Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. august 2015 sosialurin 98 18 Í fóta- sporum pápans Pápin var skipari umborð á Leicester City, sum lá á Havnarvág, tá Lincoln City varð bumbaður av týskum flogfari Danjal av Rana Í farnu viku vitjaði Simon Everett úr Onglandi í Føroyum. Pápi hansara, Frances Arthur Everett, var umborð á vápnaða trol­aranum Leicester City, ið skuldi verja sjóøkið um Føroyar. Vápnaðir trolarar vóru júst hetta, trolarar, sum vóru tiknir av enska hervaldinum til nýtslu í krígnum. – Trolararnir vóru væl egnaðir til at sigla í norðsjónum og norður til Íslands og tí ynskti enska sjóverjan at nýta trolarar í krígsførsluni, millum annað til at rudda minur og leita eftir kav­bátum. Fremsta endamálið var at tryggja farleiðina millum Ísland og Ongland, sigur Simon Everett. Pápi hansara hevði verið skipari í handilsflotanum, men tá kríggj brast á, varð hann kallaður til krígstænastu og gjørdist partur av Royal Navy Reserves, ella sjórænarunum hjá Churchill, sum teir eisini vóru nevndir. Hann greiðir frá, at pápi hans­ara var umborð á Leicester City krígs­árini og var í Føroyum og Íslandi megin­ partin av tíðini, og at hann tosaði ofta um Føroyar og vakur­leikan her. – Pápi hevði nógvar myndir frá tíðini í Føroyum og eg eri uppvaksin við hesum myndunum og søgunum úr Føroyum, sigur Simon Everett. Tað er serliga ein søga, sum Frances Arthur Everett ofta plagdi at siga frá. Ein dagin, hetta var 20. Februar 1941, skrivar Niels Juel Arge í stór­verkinum Stríðsárini 1940-1945, tá Leicester City og partrolarin, Lincoln City, lógu á Havnarvág, komu tvey týsk Heinkel bumbuflogfør yvir Velbastað­háls. Maskinbyrsurnar og kanóninar í Havn, umframt vápnaðu trolararnir báðir, fóru beinanvegin at skjóta eftir flogførunum, sum svar­ aðu aftur. Annað flogfarið snaraði og flýddi eystur í hav, meðan hitt snar­aði vestur undir Glyvursnes, men vendi síðani aftur. Komin oman í Álaker slepti flogfarið tveimum 250 kilo bumbum, sum allarhelst vóru ætlað­ ar oljutangunum, men rakti ikki. – So kom tann triðja bumban, ið var ætlað Lincoln City. Í fyrstani tókt­ ist tað, sum hon rakti; men so var ikki. Hon fór tó tætt niður við borðinum. Nøkur sekund gingu. So brast hon, og trolarin lyftist upp úr sjónum og brotnaði av um tvøran. Alt huldist nú í sjóroki og dampi eina løtu, og tá ið av var rokið, var eingin Lincoln City at síggja, skrivar Niels Juel Arge í øðrum bindi av Stríðsárini 1940-1945. tta mans lótu lív í álopinum, men føroy­ ingar vóru skjótir til havs at bjarg­að rest­ini av manningini, hóast týsku flog­førini enn skutu eftir teimum. Flogfarið legði síðani leiðina inn á Skálafjørðin, har tað royndi at bumba tangaskipið War Pindari, sum lá har. Bæði frá Skansanum í Havn og av Skála­fjørðinum varð skotið eftir flogfarinum, sum at enda leitaði sær norður­eftir og mátti neyðlenda uttan fyri Gøtugjógv. Teir fýra menninir um­borð á flogfarinum vóru tiknir til fanga. Ein gøtumaður bjóðaði teim­ Eg vildi fylgja í fóta­sporunum hjá pápa mínum og endur­skapa søgur­nar, eg hoyrdi sum barn« Simon Everett