Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 28 Óli Jacobsen FRAMLØGAN: SØGAN UM KJØLBRO Ein týðandi partur av Klaksvíkar søgu varð lagdur fram seinasta leygardag í Klaksvík. Hetta var søgan um mannin, sum »skapti« Klaksvíkina T að er skrivað nakað um Kjølbro millum ár og dag. Hetta hevur mest verið um hansara skipasøgu. Men nú er fyrstu ferð skrivað ein bók, sum lýsir hansara virki í síni heild, og sum eisini roynir at lýsa hann sum persón. Henda bók varð løgd fram í Ósáskúlanum í Klaksvík tann 22. august í fullsettari høll. Skráin var sera fjølbroytt. Høvundurin greiddi frá arbeiðinum við bókini, Jóan Pauli Joensen, professari greiddi frá um týdningin av Kjølbro, og Finn Kjølbro greiddi frá um abban. 17 sang­ ar­ar við Jógvan við Keldu framførdu fleiri sangir. Høvið var at keypa bókina, og tey vóru nógv, sum gjørdu tað. Nú mánadagin var eisini fram­løga í H.N. Jacobsens Bókhandli. Ymsar fatanir av Kjølbro Fatanin av Kjølbro spennir sera vítt. Hon er heilt frá tí, sum William Heinesen skrivaði, at hann av summum var mettur at vera »en slags frugtbarhedsgud, et Vorherres udvalgte redskab, der skaffer mad til de tusinde munde og har gjort Klaksvig by til det, den er« til at hann var ein ráur kapitalistur, sum eisini forðaði fyri øllum øðrum fyritaksemi í Klaksvík. Veruleikin er sjálvsagt onkustaðni har ímillum. Bókin hjálpir til at finna rætta svar­ið. Tað hevur verið ein stór uppgáva at skriva eina bók um Kjølbro. Her er talan um ein sera fjølbroyttan mann, sum var virkin á ógvuliga mongum økjum. Umframt hetta verður roynt at svara spurningunum: Hvør var Kjølbro, og hvussu var hann? Tað er so heppið, at tað finst nógv tilfar um Kjølbro. Enn meira heppið er, at hann hevur tosað sína søgu inn á band. Henda frásøgn er beinagrindin í bókini. Umframt hetta er nógv annað tilfar. Fyrst og fremst er tað tøka skjalatilfarið hjá og um Kjølbro. Fleiri hava eisini skrivað í bókum sín­ um um Kjølbro, sum J. Símun Hansen, Robert Joen­sen og Hans A. Sølvará. Bløðini hava verið ein góð kelda, ikki minst Norð­lýsið. Men umframt alt hetta eru eisini havd­ ar ein hópur av samrøðum við fólk, sum hava kunnað givið størri og minni íkast til hesa søgu. Tískil kann sigast, at hóast fitt av søguni um Kjølbro er kent av mongum, so er tað ein stórur partur, sum nú kemur fram á fyrsta sinni. Ein søga sum henda verður ikki gjørd av einum persóni einsamøllum. Tað beinleiðis baklandið eru teir tríggir systkinabørnini Finn, Anders og Jóannes. Finn og Anders hava eisini gjørt tað mesta av arbeiðinum við at fáa til vega myndirnar í bókini. Umframt teir hava Jóan Pauli Joensen, Turið Kjølbro og Árni Absalonsen verið til hjálpar á ymiskan hátt. Bókin fer í hvønn krók hjá Kjølbro Bókin er sera umfatandi. Talan er um meira enn 30 kapitlar, sum fara í hvønn krók í lívinum hjá Kjølbro. Her er bæði talan um hansara vinnulívssøgu og hansara persónligu søgu. Greitt er frá øllum hansara skipum og virkjum. Men har tað longu er tilfar tøkt, verður minni gjørt burtur úr. Roynt hevur verið at lýsa allar tær vanlukkur í fyritøkuni, sum hava kostað mannalív. Tað er nógv skrivað frammanundan um Ernestinu. Tí er minni skrivað um hesa vanlukku í bókini. Komið er eisini fram á vanlukkur, sum ikki hava verið kendar fyrr. Hetta kann alt samanumtikið sigast at vera eitt íkast til vinnusøguna í Klaksvík og Føroyum. Tað eru annars í ár 100 ár síðani, at Kjølbro byrjaði sjálvstøðugt handilsvirksemi, tá ið hann gjørdi seg leysan av faktorin, havnar­manninum Johan Christian Djurhuus, fremsta vinnulívsmann í Klaksvík undan Kjølbro. Fyrsta skipið, Soli Deo Gloria, hevði hann tá keypt saman við Dáva, beiggjanum, í 1913. Kjølbro og samkoman Ein týðandi partur av søguni hjá Kjølbro hevur verið hansara leiklutur í Brøðrasamkomuni. Hann hevur tosað inn á band sín »persónliga vitnisburð«, og tað er í hansara anda, at vitnis­ burðurin verður endurgivin. Bókin viðgerð eisini spurningin um fólk fóru í Brøðrasamkomuna av fíggjarligum or­ søkum. Kjølbro hevði nógv skrivligt samskifti við trúboðarar í Brøðrasamkomuni. Teir takkaðu eisini Kjølbro fyri hansara »kærleiksgávur«, sum mundi merkja fíggjarligan stuðul, har hann ikki var pírin. Dávur, beiggin, var eisini virkin í Brøðra­ samkomuni, men hann byrjaði í missións­ húsinum Emmaus. Men aftaná vanlukkuna við Ernestinu í 1930 fór hann eisini í Betesda. Hóast Kjølbro tók andaligar spurningar í størsta álvara, hevði hann eisini humor, og tað hevur bilførarin hjá honum, Mortan Justesen, eisini havt. Teir tosaðu um at keypa ein bil, tí tann gamli frá 1926 var vorðin so vánaligur. Mortan helt fyri, um hetta mundi loysa seg, tí Harrin kundi koma aftur hvørja løtu! Hetta var jú boðskapurin í trúgv teirra, sum ofta varð havdur á lofti. Tá helt Kjølbro skálkaliga fyri, »um tað gjørdi nakað, at bilurin stóð eftir!« Køvdi Kjølbro alt annað virksemi? Ein ofta reistur pástandur er, at Kjølbro køvdi øll onnur, sum royndu seg við virksemi í Klaksvík. Tað eru nógvar leysasøgur um hetta. Men sakin er bara tann, at slíkar leysasøgur hava tað við at verða snaraðar, so tær tæna sínum endamáli. Ofta kann vera ein rímilig frágreiðing aftanfyri hesar søgur. Tí kunnu slíkar søgur ikki brúkast einsamallar. Tað er kortini eingin ivi um, at Kjølbro var so stórur og eisini fíggjarliga sterkur, at hetta kundi í sær sjálvum kennast sum ein forðing hjá øðrum at sleppa framat. Kjølbro hevði nógvar góðar eginleikar, men sum hjá øllum okkara hevði hann eisini eginleikar, sum hann kundi lastast fyri. Ofta skilti hann ikki, at onnur kundu vera Siðsøga Sjálvandi fekk Kjølbro sjálvur fyrsta eintakið Bókin verður signerað á skriviborðinum hjá Kjølbro