Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 16 Heri Mohr Fyri einari øld síðani umsetti Rikard Long eina aldagamla yrking úr fjarløgdum landi: Í ungum árum spurdi ofta eg teir vísu menn, hvør segði fyri seg um tað og tað – men altíð var tað mær sum fór eg inn og kom út sama veg. Og um somu tíð yrkti hann: Tá eg var ungur, eg var so spurin, eg vildi vita, hví eygu brenna, hví hendur fjøtrast og hjørtu tita o.s.fr. Og: Spurdi eg sólina, hví hon gekk vár og summar – og svarið fekk: elski eg mest um heimsins kring blábersbøkkar og berjalyng. Fyri hálvari øld síðani segði Chr. Matras, at hesi orð kundu loypt øvund á lesara, um hann sjálvur hevur roynt at yrkja. Hann var eisini av teirri áskoðan, at yrkingin Vætan (8 ørindi) sum Rikard Long yrkti 1916, sum mangur man meta at vera hansara bestu, og eina ta bestu, sum føroyskt mál eigur: Og sólin brendi heitt á vátan svørð, hvør fuglur læt, øll foldin sang í kæti; úr toku reis ein ný og føgur jørð í tøkk til alt, á fold av himni latið. Og í somu hálvu øld segði ein royndur løg­ tingsmaður eina góðveðursløtu úti á Skans­ anum, at dómsvaldið í Føroyum skuldi yvir­ takast. Hann vildi heldur hava ein føroying, ið dømir skeivt, enn ein dana, ið dømir beint. Segði hann. Og nú, í dag, vilja nøkur løgtingsfólk partú (partout) hava eina føroyska grundlóg. Kosta, hvat tað kosta vil. Uttan tó at siga nakað um, at tann danska rættarlógin – stór í vavi sum í níggjunda mánað við kappitlum og §§ í rúgvum – og dómsvaldið í síni heild eisini mugu skrottast. Einki land hevur tvær grundlógir. Men, vil onkur halda, løgtingið kann bara broyta stýrisskipannarlógina frá 1995 soleiðis, at hon ikki sampakkar við galdandi grundlóg. Tá verður eldur í koluni. Orðini í góðveðursløtuni á Skansanum fara kanska at ganga út. Annars vil ein av okkara mest royndu advokatum vera við, at okkara stýrisskipanarlóg er brotin einar 600 ferðir uttan revsiavleiðing. Sjálvandi kann løgtingið fremja lógar­ broytingarnar, ella gera eina heilt nýggja lóg, í staðin fyri galdandi lóg – uttan at hon verður kunngjørd beinanvegin – men tá hongur okkara høvd sum damoklessvørð í einum hestahári. Líka mikið; veljararnir eiga at fáa grund­ lógarspurningin skorna út í papp av flokkunum, sum nú bjóða seg fram, áðrenn atkvøtt verður í næstu viku. KALEIDOSKOP OG LØGTINGSVALIÐ Óluva Funding Flestu okkara hava verið í útlondum og sæð, hvussu bygt verður altíð í bratt­lendi, so frásýnið verð­ ur varðveitt hjá øllum – sjálvt eittplanshúsini. Eftir at hava staðið á grund­ stykkja­lista hjá kommununi í 7 ár uttan møguleika at ognast grund­ stykki at byggja eittplanshús til júst eldrarøkt, keypti undirritaða stykki í brattlendi frammi við Strand­ar­ vegnum og bygdi. Stóra gleði hevur 97 ára gamli pápi mín havt av frásýninum úr kam­ari, stovu og køki, eins og frá­sýni av altan og umkring, tá hann orkaði at koma út. Nú gevur kommunan loyvi til at byggja upp fyri húsini heilt upp um vindeyguni allan vegin, og eg fái at vita, at eg kundi jú bara havt bygt so høgt sum loyvt er. Grannin omanfyri hevur annars takkað mær fyri, at eg ikki bygdi upp fyri teirra frásýnið. Í Føroyum í dag er lítið forstáilsi fyri at taka sær av sínum egnu gomlu, hóast tað er álagt omanífrá. Lívsgóðska er lyklaorð, og er tað frá­ sýni út á sjógv – hjá okkum føroy­ ingum. Tí vil grannin niðanfyri koma so høgt upp sum gjørligt, so tann sum fer at byggja á stykkið undir honum, ikki skal taka frásýnið út á sjógv frá honum – vónar hann. Kundi tað ikki verið nakað hjá myndugleikum okkara at taka hædd fyri, at frásýnið verður varð­veitt hjá øllum? Her sjálvandi hjá okkum, tí tað ber sera væl til, og er væl egnað við eittplanshúsum, sum varðveita frásýnið? Fordømi er longu í Havn, har kommunan broytti og galt, so heim­ ið í Vallalíð er, sum tað er í dag; hóast tað kostaði kommununi sera nógv sambært teimum sjálvum. Hetta lesarabræv fyri at lata munnin upp fyri hin málleysa, sum hin gamli jú er. Við vón um, at politikararnir taka fatt og gera, so frásýnið verð­ ur varðveitt í økinum, sum sam­ bært borgarstjóra okkara skal vera eitt prýði. Sum nú er, ógvast bæði føroyingar og útlendingar, sum ganga hendan vegin í stórum tali, um nýbygging uttan fyrilit yvir­høvur. Býar- og byggisamskipan í Tórshavn og lívskvalitetur hjá gomlum Edmund Joensen valevni fyri Sambandsflokkin Valdagurin nærkast, og tað er umráðandi, at veljarar vita, hvat ið teir fáa, um at­ kvøðan fer til Sam­ bands­flokkin. Mín politiska missión í Løg­ting­ inum er at økja inntøkurnar, og tað ber væl til. Við øktum inn­tøk­ um skulu vælferðartænastur til føroyingar styrkjast. Og so skal sam­ starvið í Ríkisfelagsskapinum støð­ ugt útviklast. Sum eg síggi tað, má okkara flokkur savna seg um síni grundleggjandi virði, tá setast skal út í kortið fyri kom­andi valskeið. Grundsúlurnar eru tann sosial- liberala stevnan, Ríkisfelgsskapur og hitt kristna mentanargrundarlagið. Onnur skulu ikki gera av, hvussu sambandspolitikkur skal rekast, og um flokkurin er trúgvur ímóti sær sjálvum og sínum veljarum, gongst honum væl. Fólk skulu vita, hvar ið tey hava Sambandsflokkin, og tað fari eg at stríðast fyri. Trúgvur móti sær sjálvum Fólk skulu vita, hvar tey hava Sambandsflokkin, og onnur skulu ikki gera av, hvussu sambandspolitikkur skal rekast KJAK Óli Jacobsen Argir Tað er púra rætt, sum tú sigur í grei­ nini ‘Tey út­valdu’, Jacob: “Tey sum starvast í fiski­vinn­ uni í dag, reiðarar og partaeigarar í fiskivinnufyritøkum, eru ikki politiskt útvald, sum Høgni Hoydal, Magni Arge, Poul Michelsen, Aksel Johannesen, Sjúrð­ur Skaale og fleiri við teimum, royna at billa fólki inn.” Eg eri so púra samdur við Jacob Vestergaard, um andstøðan einki betur hevur at borðreiða við enn hetta sjabbið uppaftur og uppaftur í saman, so kann tað illa takast fyri annað enn bluff. So Jacob, fyri at fáa gjørt enda á hesum fjasinum, kanst tú ikki eina­ ferð med alla greiða has­um vilstu løgtingslimunum og sjálvandi eisini føroya fólki frá: • – Hvørja loyvisskipan vit hava og hvussu hon virkar ítøkiliga • – Hvat eitt veiðiloyvi er, hvussu tað er íkomið og hvørja uppgávu lands-stýrismaðurin hevur í samband við veiðiloyvir • – Nær og hvar løgtingið hevur samtykt, at landsstýrismaðurin kundi umgera rækju-, flaka-, línu, garna- og Kyrrahavsveiðiloyvir um til uppisjóvarloyvir í føroyum. Løgtingið gjørdi jú eina serskilda lóg viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá ídnaðarskipunum á sinni, og sum dømi so komu Hans Erik, Borðoyarnes og Sigurdfarið ikki aftur í frøroyskan sjógv, tá rættindini sum veiðiloyvi varð útskrivað til blivu burtur. Greið líka vilstu løgtingslimunum frá, nær og hvar var í lógini, at løgtingið hevur givið landsstýrismanninum heimild at gera av, at 150-200 veiði­ loyvir hjá feløgum til tosk, hýsu, upsa, longu, brosmu svartkalva, havtasku, blálongu í føroyskum sjógvi frá 1993 eru fyri einki at rokna, sammett við eitt veiðiloyvi, útskrivað til privat rættindi í Suðurkyrrahavinum í 2006, tá um makrelrættindi í føroyum ræður. Jacob, eins og tú so eri eg troyttur hesum sjabbinum. Les teimum tesktin, so vit fá tað yvirstaðið og øll kunnu koma viðari í valskránni. Les teimum tekstin, Jacob!