur loypir yvir í Svimjihøllina í
Klaksvík eftir einum hjartastartara.
Joan hyggur upp og leggur eisini til
merkis, at ein dama í svimjidrakt,
bert við einum handklæði rundan
um seg kemur við yvir á vøllin.
Henda daman er sum skilst
portørur, og hevur sæð at okkurt
er áfatt. Eisini ein lívbjargari úr
svimjihøllini er komin við.
– Men tá vit skulu
nýta hjartastartaran eru
elektrodurnar útgingnar.
So vit mugu halda áfram
við at geva hjarta
massagu og kunstigan
andadrátt, greiðir
Joan frá.
Tað er fysiskt
krevjandi at geva
l í v b ja r ga n d i
fyrstuhjálp, so
tey eru trý fólk,
ið arbeiða upp
á Karl, meðan
hann liggur
á vøllinum.
Hini
bæði
eru
Laila
J a c o b s e n
úr Miðvági
og Eyðstein
Poulsen úr
Klaksvík.
– Vit fáa lív í hann einaferð, altso
puls, og leggja hann á liðina. Men
so fær hann aftur hjartasteðg, og so
mugu vit halda áfram at geva fyrstu
hjálp, vísir Joan á.
At enda kemur sjúkrabilur á
staðið, og portørarnir taka yvir. Tá
sjúkrabilurin fer av staðnum við Karli
eru akkurát níggju minuttir farnir.
»Gullmedalja«
Hetta hendi alt leygardag. Mána
morgun vóru Karl og foreldrini send
til Danmarkar á Ríkissjúkrahúsið.
Her hava læknar kannað Karl, til tess
at finna útav, hví hjartað steðgaði.
Teir hava útilokað allar teir verstu
og álvarsomu møguleikarnar. Miku
dagin varð Karl lagdur undir skurð,
har hann fekk ein ICD, ella pace
makeara, innopereraðan, sum forðar
hjartanum at steðga aftur.
Men tað stendur rimmarfast, at
skjóta fyrstuhjálpin á staðnum hevur
gjørt allan munin.
– Ja, fyrsta viðmerkingin hjarta
læknin hevði, tá hann kom inn, var
»nå, der er vist nogen der har fortjent
en guldmedalje«. Var tað ikki fyri
fólkini á staðnum, varð útfallið nógv
verri. Her gjørdi tað allan munin,
sigur mamma Karl, Birita Petersen.
Hevði Karl ikki fingið fyrstuhjálp
beinanvegin og varð hann ikki komin
undir læknahond so skjótt, hevði
møguleikin fyri heilaskaða og tí, sum
er verri, verið nógv størri. Men tíbetur
hevur Karl tað eftir umstøðunum
gott í dag.
– Sum nú er, sleppur Karl ikki av
hjartadeildini í Keypmannahavn, tí
hann er framvegis undir observatión.
Men hann hevur tað gott, og vil gjarna
sleppa í gongd aftur. Hann gleðir seg
til vónandi at sleppa at spæla fótbólt
aftur, greiðir Birita frá.
Takksemi
Birita, John Heri og Karl eru øll við
gott mót og gleða seg at koma heim.
Men hjá teimum fyllir tað eisini nógv,
at tey hava ótrúliga nógv at vera takk
som fyri í dag.
– Serliga vilja vit takka øllum
teimum, sum vóru á staðnum og
komu Karl til hjálpar beinanvegin. Vit
vilja eisini takka øllum leikarunum
og báðum feløgunum fyri at taka
sær so væl av dreingjunum. Og so
serliga eina tøkk til familjuna her í
Føroyum, sum hava tikið sær av báð
um beiggjunum hjá Karl, meðan vit
øll hava verið her í Danmark, sigur
Birita at enda.
Hesa ferð spældi tíbetur væl av.
Enn eina ferð gongur sjón fyri søgn,
hvønn týdning tað hevur, at fólk eru
til staðar, ið kunnu veita lívbjargandi
fyrstuhjálp.
Kanska er hetta nakað, øll ítrótta
feløg í Føroyum áttu at givið sínum
venjarum og liðleiðarum skeið í. Tað
tekur hóast alt bara nakrar tímar, og
kann bjarga einum mannalívi.
rogvi@sosialurin.fo
»Fyrsta viðmerkingin hjartalæknin hevði, tá
hann kom inn, var ‘nå, der er vist nogen der
har fortjent en guldmedalje’. Var tað ikki fyri
fólkini á staðnum, varð útfallið nógv verri.
Her gjørdi tað allan munin«
Birita Petersen, mamma Karl
Karl Mouritsen við liðskiparabandinum um armin, eftir dyst
fyri 07 Vestur. – Sum nú er, sleppur Karl ikki av hjartadeildini í
Keypmannahavn, tí hann er framvegis undir observatión. Men hann
hevur tað gott, og vil gjarna sleppa í gongd aftur. Hann gleðir seg
til vónandi at sleppa at spæla fótbólt aftur, sigur Birita Petersen