mánadagur 31. august 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rani Andrasson Skaalum
Valevni fyri Miðflokkin
–
Eirindaleysa
indivdiualisman
hjá
liberalistiska
vonginum má ikki
sleppa
at
vinna
á sosiala medviti
Føroyinga!
Vit sum lesa tekniseriur, ella
dáma superhetju filmar, kenna
ivaleyst orðatakið: “With great
power comes great responsibility!”
Hetta sama má eisini vera gald
andi um persónligt frælsi. Jú meiri
frælsi tú ynskir/hevur, tess meiri
ábyrgt tekur tú!
Hví skal alkohol út í handl
arnar? Havi spurt fleiri hendan
spurningin, men higartil havi eg
ikki fingið nóktandi svar. Vanliga
og mest populistiska svarið er okk
urt møsn um persónligt fræsli og
at vera tíðarhóskandi.
Eitt annað eg hoyri er, júmen
um eg fái óvæntaðar gestir okkurt
kvøldið og vil hava okkurt afturvið
matinum, so kann eg ikki bara
leypa út at keypa eina fløsku av
víni ella øl!
Heilt erlit, so má eg siga, at tað
er tokutala og nakað tvætl!
Bara í Havn eru 4 sølustøð, ið
samanlagt hava opið fleiri enn 100
tímar 6 av 7 døgum um vikuna! Um
tú sostatt ikki megnar at leggja
tað soleiðis til rættis, at tú klára at
keypa tað tú skalt, tá er tað nokk
tú sum hevur ein trupulleika!
Tað má heldur vera talan um
vánaliga
planlegging,
mangl
andi afturhald og sjálvsøkni enn
persónligt fræsli og eitt tíðarhósk
andi samfelag!
Grannar okkara hava somu
skipan sum vit. Gamaní er okkara
eitt vet strangari, men hon riggar,
tí vit drekka eisini færri litrar av
alkoholi enn grannar okkara.
Men tápuliga kravið um avlop
gevur als ikki meining! Endamáls
orðingin sigur, at einkasøla skal
tálma nýtsluni av alkoholi.
Eg haldi, at kravið um yvirskot
skal antin strikast ella skal tað
oyramerkjast til fyribyrging og
stuðul til teirra, ið hava stríð av
alkoholi so ella so. Annars gevur
tað ikki meining!
Alkohol spurningurin snýr seg
altso ikki um alkohol, so ikki ger
tað til tað!
Hetta snýr seg um menniskju,
heilsu og rættin hjá teimum, ið
stíðast við ella í móti alkoholi at
sleppa undan at stríðast ella verða
konfronteraði við hetta, tá tey
skulu keypa mjólk, breyð og so
framvegis til síni børn og familju!
Fyrr hoyrdi eg altíð hesar
liberalistarnar siga, júmen so leingi
tað ikki gongur útyvir nakran
annan so má tað vera í ordan. Tað
er heilt vist, at hetta gongur útyvir
onkran annan, um vit lata alkoholi
fara út í handlarnar. Tað eru børn
og familjur sum líða undir hesum!
Tað ber ikki til at brúka vána
liga planlegging, manglandi aftur
hald og manglandi atlit til tey,
sum kanska eru kroyst av alkoholi
sum argument fyri at liberalisera
søluna av alkoholi.
Veruligt fræsli er ein viður
kenning av tí sum er átroðkandi
neyðugt!
Við stórum frælsi fylgir stór ábyrgd!
Vinna –
nøkur orð!
Magnus Rasmussen
Valevni hjá Sambandsflokkinum
Vinnan er ein av
hornasteinunum
undir samfelagnum.
Øll vinna eigur at
hava
langtíðar
tryggjaðar
karm
ar, bæði tá um bygna og tann bú
skaparliga partin ræður. Hetta er
neyðugt, fyri at vinnan kann gera
sær framtíðarætlanir. Her manglar
nakað at gera hjá okkum í dag.
Neyðugt er beinanvegin at fáa hesi
viðurskifti í rættlag. Vit eiga at
skipa soleiðis fyri, at vinnan hevur
tað gott, trívist og er kappingarfør.
Eisini er neyðugt at gera alt fyri at
fáa breiða politiska semju um hesi
viðurskifti, soleiðis at vit veruliga
fáa langtíðartryggjaðar karmar.
Umframt
langtíðartryggjaðar
karmar, so er alneyðugt at polit
iski myndugleikin er árvakin í
menningini og broytingunum hjá
vinnuni. Her hugsi eg m.a. um tað
neyðuga í, at vit allatíðina hava góð
ar handilssáttmálar við hesi ymisku
londini, sum vit útflyta til. Gera vit
ikki tað, so forða vit fyri menning
og vøkstri, og tað má bara ikki
henda. Eru vit hinvegin virkin við
at betra verandi handilssáttmálar
og fáa nýggjar eisini, so eru vit við
at tryggja framburð her á landi.
Nógv hevur verið tosað um
skattir og gjøld hjá vinnuni, og
meiningarnar eru rættiliga ymiskar
um hetta mál. Eitt, sum vit skulu
gera okkum púra greitt, og tað
er, at føroyska vinnan kappast
ikki bara sínamillum í Føroyum,
men kappingin er í størsta mun
millum føroysku vinnuna og út
lendsku
kappingarneytarnar.
Hesir útlendsku kappingarneytar
hava sínar karmar at arbeiða undir
viðvíkjandi skattum og gjøldum.
Hjá mær er eingin ivi um, at skattir
og gjøld á føroysku vinnuna eiga
at liggja á einum slíkum støði,
at tað ikki er ov høgt, soleiðis at
vinnan missir hugin at forvinna,
ikki er kappingarfør ella kanska
flytir sítt virksemi í onnur lond.
Heldur ikki skal støðið vera so lágt,
soleiðis at tað gevur ov lítið til at
reka okkara samfelag. Her má ein
javnvág finnast, og tað má bera
til at finna hesa javnvág við, at
politiski myndugleikin og vinnan
tosa jaliga saman um hetta, tí vit
hava brúk fyri hvørjumøðrum.
Gott val!
Henrik Old
Tá man nú hevur
ein stóran og góðan
Miðnámsskúla
í
Suðuroy, hví so ikki
bjóða FHS fram
har?
Sum nú er, hava Handilsskúlin
og studentaskúlin felags fak, til
dømis føroyskt, enskt, rokning og
samfelagslæru.
Tí er greitt, at her manglar ikki
nógv í fyri at seta FHS útbúgving
á stovn.
Hetta kundi gjørt, at fleiri, sum
annars fara av oynni, heldur vóru
verandi.
Eisini hevði tað verið ein fyri
munur hjá lærlingum og vinnuni
í oynni.
Man veit, at hvørt ár fara fleiri
føroyingar av landinum at supp
lera millum annað fysik og kemi.
Hví ikki hava skipaða supplering
í miðnámsskúlanum eisini? Tað
kundi verið sum hálvársskeið ella
summarskeið. Hetta kundi drigið
fólk úr øllum landinum suður, eins
og heilsuskúlin ger í dag.
Upprunaliga var hugsanin jú, at
man so við og við skuldi víðka um
tilboðini á skúlanum.
Við eini ávísari øking í játtanini
til skúlan, og í samstarvi við leiðslu
skúlans, kann hetta lata seg gera.
Hetta vil eg vera við til at seta
í verk!
Hví ikki FHS í Suðuroy
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo