Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2015 SOSIALURIN 98 29 Komandi partur Í komandi parti verður ein higartil ókend frásøgn um Norsku Løvu og greivan við Sjógv. ósamd við honum, og tað serliga tá ið hann helt, at tey gjørdu honum órætt. Tá kundi hann gerast ósakligur og niðursetandi. Sum tá hann kundi siga við menn, sum hann metti leggja fótonglar fyri seg: »Vit byrjaðu at handla í senn...« og nú kundu fólk síggja »mun á monn­um«. Hesin partur av hansara lyndi er eis­ini lýst í bókini. Men annars var hann bæði hjálp­samur og stórsinnaður. Eitt serligt við bókini er eisini, at arbeiðs­ konur og krambagentur koma til orðanna í bókini, og er hetta eisini við til at lýsa Kjølbro og Karina jaliga. Hví gekk tað sum tað gekk við Kjølbro? Ein spurningur eftirtíðin setur er, hví tað gekk sum tað gekk. Tá ið føroyska samfelagið annars hevði framgongd mátti danski tjóðbankin í 1962 bjarga JFK undan húsagangi. Tá misti Kjølbro eisini veruliga valdið á fyritøkuni. Orsøkin var vist í stuttum, at Kjølbro var blivin gamal. Karin, konan, doyði í 1952, men tá hevði hon verið sjúk og minnisveik í fleiri ár. Karin hevði tey fyrstu mongu árini verið hansara fremsti partnari, og hann gav henni æruna fyri, at tað hevði gingist so væl. Kjølbro misti »yvirblikkið« og framdriftina, og hann var ikki longur vinnuliga í fremstu røð. Nógvar av eindunum í fyritøkuni, eisini í fiskiflotanum, góvu hall, og hann fekk seg ikki til at lata aftur. Umframt hetta komu feilíløgur sum á Skála. Men hóast tað gekk sum tað gekk, so »livir« Kjølbro enn. Nógv av hansara virksemi er til enn. Óneyðugt er at nevna meira enn trolara­ søguna, sum Kjølbro byrjaði í 1932, og sum er í besta blóma dagin í dag. Øðrvísi enn aðrar bøkur Tað er neyvan ivi um, at henda bókin er øðr­vísi enn hon vildi verið, um onkur annar hevði skrivað hana. Bókin er ikki skrivað út frá nøkrum viðurkendum og niðurskrivaðum leisti. Høvundurin kennir seg mest sum ein bátasmið. Teir hava allir hvønn sín leist, sum teir hava í høvdinum. Men ein meginreglu er ikki at byrja við niðurstøðuni og at laga innihaldið eftir henni. Ein onnur meginregla er, at í skrivingini er hildið seg til tað, sum kann prógvast. Hetta gevur nærum ikki rúm fyri gitingar, sum seinni kunnu prógvast at vera skeivar. Hesin leistur er dámdur av lesarunum og hevur annars fingið viðurkenning frá søguprofessarum og -doktarum úti í heimi. Bókin er løtt at leita í. Umframt navnayvirlit er eisini eitt útgreinað innihaldsyvirlit, har tað ber til at finna allar táttir í virkseminum og lívinum hjá Kjølbro. Jóan Pauli: Kjølbro var serligur Í síni framløgu segði Jóan Pauli Joensen mill­ um annað: Sum ungur hevði Kjølbro, sum so mangur, trupult at fáa fígging, og tí dugdi hann at síggja virði í at fáa ein fót innanfyri fíggjarheimin. Hann sat í nevndini fyri Norðoya Sparikassa og seinni, eftir at Sjóvinnubankin fór á húsagang, fekk hann við sínum royndum eisini sín leiklut, tá bankin skuldi endurreisast. Hann royndi seg bæði sum kommunalpolitikara og sum landspolitikara, men landspolitikkur tyktist ikki at hava hansara stóra áhuga, tí tann kvørnin mól ikki eftir hansara høvdi. Hann var ein patrónur og ein matadorur, sum dugdi væl at røkja sínar klientar, eingin ivi um tað. Men eisini tá tað kom til tað andaliga, kom hann at vera ein oddviti við sínum tilknýti til samkomuna Betesda, har teir báðir Jens Klæmint Isaksen og hann so tignarligur sótu á hvør síni pútu. Tað kann í sjálvum sær eisini hava gjørt sítt til at draga fleiri fólk til hesa sam­komu. Kjølbro visti, at hann hevði stóran týdning fyri Klaksvík og tað kom fyri, at hann gjørdist firtin, tá hann kendi seg skerdan í sinum virksemi, eitt nú av kommunustýrinum. Tað var tá, í 1938, at hann hótti við at flyta ein stóran part av virksemi sínum á Kunoyarnes. Tað var kanska eisini ein orsøk til, at hann í 1940 legði part av sínum virksemi á Skála. Skalt tú lýsa lív og virki hjá Kjølbro, so verður tað vinnulívsvirksemið, ið fyllir megin­partin. Privatpersónurin fyllir minni. Kjølbro var sum nevnt av vanligum fólki. Tey hjúnini bygdu sær prýðilig modernað hús við øllum hentleikum. Tey fingu so við ein lívsstíl, sum hevði ein farra av húsum við teimum uppi á og teimum niðriundir. Tað, at Kjølbro var tann stóri bygdakongurin, skapti eina ávísa frástøðu, og tí duttu fólk ikki inn á gólv teirra í tíð og ótíð, sjálvt um Kjølbro og kona hansara vóru sera gestablíð, tá fólk komu á gátt. Kjølbro var sjálvur rættiliga puritanskur í síni lívsførslu. Tað vóru ikki ball og smellurin av champagnuproppum og klirrið av kokteilgløsum, sum eyðkendi lívið í húsum teirra. Heldur vóru tað friðarlig borðhald við borðbønum, har eitt nú trúboðarar og præ­ diku­fólk kundu vera gestir. Sagt verður, at Kjølbro dámdi best kókaðan fisk og smelt til døgurða. Hann hevði vist ikki rættiliga ans fyri tí hægra matkynstrinum, sjálvt um bæði tann fyrra og tann seinna konan royndi sítt besta fyri at gera kostin eitt sindur fjølbroyttan í heiminum. Hann royndi hinvegin eins og nessekongarnir í Norðurnoregi at fáa børnum sínum góða skúlagongd, sjálvt um hann ikki sendi tey á fínar privatskúlar í Sveis. Fólk í Klaksvík minnast sjálvandi Kjølbro á ymiskan hátt. Summi sóu hann sum tann stóra breyðgevaran, onnur sum ein ráðaríkan bygdakong, ið vardi sítt og forðaði øðrum virksemi at sleppa framat. Sjálvt um hann gav nógvum arbeiði, so vóru tað tíðir, eitt nú í 1950-árunum, at tað var ikki nóg mikið av arbeiði til øll. Tað vóru tí teir, sum kendu seg forsmáddar, tí teir ikki fingu kjans við eitt nú trolarunum hjá Kjølbro. Minnissøgan hevur altíð nógv og ymisk andlit, sum øll kunnu vera røtt upp á sín máta. Eitt, sum neit rættiliga fast hjá Kjølbro var læknastríðið í Klaksvík, sum hann og hans­ara næstu komu at vera vavd uppí. Fólk fóru knappliga at venda sær móti honum og hansara á einum palli, hvørs týdning hann helst ikki rættiliga skilti. Í teimum endur­ minn­ingum, sum hann á ellisárum las inn á band, nevnir hann als ikki hetta stríð. Tað verð­ur burturtagt, tað hevði helst nitið ov fast hjá honum. At enda fari eg at ynskja abbasynunum, sum hava staðið fyri útgávu av bókini um Kjølbro til lukku og skyldfólki hansara annars, nú hon er vorðin til veruleika. Eisini fari eg at ynskja høvundanum Óla Jacobsen til lukku við eini góðari, áhugaverdari og rættiliga javnvigandi bók, sum ferð víða um bæði í smáum og stórum. Og til tykkum í Klaksvík, til lukku við, at aftur eitt stórt klípi er lagt afturat tykkara lokala samleika og tykkara søgu. Erling Joensen frá Gjógv hevur siglt nógv hjá Kjølbro sum kokkur. Hann var við í framløguni í Havn Finn Kjølbro saman við abbasoninum Ólavi Jóannes Kjølbro, abbasonur Kjølbro Systkinabørnini Sjúrður Kjølbro og Anders Harboe Ree tosa um abban Jóan Pauli Joensen greiddi frá um Kjølbro á framløgununum