hósdagur 27. august 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015
SOSIALURIN 98
15
Zakarias Wang
Valevni fyri Nýtt Sjálvstýri
Í kringvarpinum týs
kvøldið var Kaj Leo
Holm Johannesen
at leggja sín politikk
fram.
Bilsin var eg, tá ið
hann segði hvør ið kundi koma upp
á tal at gerast løgmaður, um so var
at hann ikki fekk sessin aftur, og at
hann nevndi meg fyrst.
Hetta var óvæntað, men nú verði
eg spurdur, hvat ið eg sigi til tað.
Eyðsæð er, at eingin orsøk er til at
taka av uttan so at undirtøka fæst
fyri tí politikki, sum flokkur mín og
eg standa fyri.
Nýtt Sjálvstýri er farið til val uppá
at vinna okkum alt tað sjálvstýri, sum
vit hava rætt til.
Hvussu nógv hetta sjálvstýri
fevnir um, er fullkomuliga greitt. Vit
hava rætt til at avgera hvørjar lógir
skulu galda hjá okkum. Vit hava
rætt til at taka allar fyrisitingarligar
avgerðir. Vit hava okkara egnu
dómstólar, ja sjálvt hægstarætt.
At taka hetta stig er lógligt og
tað skuldi verið gjørt fyri langari tíð
síðani. Tað er jú eingin orsøk til at
okkara løgregla ikki er í okkara hond
um, ella at dómarar verða útnevndir
av útlendingum.
Sum kunnugt krevur Nýtt Sjálv
stýri, at okkara fólkatingsumboðan
verður avtikin. Hetta er sjálvsagt, tí
eins lítið og vit vilja hava at danir
skulu blanda seg upp í okkara
viðurskifti, skulu vit leggja upp í
teirra. Tá lóggávuvaldið er okkara, er
einfalt at taka tað stig at avtaka lógina
um val av umboðum á danatingi.
Henda lóg varð smoygd niður yvir
okkum uttan okkara vitandi og vilja,
og tað fyrsta vit gera er at siga, at
hon ikki longur er til. Sama er jú við
donsku stjórnarskránni, grundlógini,
sum teir settu í gildi her uttan at vit
fingu høvi til at taka støðu til um
vit vildu hava hana. At gera okkara
egnu stjórnarskrá tá vit hava fingið
tað sjálvstýri, vit hava rætt til, er lætt
gjørt. Upp undir fólkaatkvøðuna
í 1946 skrivaði Sigurð Joensen eitt
uppskot, og har er bert neyðugt við
smærri tillagingum.
Nýtt Sjálvstýri er ein sosialliberalur
flokkur. Tað at flokkurin er sosialur
vil siga, at hann heldur, at vit øll skulu
liva í hesum landi, eisini tey sum
búleikast á teimum niðaru rókunum.
Land okkara er ríkt. Liva nøkur í neyð,
er orsøkin at býtið av ríkidøminum
er ójavnt. Eyðsæð er, at tey á teimum
niðaru rókunum lutfalsliga bera tær
tyngstu byrðarnar. Skatturin vendir
tann tunga endan niðureftir við
einum ovurtungum inntøkuskatti
og avgjøldum, sum vit sjáldan hugsa
so nógv um, men sum eru ein størri
partur av inntøkuni hjá teimum á
niðaru rókunum.
Tað vit miða móti er at minka um
tað ovurhonds skatta- og avgjalds
trýstið á teimum lægru inntøkunum.
Hvaðani skal tað almenna so
fáa sínar inntøkur? Tað ræður jú
um at fara eftir pengunum har teir
eru, og ein og hvør veit, at tað eru
tær útlendsku fyritøkurnar, sum
sita á hesum inntøkum. Tí er tað
har, herjast skal á, og talan er um
ovurhonds upphæddir, sum als ikki
gjalda skatt sum er. Eitt dømi sóu
vit í fjør við garnabátinum Anitu.
Skipið fiskaði í okkara sjógvi av
føroyskari kvotu. Veiðan varð seld
uttanlands, og roknskapurin vísti, at
har var eingin inntøka, og tí eingin
skattur. Tað sum hendi er vælkent í
altjóða handli. Ein útlendsk fyritøka
í einum tilafturskomnum landi setir
seg á landsins tilfeingi og selur tað til
undirprís til eina vinafyritøku í einum
landi, har eingin inntøkuskattur
er. Haðani verður vøran seld fyri
ovurhøgan prís til endaliga keyparan
í einum øðrum landi.
Øll sjálvstýrandi lond hava eyguni
eftir slíkum ránsmannavirksemi.
Men av tí at vit ikki hava fingið nóg
nógv sjálvstýri er eingin vilji hjá
myndugleikum okkara at støðga
hesum óflýggjaskapi. Men her eru
stórirt møguleikar fyri øktum skatta
inntøkum frá útlendskum fyritøkum,
um so er at vit vilja fíggja skattalætta
til lág- og miðalinntøkurnar.
Á jólafundinum 1888 settu vit
okkum fyri at standa saman so
vit kundu menna landið og gerast
sjálvbjargin. Hetta hevur verið
stavnhaldið hjá øllum flokkum her á
landi, men tíverri hava útlendingar
forðað okkum í at seta hesa ætlan
í verk. Summi okkara, sum hava
ráð at gjalda, hava hildið tað verið
betri at fáa lægri skatt heldur enn
at menna landið. Her er tørvur á eini
hugburðsbroyting, soleiðis at vit
spenna okkum út til at menna okkara
vinnulív soleiðis at inntøkurnar
vaksa so nógv at vit megna teimum
krøvum til vísind og list, sum ein
framkomin tjóð hevur.
Nýtt Sjálvstýri er ein liberalur
flokkur. Í einum liberalum samfelag
eru fyritøkurnar privatar, soleiðis at
tað ber til at hava vinning um tær eru
væl riknar, og taka avvleiðingarnar
um fyritøkurnar ikki loysa seg.
Her er týdningarmikið at vit hava
privatan ognarrætt til framleiðslu
faktorarnar. Hetta verður gjørt tí
tað er bert við privatum ognarrætti
tað ber til at fáa framleiðararnar at
spenna seg út í kappingini, soleiðis
at vit sum samfelag fáa sum mest
burturúr. Tað almenna hevur tað
týdningarmikla lutverk at ansa eftir
at kappingin er á jøvnum føti og
annars leggja seg sum minst uppí.
Nú er greitt, at vit hava ikki staðið
okkum nóg væl í hesi kapping. Tað
sæst eina best av, at fólk í hópatali
eru flutt av landinum tí tey ikki
hava fingið høvi til at nýtt síni evni
her heima hjá okkum. Summi hava
roynt, men hava verið oyðiløgd av
almennari uppílegging.
Eitt dømi er tann syndarliga støða
sum vit hava við jarðarviðurskiftum
okkara. Eingin framleiðsla kann fara
fram uttan atgongd til jørð. Men hjá
okkum er helvtin av allari jørðini ikki
á privatum hondum, men er almenn.
Vit hava nakrar skrivstovumenn
sitandi í Havn, sum ráða yvir jørðini.
Fyri bygdirnar er hetta oyðileggjandi,
tí tann samvinna, sum kundi verið í
bygdini, verður spilt av tí almennu
uppíleggingini.
Tað sum verri er, er tað at øll
henda jørð ikki kann nýtast til at
reisa kapital til at fáa í verk nýggja
fyritøkur. Hevur ein unglingur eitt
gott hugskot sum kann nýtast til at
seta á stovn eina fyritøku, roynist
ofta soltið at venda sær til fremmand.
Vit føroyingar hava fyrimyndar
ligar unglingar. Teir luttaka í kapp
ingum um bestu fyritøkur, vinna
heiðursmerki – og so hendir einki
meir! Almennir stovnar, bankar og
stórar og ríkar fyritøkur halda avgjørt
ikki nakra orsøk vera til at hjúkla um
hesi ungfólk.
Men sama er skilið aðrastaðni við.
Í ongum landi verða so nógvar fyri
tøkur settar á stovn sum í USA, og 70%
av hesum fyritøkum verða fíggjaðar
av tí at foreldur reisa penging við veð
í ogn síni. Tað er hetta, sum ikki ber
til hjá okkum av tí at tey túsundtals
fólk, sum hava ta almennu jørðina í
hondum, ikki kunnu hjálpa børnum
sínum á tann mest effektiva hátt tá
tørvur er á tí.
Hetta er eitt mál, sum er sera lætt
at gera nakað við. Vit vita hvørjir
traðarmenn og festarar eru. Tað
sum krevst er, at politiska valdið
heilt einfalt ger av at hjálpa teimum
og børnum teirra við at síggja til,
at teir fáa somu støðu sum okkara
óðalsmenn hava. Hetta fer at loysa
upp fyri skapandi orku, sum í løtuni
liggur niðurbundin, og fer at vinna
okkum sigurskrans.
Men er hetta ikki ogn Føroya
fólks? Kann tað so gerast privat ogn?
Sjálvandi eru vit sum búgva í
landinum í fela eigari av hvørjum
bøkki. Men vit skilja at skulu vit lata
nakrar skrivstovumenn leggja uppí
og avgera um bøkkurin skal veltast,
so verður einki skil í. Tí hava vit
fyri okkara egna besta samtykt at
hava privatan ognarrætt, sum undir
almennum eftirliti best megnar
at gagnnýta teir møguleikar, sum
kunnu stinga seg upp.
Eitt annað, sum ger tað umráðandi
hjá okkum at sleppa tí almenna
ognarrættinum til jørðina er eisini,
at um so er at vit verða hersett av
útlendskum valdi, ber til hjá útlend
ingum at taka tað almennu jørðina,
meðan fólkarætturin sigur, at teir ikki
kunnu taka ognir frá privatum.
Hetta er sjálvandi ikki nakað,
sum sær serliga sannlíkt út sum er,
men vit skulu hava í huga, at okkara
sambandsríki Danmørk eisini okkara
vegna hevur lagt upp í eitt kríggj fyri
og annað eftir. Einki er so lætt sum at
fara í kríggj, men vansin er bara at tað
er eingin sum veit hvusssu tey enda.
Sum er kunnu vit ið hvussu er
siga, at danska uppíleggingin í londini
í Miðeystri hevur verið við til at fingið
so stórt óskil í har, at flóttafólk í
hópatali koma til Europa, og longu
hava røddir verið frammi um at vit
skulu taka okkara part av hesum
fólkum, sum flýggja av donskum
ávum.
Danmark hevur als ikki loyvi til
at fara í nakað av hesum kríggjum
uttan okkar samtykki. Men so leingi,
vit eru saman við teimum, kunnu vit
ikki sleppa undan avleiðingunum,
um so er at kríggið ikki gongur eftir
vild, annaðhvørt talan er um at missa
okkara jørð ella noyðast til at taka
móti flóttafólki.
Hetta eru so nøkur av teimum
málum, sum politisk semja skuldi
verið um, fyri at eg hevði tikið við tí
løgmanssessi, sum Kaj Leo helt at eg
var tann mest upplagdi at fáa eftir
hann!
Hvør skal kósin verða?
Sunneva H. Eysturstein
Valevni fyri Framsókn
Samfelagið flytir seg,
tíðirnar broytast,
og tað er áhaldandi
neyðugt at tillaga
lógir og reglur, ið
avgerða karmar fyri
samfelagið. Í hesum føri er talan um
tænastuvinnuna og veitingastøð,
sum umfata mat, skeinking og
undirhald.
Orsakað av gomlum lógaráset
ingum fyri halgidagssið og upp- og
afturlatingartíðir kemur meira enn
so fyri, at fólk verða tveitt á dyr, tá
tey als ikki ynskja tað. Ella ikki sleppa
at verða undirhildin, tá tey ynskja tað.
Tað er eingin orsøk til hesa viðferð
– annað enn, at politiska skipanin
manglar at dagføra karmarnar rund
an um tænastuvinnuna. Loysnin er
sera einføld: at gera tað!
Halgidagslógin frá 1924 sigur
millum annað, at almennt undirhald
ikki má fara fram longri enn til mid
nátt dagin fyri ein kristnan halgidag
og als ikki má fara fram dagin fyri
nakrar heilt serligar halgidagar.
Í løgtingslóg og kunngerð frá 1992
er ásett av landsstýrissmanni og
loyvisnevnd, at veitingastøð skulu
lata aftur á midnátt gerandisdagar
og leygar- og sunnunátt kl 04.00.
Í Framsókn ynskja vit at sleppa
av við óneyðugt alment formyndarí,
sum forðar privatu vinnuni at virka
til fulnar. Veitingastøð skulu sleppa
at samráða seg til og sjálvi áseta,
nær tað passar teimum best at veita
sína tænastu, tað veri seg við upp-
og afturlating ella við at undirhalda
kundan.
Skal Tinganes gera av, nær tú stuttleikar tær?
Tænastuvinnan blómar. Fólk savnast meira enn nakrantíð á matstovum, vertshúsum
og dansistøðum, men lógaravmarkingar køva vinnuna. Hetta hevur eina niðurbrótandi
ávirkan. Land og vinna missa umfatandi inntøkur, og viðferðin av kundanum,
sum ynskir at gjalda fyri eina sjálvsagda tænastu, er út av lagi vánalig