hósdagur 27. august 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
19
– Eg helt, at eg skuldi royna at gera hetta til eitt
ordiligt upplivilsi, at eg varð noyddur at kýta meg,
fyri at megna hetta, sigur Simon Everett
um ein drekkamunn, meðan bíðað
varð eftir, at enskir hermenn skuldu
koma eftir teimum.
Átta mans lótu lív í álopinum á
Lincoln City, meðan hinir vóru tiknir
upp av føroyingum, sum vóru skjótir
á flot at bjarga teimum.
Lincoln City tók eisini lut í
bjargingararbeiðinum, tá norski kola
damparin Dagny I varð søktur. Dagny
I varð komin við koli úr Svalbard og
var á veg til Onglands, men varð farið
inn á Skálafjørðin at taka proviant.
Á veg avstað aftur, nakað í ein lands
ynning úr Borðuni, varð skipið álopið
av einum týskum flúgvara, sum rakti
skipið við tveimum bumbum. Eldur
kom í skipið. Leicester City royndi
at bjarga Dagny I, setti enda á tað og
setti kós móti Miðvági. Tað eydnaðist
at sløkkja eldin umborð, men brád
liga, einar seks fjórðingar í ein lands
ynning úr Kaplinum, sakk skipið.
Fýra av mannskapinum og tvey av
ferðafólkunum lótu lív. 56 fólk vóru
við Dagny I á ferðini.
Eftir kríggið fór Frances Arthur
Everett aftur í handilsflotan og sigldi
nógv í Ceylon, sum Sri Lanka æt tá,
og seinni í Mombasa í Kenya.
Í ár eru 70 ár liðin síðani annar
heimsbardagi endaði, og Simon
Everett nýtti tí hetta høvi at vitja
Føroyar.
– Eg havi leingi ætlað mær, at vitja
Føroyar. Søgurnar og myndirnar hjá
pápa mínum vakti mítt forvitni og
hava drigið meg móti Føroyum. 70
ára hátíðarhaldið helt eg vera eitt gott
høvi, sigur Simon Everett.
– Eg vildi fylgja í fótasporunum
hjá pápa mínum og endurskapa
søgurnar, eg hoyrdi sum barn. Eg vildi
vitjað hesi støðini, sum hann hevði
sagt mær um, hyggja at myndunum
hjá honum og síggja, um samfelagið
mundi vera broytt, sigur Simon
Everett, sum síðani hevur ferðast um
og roynt at endurskapa myndirnar,
sum pápi hansara tók.
Hesar dagarnar hevur Simon
Everett so ferðast um í Føroyum.
Hann setti seg fyrst í samband við
Fornminnissavnið og hevur haðani
fingið hjálp til at síggja, hvaðani
myndirnar hjá pápanum eru tiknar.
Hann hevur eisini latið Fornminnis
savninum taka avrit av myndunum
at hava í varðveitslu.
danjal@sosialurin.fo
2000 km
á motor
súkklu
Simon Everett tók ikki
stytsu leið til Føroya
Hann greiðir frá, at tá hann byrjaði
at fyrireika ferðina fyri tveimum
árum síðani, var fergusamband
millum Newcastle og Danmark.
Hon varð tó niðurløgd stutt eftir
og so hevði Simon Everett bara
tvey val. Tann lætti møguleikin
var at seta seg í eitt flogfar.
– Tað var ov lætt. Eg helt, at
eg skuldi royna at gera hetta til
eitt ordiligt upplivilsi, at eg varð
noyddur at kýta meg, fyri at
megna hetta, sigur Simon Everett.
Hann gjørdi tí av, at fara til
Føroya á motorsúkklu. Tískil
mátti leiðin leggjast úr norður-
onglandi, har Simon Everett
býr, suður til Dover, við fergu
yvir til Fraklands, og so koyra
norður gjørnum Frakland, Belgia,
Holland, Týskland og Danmark, til
Hirtshals og síðani við Norrønu
til Føroya. Gott og væl 2.000 kilo
metrar tilsamans.
– Ja, eg fekk ein ordiligan túr
burtur úr, kanst tú trygt siga. Eg
helt tað var líka sum eitt sindur
tómt, tað manglaði eitt sindur av
sál, at bara loypa umborð á eitt
flogfar. Túrurin gevur nógv meiri
til ferðina, at hetta kravdi so nógv
av mær. Annars hevði tað jú bara
verið sum at fara á gátt hjá bróðir,
sigur Simon Everett.
Umframt at vitja støðini, sum
pápin hevur greitt honum frá um,
nýtir Simon Everett høvi at skriva
nakrar ferðafrásagnir um Føroyar.
Umframt myndatøku, hevur hann
stóran áhuga í motorum og tað
merkir eisini ferðafrásagnirnar.
Ein av frásøgnunum fer sjálvandi
at snúgva seg um ferðina á motor
súkkluni. Ein onnur verður um ein
túr, hann var við NAX norðureftir,
og ein triðja um hvussu tað man
vera, at ferðast við báti í Føroyum.
danjal@sosialurin.fo
Myndir: Privat
»Eg havi leingi ætlað mær, at vitja
Føroyar. Søgurnar og myndirnar
hjá pápa mínum vakti mítt forvitni
og hava drigið meg móti Føroyum.
70 ára hátíðarhaldið helt eg
vera eitt gott høvi«
Simon Everett