hósdagur 27. august 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
46
ítróttur
Andras Gango
Haraldur R. Højgaard
Magnus H. Olsen
Jens Joensen
Hákun Edmundsson
Johan Jacobsen
Árni Frederiksberg
Einar Tróndargjógv
Pól Jóhannus Justinussen
Per Langgaard
Klæmint A. Olsen
Sosialurin metir hesa byrjunaruppstillingina: 4-2-3-1
Eitt stig fleiri seinastu seks dystirnar enn Víkingur, men eina stjørnu færri.
Hvussu hongur so tað saman? Tapini fyri B36 og Víkingi í landskappingini telja sjálvandi
nógv niður, men tað er serliga mátin NSÍ hevur tapt uppá, sum ger at formurin verður
mettur sum verri enn hjá Víkingi.
Formur ★★★★★★V – V – T – T – V – V
NSÍ fær 26 av 42 stjørnum. Sum sæst á metingunum, so er NSÍ nakað frá at verða favorittur
til finaluna. Tað er nokk eisini uppiborið, tá hugt verður eftir innanhýsis uppgerðunum, og
eftir søguni seinastu trý árini. Hinvegin, so er onki barometur fyri svongt at vinna. Hon er
stór í NSÍ, eftir ein turk upp á skjótt 13 ár í kappingini um Løgmanssteypið.
Samanlagdar stjørnur 26★
NSÍ hevur allar mans tøkar til finaluna
um Løgmanssteypið. Tað merkir, at Trygvi
Mortensen skal til at sortera onkran
frá, sum helst ætlar sær at byrja inni. Í
verjuni er Monrad H. Jacobsen við aftur.
Spurningurin er um hann er í kapping við
Per Langgaard at byrja inni undir liðini á
Jens Joensen, men helst hevur Per munin,
nú hann hevur spælt seinastu dystirnar.
Á bakkunum verða tað Einar Tróndagjógv
í vinstru og Johan Jacobsen í høgru.
Stóri spurningurin verður miðvøllurin.
Tað hevur riggað væl við Pól Jóhannus
Justinussen á framrættaða miðvøllinum,
men her er eisini møguleiki fyri at flyta
sterka landsliðsspælaran á vinstra vong.
Hetta fyri at gera pláss fyri Haraldi R.
Højgaard á miðvøllinum, saman við
Hákuni Edmundsson og Magnus H. Olsen.
Um Pól Jóhannus spælir á miðvøllinum, so
verða tað Árni Frederiksberg og helst Jann
Martin Mortensen, ið spæla á vengrunum.
Sannlíkt er, at Trygvi hugsar um kropsligu
styrkina hjá mótstøðuliðnum, tá hann
setir liðið. Tí meta vit, at Pól Jóhannus
spælir á vonginum.
Liðtíðindi
Keyp atgongumerki á fsf.fo
Dómari:
Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar:
Regin Egholm
og Vinjard Dam
4. dómari: Alex Troleis
trondur@sosialurin.fo