Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 Ása Johannesen vegna Gudloysi Millum vitjandi á heimasíðuni hjá Gudloysi (gudloysi. fo) søgdu 59% seg vilja velja sín flokk frá til fyrimuns fyri ein flokk, ið vil tryggja einar meira sekulerar Føroyar. Fyri okkum hevur tað týdning at vita, í hvønn mun valevnini lata seg ávirka av sínum átrúnaði. Til dømis um hesin forðar teimum í at lóggeva fyri persónligum frælsi, trúarfrælsi og javnrættindi til øll. Til dømis halda vit, tað er skeivt, at lata kristnu trúnna avgerða hvør kann giftast borgarliga. Borgarlig vígsla er jú at binda seg til ein verðsligan sáttmála. Harafturat halda vit, at tað er skeivt, at geva fólkaskúlanum skyldu til at indoktrinera børn. Børn hava rætt til trúarfrælsi, og foreldur hava rætt til at uppala síni børn við tí heimsáskoðan teimum lystir, uttan at stjórnin blandar seg uppí umvegis fólkaskúlan. Vit gudloysingar vita, at vit eru ikki einsamøll í hesum hugsunarhátti, og at fólk við nógvum ymiskum lívsáskoðanum taka undir við at Føroyar eigur at vera eitt land fyri øll á jøvnum støði, og at persónliga frælsið hevur nógv at siga. Vit sendu tí øllum uppstillaðum seks spurningar, sum í stuttum snúgva seg um lógir, ið onkursvegna eru ávirkaðar av átrúnaði. Stutt sagt vildu vit hava valevnini at svara ja/nei til um lógin skuldi broytast í sekulera ætt, og hvørt tey vildu arbeiða fyri sakini. Av tí at summir spurningar vóru nakað fløktir (til dømis er fosturtøkulógin ikki einans spurningur um átrúnað, men onnur viðurskifti eisini) tóku vit fegin ímóti útgreinandi svari. Vit spurdu: Er tíðin komin til at avtaka blasfemiparagraffina (§140 í revsilógini) í Føroyum? Skal fólkaskúlin gevast, at uppala børn til at vera kristin? (§2, stk3 og §6 í fólkaskúlalógini) Skulu fyritøkur kunna skipa sítt egna virksemi uttan forðanir frá halgidagslógini? (t.d. §5) Skulu tvey av sama kyni kunna giftast á jøvnum føti við hinskynd? Skulu kvinnur hava fullan av­ gerðarrætt til fosturtøku? Skal fólkakirkjan setast á javnt føti við onnur trúarsamfeløg fyri soleiðis at tryggja fult trúarfrælsi í Føroyum? Sum ein bonus spurning til allar flokkar uttan Miðflokkin spurdu vit hvørt tey vilja fara í samgongu við Miðflokkin. Hetta tí flokkurin er kendur fyri at vilja súlta tað, tey kalla "etisk mál". Vit halda allan politikk snúgva seg um etikk, og halda tað er skeivt at súlta nakað mál. Higartil hava 13 valevni svarað, ongin teirra úr Fólkaflokkinum ella Framsókn. Tó skal sigast, at valevni úr Framsókn hava lovað at venda aftur. Ein samandráttur av svarunum sæðst í hjáløgdu mynd. Myrkir litir merkja at valevnið sigur seg vilja arbeiða fyri ella ímóti broyting, meðan ljósir merkja at bert atkvøða fyri ella ímóti. Vit halda, at undirtøkan hevur verið alt ov lág higartil. Hvussu skulu vit vita, hvørji valevni sampakka við okkara meiningar, um tey ikki kunnu svara okkum? Millum tey nærum 1000 fólkini, ið dáma Gudloysi á Facebook, eru fólk, ið ivast hvar krossurin skal fara, og ítøkilig svar til hesar týdningarmiklu spurningar, kunnu ávirka hvar krossurin fer. Minst til, at gudloysingar og ivandi eru sum kettur. Vit vilja ikki øll neyðturviliga hava ja til allar spurningarnar! Við valkvøðu Hvussu sekuler eru okkara valevni? Jóhan í Niðristovu stjóri í Røkt Almenna rúmið er fult av vreiði. SEV-stjórin leik­ ar í, tí at lítli kapp­ ingar­neytin í Vest­ manna, Røkt, hevur fingið møguleika at gera nakað konstruktivt og spennandi við eitt øki, sum SEV í áravís ikki hevur viljað vitað av. Veruleikin hevur innheintað gamla monopolið, og tað kann sjálvandi kennast svárt. Her niðriundir vil Røkt í stuttum greiða frá málinum, so fólk kunnu kenna rætta samanheingin. SEV valdi vind frá Røkt hevur í sínum arbeiði satsað uppá vindorku, ikki minst tí at SEV í síni tíð valdi vindorku frá. Hvør minnist ikki undanfarna SEV- stjór­an, sum aftur og aftur trúttaði í myndugleikar og brúkarar, at el- netið kundi ikki taka ímóti streymi frá vindmyllum? Har bar onki til. Røkt byrjaði el-framleiðsluna úr vindorku í 2003 og hevur spart borgarum landsins munandi upp­ hæddir við hesi grønu orku. Eftir hetta hevur Røkt, umframt vindorku, satsað uppá vindorku kombinerað við vatnorku. Eisini hetta valdi SEV frá. Síðan 2004 hevur Røkt roynt at fingið loyvi til hesa framleiðslu, og í 2010 fekk Røkt eitt ávegis loyvi, sum varð longt aftur í ár. Eftir at SEV í 50 ár hevur havt loyvi at brúka vatnorkuna í Vest­ mannaøkinum - uttan at gagn­ nýta allar teir møguleikar, har eru – hevur Røkt sett sær fyri at gagn­ nýta møguleikarnar í sín­um øki – t.v.s. á Mýrunum og í Heygadali – fult út við at pumpa brúkta vatnið frá Mýrunum við vindorku úr Heygadali niðan aftur á Mýrarnar. Hetta gnagar hjá SEV, og tí verð­ ur trampað og leikað í. Elveitingarlógin er greið Fyri at aðrir aktørar enn gamla monopolið kunnu vera á el­mark­ naðinum, er m.a. ásett í el­veit­ingar­ lógini, at aðrir veitarar enn SEV kunnu levera inn á lands­fevnandi netið hjá SEV. Eisini er ásett í elveitingarlógini, at landsstýrismaðurin kann seta fram krav um, at loyvishavarar sam­starva um útbúnað og savn­ ingar­øki. Hetta er ásett, so at tað kunnu vera fleiri framleiðarar á vatnorkuøkinum. Tað fellur SEV fyri bróstið, at landsstýrismaðurin við elveit­ ingarlógini í hondini – og eftir at SEV hevur vrakað vindorku kombinerað við vatnorku – hevur latið Røkt ávegis loyvi til hesa fram­leiðslu. Tóm skuldseting Rópini av Landavegnum í Havn fevna eisini um eina skuldseting um, at landsstýrismaðurin í vinn­ umálum gongur í móti síni egnu umsiting. Fakta er, at fyrisitingin lat í 2010 ávegis loyvi til vind/vatnorku til Røkt og mælti í september 2014 til, at loyvið varð longt, sam­stundis sum kanningar í Vest­manna­økin­ um skuldu gerast. Greitt er, at onnur tilmælir eisini hava ligið á borðinum. SEV kann tí ikki siga, at landsstýrismaðurin gongur móti síni umsiting. SEV mótarbeiðir Røkt hevur verið í samráðingum við SEV um at gera avtalu um samstarv um útbúnað og savningarøki, men gamla monopolið vil ikki sam­ starva. Tí hevur landsstýrismaðurin boð­að frá, at hann ætlar at taka av­ gerð um samstarv sambært elveit­ ingarlógini. SEV hevur sambært elveit­ingar­ lógini: • Ábyrgdavnetinum. • Systemábyrgdogsamsvarandisk yldurogheimildir. • Tað er sum net-og system­ ábyrgd­ari, at SEV í samráð við lands­stýrismannin skal leggja tilrættis og meta um fram­tíðar­ tørv á at byggja út rav­magns­ framleiðsluverk og – net. Samstundis er SEV eisini kapp­ ingarneyti hjá øðrum framleið­ar­ um. Øll síggja, at tað er púra øvugt, at SEV brúkar allar sínar kreftir til at mótarbeiða, at aðrir veitarar kunnu gera seg galdandi. Vápnini, sum SEV brúkar, er at koma við skeivum upplýsingum og ikki at vilja góðtaka heimildir og rætt hjá landsstýrinum saman við síni fyrisiting at taka avgerðir. Man fær illgruna um, at kapp­ ingarneytin SEV brúkar sín leiklut sum systemábyrgdara til at trýsta og hótta seg til, at Røkt ikki skal koma á mál við sínum royndum. Sleppur hetta at halda fram, er ikki hugsingur um, at tann part­urin av elveitingarlógini – at møgu­leiki verður fyri fleiri el­fram­leiðarum – kann fáa nakran virknað. Tá fáa brúkarar ikki ágóða av betri og bíligari tænastum. Tá verður bakkað aftur í tíðina, og mono­pol­ svøvn­urin fer at leggja seg aftur um landið. Tveir vegir at ganga Røkt heldur, at tveir vegir eru at ganga. Annar er at flyta seg alt meira aftur til gomlu monopolstøðuna. Hin er, at fleiri aktørar kunnu gera seg galdandi, soleiðis at tann dynamikkur, sum hóast alt er skaptur seinnu árini, kann mennast víðari, við: • størri innovatión • meiriframleiðslu úr varandi orku­keldum • lægribrúkaraprísum, iðkunnu samanberast millum aktørarnar • størri virksemi og virðisskapan í elveitingarvinnuni Valið átti at verið lætt. Eingin ynskir seg aftur í mono­ poltíðina men heldur eina tilgongd við kapping eins og á fjarskiftis- og tryggingarøkinum til gagns fyri brúkararnar. Gamla monopolið venar seg SEV hevur sovið monopolsvøvnin, men er vaknað við kaldan dreym, nú onnur hava møguleika at troyta leiðir, sum gamla monopolið í áravís ikki vildi vita av   KJAK