Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. august 2015 sosialurin 98 30 ummæli HUGFANGANDI »Føroyar vóru hersettar av Onglandi undir 2. veraldarbardaga«. Setningurin loypur neyvan hvøkk á nakran. Tað er ein søgulig sannroynd. Almenn vitan. Men hvat var tað í roynd og veru sum hendi? Henda spurning hevur Det Ferösche Compagnie sett sær fyri at kanna nærri í leikverkinum Operation Valentine, ið verður framført í Sjónleikarhúsinum í hesum døgum Knút Háberg Eysturstein L at tað vera sagt beinavegin: øll burdu farið til Operation Valentine. Tað er tað vert. Samstundis havi eg ikki hug at avdúka nakað sum helst um leikverkið, tí tað roynist best um ein ikki veit ov nógv frammanundan. Fari tó at royna at siga eitthvørt varis­ ligt um mína uppliving av frum­fram­ førsluni fríggjakvøldið 21. august. Søguligar sannroyndir, eisini tær nógv umrøddu, hava onkursvegna lyndi til at »smalkast« við tíðini. Hendingar­rík og kompleks tíðarskeið gerast sum frá líður til slagorð og yvir­ skriftir, og nuansurnar og smálutirnir kámast við árunum. Ættarlið fella frá, og tað er sum at vit gloyma allar síðugøturnar og skýmaskotini, har lívið var livað. Í so máta eydnast tað við Operation Valentine at minna okkum á, at aftanfyri hina dominer­ andi søguligu frásøgnina búgva ótaldar søgur og lagnur. Rivur í tíðini Hetta er fjórða leikverkið, ið Det Ferösche Compagnie er farið undir síðani kompaníið var stovnað í 2010. Áður hava tey lýst føroyskar sagnir og frásagnir í En rejse udi Færø 1781- 82 (2011) og Regn (2012). Hesuferð eru nýggjari tættir í føroyskari søgu til viðgerðar. Í forhøllini í Sjón­leikar­ húsinum verða myndir og lutir frá Krígssavninum sýndir, og tá tú trínir innar fært tú bjóðað drekkamunn og smákøkur. Biscuits, grønar keks o.a., ið riggar væl afturvið bretskt-før­ oyska huglagnum, og tú kennir teg væl­komnan. Eftir eini løtu bjóða leikararnir Kjartan Hansen og Kristina Sørensen Ougaard okkum innar í teatursalin í Sjónleikarhúsinum. Bert heilt fá sitipláss eru, og hugskotið er at áskoð­ararnir standa og ganga frítt runt. Komin innar stilla tey flestu seg framvið vegginum báðumegin gólv­ið. Meðan ljóst er inni, leggja teir báðir leik­ararnir fyri við at greiða frá, hvussu bretskir hermenn og føroyskar gentur plagdu at dansa í hesum sal­inum. Hvussu børnini leitaðu sær í kjallaran í Sjónleikarhúsinum, fyri at kaga upp gjøgnum rivurnar í gólv­inum, og hvussu føroyskir menn plagdu at hyggja langtandi inn gjøgn­um vind­ eyguni. Sjálv eru vit sum áskoð­arar sloppin innar í tað allar­heilagasta – teatursalin – og tað er sum um rivur­ nar og vindeyguni gerast metaforar fyri alt leikverkið. Her gloppast eis­ ini rivur, men hesuferð er talan um rivur aftur í tíðina. Vit sleppa at kaga í gjøgnum tær, og fáa eitt innlit í lívið fyrr. Lívið í øllum tess ósagda ruðu­ leika. Minimalistiskt og ósentimentalt Hóast móttøkan úti í forhøllini er hugnalig, gerst hetta ikki nøk­ur sentimental ella nostalgisk tíðar­ sýn­ing. Tvørturímóti. Her er eing­ in útgerðar­mikil pallseting við søgu­ligum búnum og leikgripum. Ístaðin fáa vit eina luftkenda og mini­malist­iska pallseting, har alt beina­vegin kennist elementert: ein presend­ing, ull, hoygging, skíggj og einar hertiknar Føroyar í leysari luft. Lat tað vera sagt beinavegin, øll burdu farið til Operation Valentine. Tað er tað vert« Framhald á næstu síðu Myndir: Beinta á Torkilsheyggi Operation Valentine er fjórða leikverk hjá Det Ferösche Compagnie síðan kompaníið var stovnað í 2010