mánadagur 31. august 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hanus Hansen
stjóri í JFK
Soleiðis sum val
stríðið hevur hátt
að
seg
higartil,
skuldi man trúð, at
fiskivinnan er tann
størsti trupulleikin
í føroyska samfelagnum í dag.
Sannleikin er tó, at fiskivinnan í
flestu førum virkar væl. Vit eiga
ikki at broyta karmarnar í óðum
verkum og kasta vinnuna út í óføri.
Kjakið kring føroyska fiskivinnu
í dag er merkt av øsing. Tað førir
sjáldan til skilagóðar loysnir. Og
tað er ikki tørvur á kollvelting í før
oyskari fiskivinnu í dag. Veruleikin
er, at fiskivinnan sjáldan hevur
virkað betur enn nú, hóast ávísir
partar av flotanum klára seg illa.
Um vit samanbera við áttati-
og nítiárini, stendur væl til í
føroyskari fiskivinnu. Í 90-un
um misti landskassin umleið 2
milliardir krónur í landskassa
lánum og -veðhaldum, og almenni
rakstrarstuðulin til fiskivinnuna
var omanfyri eina hálva milliard
um árið. Um eitt skip fer av knór
anum í dag, eru tað bert eigar
arnir, sum missa pengar, og ikki
landskassin. At kalla eingin studn
ingur er eftir í fiskivinnuni. Tað er
landskassin eisini leysur av.
Fiskivinnan
hevur
seinastu
nógvu árini virkað undir teimum
kørmum, sum politiska skipanin
leggur. Tá karmarnir eru lagdir
ber ikki til at endavenda skipanini
í tíð og ótíð. Vinnan roynir bert at
fáa sum best burturúr innan fyri
teir karmar, sum myndugleikarnir
hava lagt.
Nýggir aktørar og
uppboðssøla
Fleiri tosa í hesum døgum um, at
tað skal vera lættari hjá nýggjum
aktørum at koma inn í vinnuna.
Og í hesum sambandi hevur ein
uppboðssøla av rættindum verið
nevnd sum amboð.
Til hetta er at siga, at JFK-sam
takið hevur keypt eina røð av
skipum og loyvum í heimaflotanum
seinastu árini – bæði línuskip og
trolarar. Hetta er gjørt fyrst og
fremst við tí fyri eyga at fáa rávøru
til vega til Kósavirkið.
Sera lítil áhugi hevur verið fyri
hesum skipum, hóast hetta hevði
verið eitt gylt høvi at sleppa inn í
fiskivinnuna. Orsøkin til lítla áhug
an er, at skipini ikki hava havt ein
sunnan rakstur. Tað hevði verið
lætt hjá nýggjum aktørum at
komið inn í vinnuna, men eingin
áhugi var.
Hetta er ikki nakað nýtt. Sein
astu 30 árini hava kreppur verið,
har fleiri partar av fiskiflotanum
hava haft tungan rakstur, og tað
tí hevur verið bíligt hjá øðrum at
komi inn í vinnuna. Men tað hevur
víst seg, at áhugin hevur øll hesi
árini verið rættiliga lítil, so teir
somu “gomlu travararnir” hava
verið noyddir aftur at spent seg
fyri og ofta veðsett allar ognir og
hús og heim fyri at læna sær nøkur
oyru til eginpening og royna at
fáa skipini í gongd aftur. Og tá lítil
áhugi er, er neyðugt við stórum
og sterkum feløgum, fyri at fáa
eina vælskipaða vinnu, sum kann
tryggja manning, starvsfólkum og
peningastovnum tryggar karmar
fyri framhaldandi rakstri.
Eftir míni meting fer ein upp
boðssøla at hava júst øvugtu
ávirkan. Tað er heilt vist, at eing
in vanligur banki fer at fíggja
keyp av rættindum uttan so, at
keyparin hevur stórar upphæddir
í eginpeningi og tað verður eisini
ógjørligt hjá ungum monnum, sum
ætla sær at keypa skip og rættindi,
at fáa fígging til skipakeyp um ikki
tann, sum fíggjar, hevur trygd fyri
at hesin, sum skal keypa, hevur
atgongt til rættindi. Tí fara bert
aktørar, sum eru fíggarliga sera
sterkir at hava møguleika at keypa
á eini uppboðssølu og avleiðingin
kann rættiliga skjótt gerast enn
størri miðsavnan av fiskivinnuni.
Í fyrstu atløgu kann tað fara at
henda, at tær fyritøkur í Føroy
um, sum í dag eru sterkar fara at
keypa, men tað er so sera skjótt, at
hesir ikki fara at hava fíggjarliga
orku ímóti teimum, sum kanska í
samstarvi við útlendsk fiskivinnu
feløg fara at keypa. Tað kann skjótt
gera útlendsku ávirkanina størri
enn gott er.
Eisini fer ein uppboðssøla at
skapa ótryggleika og hava við sær,
at sjómenn ikki vita, um tað skip
teir eru við, fer at hava rættindi fyri
eina rímiliga tíð frameftir og harvið
er vandi fyri, at góðir sjómenn velja
fiskivinnuna frá.
Móti hesum sjónarmiðlum hev
ur verið nevnt, at so nógvar av
markingar skulu setast í sambandi
við uppboðssølu, at øll fara at hava
møguleika at keypa. Trupulleikin
við hesum er bara, at so fer landið
ikki at fáa pengar av týdningi
burturúr.
Hetta førir okkum yvir til hitt
sjónarmiðið, sum er grundgeving
fyri uppboðssølu, nevniliga at ein
slík skipan fer at geva Landskass
anum mest inntøku. Hetta er so
ikki galdandi um avmarkingar av
týdningi fara at vera.
Um rættindi verða seld á upp
boðssølu fyri longri tíðarskeið,
verður eisini sera tilvildarligt hvat
fæst burturúr. Prísásetingin fer
at fara fram júst tá uppboðssølan
er. Tvs at prísásetingin verður við
støði í útlitunum júst tá. Um til
dømis uppisjóvarloyvir vórðu seld
á uppboðssølu fyri td. fimm árum
síðani, hevði prísurin verið ein heilt
annar enn nú.
Um hinvegin loyvini verða
seld fyri stutt tíðarskeið, verður
ógjørligt at fíggja skip uttan sera
stóra eginogn, tvs. at bara tey
sera sterku feløgini fara at hava
møguleika at keypa.
Um hugsað verður um inntøkur
til Landskassan, er helst lítið at
ivast í, at skatting er rætta amboðið,
tvs. at skipanin við tilfeingisgjaldi
heldur fram. Hvussu høgt hetta
gjald skal verða, er so upp til
politikararnar at taka støðu til.
Fiskivinnan øðrvísi viðfarin
Fyri okkum í fiskivinnuni er tað
løgið at síggja, hvussu fiskivinnan
verður drigin ígjøgnum manesjuna
í hesum valstríðnum, meðan tað
er næstan púra kvirt um alivinn
una. Eingin tosar um at bjóða ali
firðirnar út á uppboðssølu. Hetta
hevði heldur ikki verið rætt, men
tað løgna er, at fiskivinnan og
alivinnan fáa so ójavna viðferð í
almenna kjakinum.
Nógvir politikarar tosa um, at
útlendskur kapitalur skal úr fiski
vinnuni. Samstundis er ein stórur
partur av alivinnuni á útlendskum
hondum. Men eingin tosar um
tað. Hetta er undranarvert fyri
tey, sum virka í fiskivinnuni. Tað
er óskiljandi, at ávísir politikarar
vilja forbjóða útlendskum kapitali
í fiskivinnuni, meðan alivinnan ikki
skal hava somu avmarkingar.
Tað besta úrslitið spyrst burtur
úr, tá ið vinnan fær frælsi at virka
og at skipa virksemið eftir bestu
evnum. Í dag hevur tað eisini stóran
týdning, at keyparin á altjóða
marknaðinum veit, hvørji rættindi
vit sum seljarar hava í framtíðini.
Tað gevur betri prís í longdini, og
tað kemur eisini manningini til
góðar.
Teori og praksis
Sannleikin er, at enn hevur eingin
givið eitt veruligt boð uppá, hvussu
ein teoretisk uppboðssøla skal
virka í praksis. Tey flestu í vinnuni
standa eisini spyrjandi.
Tað kann sum nevnt góðtakast
at áleggja tilfeingisgjøld, tá tað
gongur óvanliga væl í vinnuni, og
vónandi kemur hetta tí føroyska
samfelagnum til góðar. At bjóða alt
tilfeingið út á uppboðssølu tænir
hinvegin ongum endamáli.
Støðug
politisk
viðurskifti
hava alstóran týdning fyri fram
tíðar menning av føroyskari fiski
vinnu. Tá einki annað land nýtir
uppboðssølu til at býta fiskirætt
indi, er tað løgið, at Føroyar skulu
vera tað einasta.
Klaksvík, hin 26. August 2015
Fiskivinnan vorðin kastibløka í valstríðnum
KJAK
So vakurt og stórt alt frá Skaparans hond,
so undrunarvert alt tú skoðar.
Tað liggur jú opið, tað sæst um øll lond,
um mátt Guds og stórleika boðar.
Hann myndaði mannin og kvinnuna við,
Seg sjálvan sum fyrimynd hevði.
Hann lívsanda blásti – alt andaði frið,
í bróst teirra ævina legði.
Men ormurin snildi tey dáraði so,
í hjørtuni sáddi hann iva.
Hann vendi á høvdið øll Skaparans boð:
"Tit skulu ei doyggja, men liva".
Enn ormurin upphugsar óndskaparráð,
hin sami hann er sum í forðum.
Sum faðir at lygnini lúgva hann má
og ofta við sleiskandi orðum.
Og stundum sum leyvan hann vísir sín mátt,
men oftast sum eingil seg vísir,
tá vandin er størst – ger tað ónda til gott,
hann hugmóð í hjartanum hýsir.
Við dárandi talu, ei sigur hann satt,
hann lygnina teskar í oyrað
– tó orðini klæðir í "sannleik og rætt",
so vakurt kann tykjast at hoyra.
Um javnstøðu, mannarætt, frælsi og frið
so vakurt kann tykjast at ljóða,
í orrustu síni – slíkt brúkar hann við,
tó deyðan bert hevur at bjóða.
Við óndskaparherinum við sína lið
hann dregur alt niður í skarnið
og kallar tað frælsi, ja, mannarætt við,
at týna tað ófødda barnið.
Tann pakt, sum við vísdómi væl skipað varð,
í hjúnaband saman at fara,
nú metast skal javnt við tað, Skaparin sær
sum andstygd – ein skomm og vanæra!
Ja, stórt var várt fall, men Gud talar tó enn,
í kærleika vil okkum náða.
Satt FRÆLSI Hann býður til kvinnur og menn,
so æviga friðin vit fáa.
Harry á Lakjuni
Satt frælsi