hósdagur 27. august 2015síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. august 2015
sosialurin 98
47
Geza Turi
Sølvi Vatnhamar
Andreas Lava Olsen
Atli Gregersen
Gert Hansen
Gunnar Vatnhamar
Súni Olsen
Hanus Jacobsen
Finnur Justinussen
Erling Jacobsen
Heðin Hansen
Óvissa valdur í Víkinga leguni, tí fleiri
mans eru skaddir og ivasamir. Andreas
Lava Olsen fekk blokadu undan odda
dystinum móti B36, men kláraði ikki at
spæla. Filip Djordjevic hevur fingið at vita,
at hann er úti í meir enn eina mánað, men
sigst vilja spæla finaluna. Hans Jørgen
Djurhuus spælir neyvan, eftir at økslin
fór úr lið móti B36. Omaná tað heila, so
bleiv Bárður J. Hansen skaddur til venjing
mikukvøldið og gongur á høkjum. Tað
merkir at ongin veit við vissu hvør verður
tøkur, og hvussu liðið sær út, tá Eiler
Rasmussen bríkslar fyri fyrstu ferð leygar
kvøldið á Tórsvølli. Sum skilst, so verður
Gert Hansen á verjukenda miðvøllinum,
meðan Gunnar Vatnhamar verður fluttur
aftur á høgra bakk. Spurningurin er bara
hvussu Sigfríður Clementsen flytur runt
við restina av liðnum. Geza Turi í mál og
Finnur á fremsta plássi. Har í millum koma
so Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen,
Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen í
verjuni. Gert Hansen, Súni Olsen, Sølvi
Vatnhamar og Heðin Hansen eru heilt víst
tøkir. So restar ein spælari í. Tað kann
blíva eina av teimum fýra ivasomu, ella
spælarar sum Dánjal Pauli Lervig, Páll M.
Joensen ella Magnus Janskor.
Sosialurin metir hesa byrjunaruppstillingina: 4-3-3
Hóast Víkingur bara hevur vunnið annanhvønn dyst síðani summarferiuna, so er formurin hjá
liðnum góður. Serliga er tað torført at vinna á Víkingi. Einasta tapið var fyri B36. Har vóru
tey flestu samd um, at Víkingur var omaná í sjálvum dystinum.
Tað telur nógv undan eini finalu.
Formur ★★★★★★T – V – V – J – J – V
Víkingur fær 33 stjørnur av 42 møguligum. Tað merkir eftir hesum, at Víkingur er favo
rittur at vinna finaluna um Løgmanssteypið. Teir hava ein sterkan verjupart, men skaðar og
ivamál telja niður. Víkingur hevur munin í stjørnum, og hevur verið greitt omaná í innanhýsis
uppgerðunum, men svongdin í NSÍ at vinna er stór.
Samanlagdar stjørnur 33★
Liðtíðindi
trondur@sosialurin.fo