Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 14 Jógvan á Lakjuni løgtingsformaður og valevni Fólkafloksins Ein øgiligur ágangur hevur tey seinastu árini verið á nakrar av grundsúlunum í samfelagsskipan okkara, ið hava røtur langt aftur í tíðina og byggja á okkara kristna mentanararv. Nú er tað so hjúnabandslógin, ið stendur fyri skotum. Nøkur fólk vilja hava lógina broytta, soleiðis at hon ikki longur bara skal snúgva seg um hjúnalag millum mann og konu, men eisini millum fólk av sama kyni. Tað er ótrúligt, at vit skulu vera farin so langt út at koyra, men vit síggja tað í londunum rundan um okkum, at alt er farið á glið – og tíverri ger hetta eisini innrás her hjá okkum. Vit minnast øsingina, sum var í sambandi við §266b í revsilógini. Tey, sum royndu at vísa á, at hetta var byrjanin til eitt skriðulop og einki hevði við spurningin um diskriminering at gera, fingu rætt. Her verður ikki helmað í. Nú skal hjúnabandið, sum sjálvur Skaparin setti á stovn, vanvirðast. – Tað verður heldur ikki steðgað her, og vit vita, hvørji tey næstu krøvini vera. Vit síggja tey jú í londunum rundan um okkum. Hugburðsbroyting kalla tey hetta, og vit skulu vera rúmlig og vísa tolsemi, verður sagt. – Eg meini tað. – Hví so ikki bara avtaka hjúna­ bandslógina, soleiðis at øll kunnu gera akkurát, sum tey vilja? Men hví hava vit eina hjúna­bands­ lóg? Hví man hon vera komin? Man tað ikki vera, tí at endamálið við lógini júst var at “diskriminera”, so at tann siðbundna jødisk/kristna fatanin av familju og barnauppaling fekk ein framíhjárætt, av tí at henda fatanin varð sædd sum ein guddómlig skipan og sum eitt Guds vælsignilsi fyri foreldur og børn. Og tað hevur henda skipanin eisini verið. Tað er hon, sum hevur hildið samfeløgunum saman, og fara vit at pilka við hetta, fer samfelagið spakuliga í upploysing. Men tíverri eru tað politikarar og flokkar, sum í álvara tosa um at gera hetta. Tjóðveldi hevur fingið hetta inn í síni stevnumið, og Framsókn hevur líkasum fingið sær tað til skjaldramerki at vera so “liberalur”, at alt skal vera loyvt, og hevur sett sær sum aðalmál at pilka kristin kjarnuvirði úr lóggávuni – virði, sum land okkara hevur bygt á í øldir, og forfedrar okkara kempaðu fyri. Tað er grátiligt. Eg fari at heita á Føroya fólk, sama hvønn politiskan flokk tit velja: Veljið fólk á ting, sum tora at standa ímóti hesum rákinum, soleiðis at tey í sínum politisku flokkum kunnu gera sína ávirkan galdandi og forða fyri, at slíkar vanlukkulógir verða settar í gildi í Føroyum. Ein roynd at fáa hetta at ljóða so meinaleyst er at siga, at hetta er bara borgarligt hjúnaband. Men latið tykkum ikki tøla av hesum! Øll hjúna­ bond eru borgarlig!! Sálomon sigur í Orðtøkunum: “Flytið ikki hini gomlu markaskjalini, sum fedrar tykkara hava sett”. Og Jóannes Patursson tosar einki um hugburðsbroyting, rúmligheit ella tolsemi, men tekur undir við Sálo­ mon, tá ið hann sigur í sanginum, “Boðar tú til allar tjóðir”: “Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av, tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja.” Hetta lyftið, sum Jóannes Patursson sipar til, er tað lyftið, sum Skaparin hevur givið okkum, at fylgja vit hans­ ara boðum, so skal gangast okkum og landi okkara væl. Flyt ikki markaskjalini Høgni Reistrup Framsókn Almennu myndug­ leikarnir ætla at ídnaðargera og har­við spakuliga at kroysta ræsta og turra smakkin av døgurðaborðinum, nú kjøtið skal stava frá løggildum hjalli og sláturvirki. Hetta eru órímilig krøv at seta framleiðarunum. Úrslitið: Tað verður munandi verri hjá fólki at finna turkaðar bøgir og ræst tjógv í handlum ella á matstovum. Hetta má ikki henda. Treytirnar eru alt ov strangar og sampakka ikki við føroyska veruleikan. Hjallurin hjá fram­leið­ aranum skal hava forrúm, wc og vask. Men hvør bóndi fer at seta eitt wc inn í ein hjall? Krøvini fara at máa burtur av matmentanini, og samstundis verður hon útvatnað. Úrslitið verður monopol Nógvu treytirnar fara at elva til monopol og mainstream mat, tí smábøndur hava ikki ráð at gera íløgurnar uttan almennan stuðul. Og almenna stuðulin skulu vit ikki hava á sama hátt sum ES, har landbúnaðurin verður stuðlaður við 400 milliardum krónum á hvørjum ári. Vit mugu ganga aðrar vegir. Vit skulu stimbra vinnuna og hava nógvar smáar framleiðarar í okkara landi. Tann lítli bóndin vinnur frama aðrastaðni. Vit hoyra um slow food, tí fólk venda aftur til upprunaligu matmentanina, sum vit um stutta tíð sleppa okkum av við. Fólk leita aftur til tað serstaka og eftir ordiligum mati, sum ikki bara er framleiddur á stórum sláturvirkjum. Allur heimurin skríggjar eftir lokalari framleiðslu, tí rákið er, at vit eru meira tilvitað um, hvat vit eta. Tí fer Framsókn at broyta mat­ vøru­lógina, sum er sett at koma í gildi um eitt ár. Lógin skal virða vælroynda føroyska matgerð og framleiðslu og ikki seta handilsforðingar upp í okkara egna landi. Eitt tíðarhóskandi samfelag Matvørulógin skal vera tíðarhóskandi og styðja undir heimliga framleiðslu og sølu, og tí er tað óheppið fyrst at skjóta upp og síðani føra út í verki forboð og forðingar, sum bara darva okkara matmentan og vinnuligu møguleikum. Veruligi spurningurin, sum vit skulu seta, er: Hevur tú álit á lokala bóndanum og føroyskum mati, ella hevur tú álit á ES? Við nýggju lógini í lummanum ganga myndugleikarnir privata lívin­ um og virkseminum ov nær. Lógin má megna at taka dagar ímillum vanliga húsarhaldsvinnu og handilsligan útflutning. Laksaútflutningur er eitt - framleiðsla til heimliga marknaðin nakað annað. Tá ið vit ferðast uttan­ lands, síggja vit í heilum, hvussu mun­urin millum húsarhaldsvinnu og stór­rakstur ger, at lív og virksemi blóma. Sjálvandi skal trygdin vera í lagi og somuleiðis reinførið. Vit skulu hava greiðar reglur. Men vit skulu ikki hava órímiligar reglur. Hetta ber eisini til, sjálvt um vit ikki laga okkum eftir almennu myndugleikunum og ES. Vit skulu ikki vera bangin og lata okkum lynda. Við rættum ryggi skulu vit tora at standa við okkara matmentan og hava álit á teimum mongu, sum púra natúrligt turka og ræsa kjøt í øllum krókum í landinum. Tað almenna leggur seg á alsamt fleiri øki. Og í hesum føri leita myndug­leikarnir eftir trupulleikum, har eingir trupulleikar eru. Tað tænir ongum endamáli, og tí skulu vit ikki góðtaka gongdina. Vit skulu berjast fyri okkara søk, njóta okkara egna tilfeingi, geva fólki hug at arbeiða, selja vørur og vinna pening. Ein størri tænastuvinna og meira handil skapar framburð í okkara sam­felag. Eg eri sannførdur um, at okkara ríku siðir og virðismikla matmentan í framtíðini fer at styrkja okkara búskaparligu støðu – eisini í stremban okkara eftir at gera Føroyar til veruligt ferðafólkaland. Færri forboð og forðingar - matmentan í vanda Ræst og turt kjøt er ein mentanarligur gimsteinur. Vit skulu hava álit á okkara egnu evnum og ikki góðtaka matvørulógina og tilmælið frá ES Heðin Mortensen valevni Javnaðarfloksins At flyta arbeiðspláss úr Havnini fyri at bjarga útjaðaranum tyk­ist vera loysunar­ orðið hjá flestu val­ evnum hesaferð. Lat tað vera púra vist – tað kemur ikki uppá tal ! Hesi somu valevni ætla – eftir at stovnar og arbeiðspláss eru flutt úr Havnini – at fíggja trivnað og tænastu um landið við útjavning frá høvuðsstaðnum. Javnaðarflokkurin vil, at øll øki í landinum skulu hava javn­bjóð­is fortreytir at mennast. Javn­aðar­ flokkurin vil eisini hava eitt solidariskt býti av virðunum í Føroyum. Men skulu vit tosa solidaritet, so mugu allar inntøkur og skattaágóði av øllum virksemi roknast við. So má eisini takast við, at triðja hvør króna, forvunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni. Ella at aðrir landspartar hava lutfalsliga munandi størri inntøku av øðrum alment stýrdum vinnugreinum enn Havnin. Sum er koma bara 5% av lønarinntøkunum í Suðurstreymoy frá fiskiídnaði. Í løtuni verða allir hugsandi fót­ onglar lagdir fyri vinnumenning í høvuðsstaðnum. Eg kann sum dømi nevna útbyggingina av Tórs­ havnar havn, sum skal framtíðar­ tryggja livilíkindini hjá um 700 familjum í Suðurstreymoy. Ella Landssjúkrahúsið, sum er undir so trongum korum, at starvsfólk í stórum tali flýggja uttanlands at arbeiða, tí arbeiðstreytir og arbeiðs­ umstøður eru so út av lagi vánalig. Okkurt valevni spurdi, um eg fór at verja tað, sum Havnini til­ kemur. Onki kann vera meira púra vist enn tað. Ongin sleppur við mín­um vilja at flyta arbeiðspláss úr Havn­ini, ongin sleppur heldur at javna út, uttan so útjavningin er rættvís og kann renna báðar vegir, og ongin sleppir snikkaleysur at niðurlaga nakran almennan stovn í høvuðsstaðnum, hvørki Tórshavnar havn, útbúgvingarstovnar ella Lands­ sjúkrahúsið. Takið ikki feil: Hóast tað ljóðar so á meira enn øðrum hvørjum valevni, so byggja vit ikki land við at flyta arbeiðspláss – hvørki ein veg ella annan veg. Vit byggja land við at finna og skapa nýggjar møguleikar, allastaðni kring landið. Tí fari eg at stríðast fyri, hvønn einasta dag. Men sum goragangurin er – bæði frá nógvum sum sita á tingi og frá fleiri, sum vilja sleppa inn á ting – so trúgva tey flestu eftir øllum at døma ikki uppá lív og vøkstur í Føroyum. Tey munnu síggja Føroyar sum eitt beinarað, tá tey bara fyrilitaleyst ætla at hála sum mest og sum skjótast til sín og síni. Tí er støðan henda: Ein rødd úr høvuðsstaðnum – at umboða 41% av Føroya fólki - vantar í ólukkumát á løgtingi. Bæði fyri at bjarga høv­uðs­ staðnum og fyri at bjarga Føroya landi. Hugsið um tað 1. september. Ikki fleiri arbeiðspláss úr Havnini !