mánadagur 31. august 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99
Tóra við Keldu,
forkvinna í Meginfelag
teirra, ið bera brek
Tilmæli um serliga
skipað miðnám
Tilmæli um ser
liga skipað miðnám
sum
heildartilboð
til ung við serligum
tørvi varð handað Almannamála
ráðnum og Mentamálaráðnum 30.
januar 2015.
Tilmælið var úrslit av eini
tilgongd við tí endamáli at tryggja
øllum ungum í landinum eitt mið
námsskúlatilboð uttan mun til
førleikar. Miðnám er í hesum sam
bandi at skilja sum skúlatilboð til
ung eftir loknan fólkaskúla og upp
til 25 ár.
Miðnám merkir tá ikki endiliga
eitt studentsprógv ella annað
prógv í vanligari merking, men
ein onnur útbúgving og eitt annað
prógv, sum er lagað eftir einstaka
næminginum í møguligum tilknýti
til annað virksemi t.d. á arbeiðs
marknaðinum.
Var longu byrjað
Miðnámi fyri ung við serligum
tørvi var longu byrjað m.a. í 2002
á Rásini við skúla-, frítíðar- og
bútilboðið við 7 plássum 3. hvørt ár,
og í 2014 við einum serflokki innan
autismuøkið í Hoydølum.
Ynskið var tó um at víðka um
tilboðini, so at fleiri kundu fáa gagn
av teimum, og at Rásin skuldi taka
næmingar inn á hvørjum ári.
Staðfest í samgongu
skjalinum
Rætturin til útbúgving er stað
festur í ST sáttmálanum um rætt
indi teirra, ið bera brek, har § 24
um útbúgving ásetir, at øll hava
rætt til skúlatilboð í vanligu skúla
skipanini.
Í dag vanta skúlatilboð á mið
námi til ung við serligum tørvi.
Politiska ynski hevur seinastu árini
verið at bøta um hetta, og í seinasta
samgonguskjali varð staðfest, at
hetta arbeiðið skuldi raðfestast
í samgongutíðarskeiðnum. M.a.
stóð, at: “víðkað tilboð verða giv
in ungum við serligum tørvi”, og í
Heildarætlan, sum Føroya Lands
stýri læt gera í 2013 um Fólkaflyting
og fólkavøkstur, var eisini politiskt
ynski um, at fleiri tilboð til ung við
serligum tørvi skuldu verða skipað.
Sum beinleiðis úrslit av tilmæl
inum, var hósdagin 20. august
2015 bjóðað til hugnaliga løtu á
miðnámsskúlanum á Kambsdali,
tí fyrsti serflokkurin har hevði
fyrsta skúladag. Um stutta tíð eru
eftir ætlan fleiri enn 30 næmingar
byrjaðir í líknandi tilboði.
Heildin gevur meining
og lívsgóðsku
Óivað eru vit øll samd um, at í Før
oyum skulu ung, ið bera brek, hava
ein góðan og gevandi gerandisdag
við lívsgóðsku. Onkur hevur sagt,
at lívsgóðska er ikki nakað, tú
bara hevur ella fært frá nøkrum,
men nakað tú sjálvur virkin ert
viðvirkandi til saman við øðrum
menniskjum. At liva eitt gott lív
er tí í veruleikanum møguleikar at
ávirka og evna tilveru tína saman
við øðrum út frá egnum evnum,
dreymum, ynskjum og tørvi.
Lívið er samansett, og góð lívs
góðska krevur ofta eina heild,
sum gevur meining. Tá ið talan
er um ung við serligum tørvi og
lívsgóðsku, er møguleiki fyri eini
heildarloysn tí umráðandi, har
ymisku tættirnir í gerandisdegnum
stuðla hvør øðrum, eins og tilmælið
vísir á.
Serligan týdning hevur tað, at
hetta økið komandi árini verður
raðfestast við neyðugum starvs
fólkum, hølum, játtan til rakstur
o.a.. Eisini er neyðugt við góðum
samstarvi ímillum Almannaráðið
og Mentamálaráðið, sum saman
kunnu tryggja, at heildartilboð
verða veitt - sjálvandi í mun til
ynski og tørv. Í heildini við skúla-,
frítíðar- og búparti hevur Menta
málaráðið ábyrgd av skúlapart
inum, og Almannamálaráðið hevur
ábyrgd av bú- og frítíðartilboð.
Við vón um, at arbeiðið, sum
longu er byrjað innan serliga skipað
miðnám til ung við serligum tørvi,
kann halda fram sum ítøkiligt ynski
í einum komandi samgonguskjali.
Serliga skipað miðnám eitt frambrot
Um møguleiki skal vera fyri at víðka um virksemið á miðnámi fyri ung við serligum tørvi og
geva tí eitt øðrvísi innihald, er neyvari samskipan og samstarv millum Almannamálaráðið
og Mentamálaráðið neyðugt. Eisini má markað játtan setast av til skúla-, frítíðar- og
bútilboð, og økið má komandi árini raðfestast við neyðugum tilfeingi.
KJAK
Sosialurin
Tekna teg sum haldara fyri einans
kr. 380,- um ársfjórðingin
haldaralepi
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum,
og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Telefon:
teldupost:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64