hósdagur 27. august 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015
SOSIALURIN 98
13
Fólkaflokkurin leggur dent á tað mest
persónliga hjá einstaka borgarunum í
Føroyum - nemliga egið húsarhald og
fíggjarligt sjálvbjargni. Tað er á hesum
súlum, at samfelagið hvílur.
Fólkaflokkurin hevur arbeitt - og fer
framvegis at arbeiða - við virðing fyri tí
einstaka húsarhaldinum.
Komandi fýra árini verður orkan løgd í at
lætta munandi um hjá húsarhaldum við lág-
og miðalinntøkum.
Tá Fólkaflokkurin setur sær nakað fyri, so
verður tað avgreitt!
Flatskatturin kom í evstu løtu. Ein
skattaumskipan, ið kom øllum
samfelagnum til góðar og setti fokus á ta
inflasjón, ið var komin í skattahugsanini á
politiska víðvøllinum. Eingin hevði politiskt
árræði at steðga hesi inflasjón undan ABDH-
samgonguni.
Hagtølini tala, og teimum kann politiska
skipanin ikki avvísa.
Tey sum søgdu at prístalið í Føroyum fór
at hækka og gera ójavnan munandi størru
- fóru skeiv. Tey sum søgdu at sokallaða
flatskattaskipanin fór IKKI at ávirka búskapin
positivt - fóru skeiv. Tey sum søgdu EXIT
Føroyar - fóru skeiv. Í dag er hetta skalfest í
tølum frá Hagstovuni.
Prístalið er ikki broytt, og trupulleikin við
vaksandi ójavnaðnum síðsti mongu árini,
er als ikki vaksin við flatskattinum. Tað er
ein sannroynd, at meðan Javnaðarflokkurin
sæt við fíggjarmálum fyri 4 árum síðani vaks
ójavnin meir, enn hann hevur gjørt undir
sokallaða flatskattinum. Vit hava fingið
búskapar vøkstur - og síðst, men ikki minst,
er fólkatalið vaksið munandi.
Við nýggu skattakósini, ið Fólksflokkurin
saman við samgonguflokkunum hevur sett,
er einstaka húsarhaldið í miðdeplinum. Við
einstaka húsarhaldinum í miðdeplinum
hvílur samfelagið trygt, og vælferðin er
tryggjað.
Góðu føroyingar, verið við 1. septembur -
Veljið tryggu vælferðarkósina!
Eyðstein Poulsen
Valevni Fólkafloksins
Fólkaflokkurin
- tín persónliga trygd
Sámal Petur í Grund
Valevni hjá Framsókn
•
tann frælsa leiðin, er
tann gongda leiðin
•
vit skulu ØLL liva og
virka á jøvnum føti
•
vinnan skal vera
burðardygg í allar mátar
•
land okkara skal gerst
ein fræls tjóð