Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 20 Ongantíð fyrr hava valevnir brúkt so nógvan pening uppá plakatir, sum hesuferð ÁRNI GREGERSEN A llastaðni kring landi eru stórar og ógvusligar valplkatir at síggja, nú undan valinum 1. sep­ tember. At plakatir verða brúktar er ikki nakað nýtt, men bæði talið og støddin av plakatunum er munandi ógvusligari enn tær hava verið fyrr. – Hetta er ein trendur, sum vit eisini síggja aðrastaðni, sigur Høgni Rasmussen, samskiftisráðgevi. Í høvuðssstaðnum síggjast plakatir so at siga allastaðni, men tað tykist sum valevnini halda, at tær síggjast best kring rundkoyringarnar. Har eru flest plakatirnar í tali, men eisini aðrastaðni, har ferðslan noyðist at steðga fyri at sleppa út á vegin, hanga nógvar. Fyrr plagdu plakatirnar at hava ein boðskap um, hví ein skal seta kross júst við tað valevnið ella tann flokk, sum plakatin umboðar, men soleiðis er ikki nú. – Næstan ongar plakatir hava nakran boðskap. Tær hava mynd av valevnunum og so eitt navn og navn á flokkinum, sigur Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi. Bert einstakar plakatir hava ein boðskap. Tað sæst klárt og týðuliga, tá ið hugt verður at plakatunum: Framsókn var fyrst úti og hevur valt at hanga F upp nógvastaðni. Út gjøgnum Havnardal sæst F á hvørjum steyra Kristina Háfoss, Tjóðveldi, hevur sett plakatirnar upp soleiðis, at hon sæst frá øllum sjónarhornum Fleiri og størri val enn í nøkrum øðr