Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Frank Davidsen Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt Fólka­ floks­formannin for­hánisliga gera vart við, at tað kom ikki uppá tal við eini uppboðsølu av fiskirættindum, frá eini kiosk á Vaglinum. Men nú hevur so Kringvarpið skjal­prógva, at makrelbúðir við Fólka­floksins vælsignilsi luta út fólk­sins ogn. Ein makrelbúð á Økrum, meðan onnur liggur í Sunda­lagnum. Meðan tann á Økr­ um lutar fiskirættindi í millióna­ klassanum út ókeypis, so er tað makrel­búðin í Sundalagnum sum er ak­tørurin ið setir dags­skránna. Í millum annað hvønn prís og hvussu nógvar milliónir skulu inn á konto teirra, fyri makreloyvini hesi hava fingið ókeypis frá Fiski­ mála­ráðnum. Sambært Kringvarpinum sum hevur fingið innlit í hesi skjøl, so er dagprísurin at keypa kvotu frá kvotabarónunum, 35 % av av­ reiðingarvirðinum. Sum eg skilti so hevði eitt reiðarí keypt 7000 tons av makreli frá makrelbúðini í Sundalagnum. Fyri hesi tonsini skuldi reiðaríi leggja 3,5 milliónir krónur á borðið. Harafturat skal gjaldast tilfeingisgjald í lands­kass­ an, soleiðis at áðrenn ein byrjar fiski­skap, so hevur reiðarin eina skuld sum svarar til 45 % av metta avreiðingavirðinum. Henda gongd hevur í áratíggjir verið kjarnan í fiskivinnupolitikki Fólkafloksins. Ein gongd sum hev­ ur undirgrivið okkara fiski­vinnu­ lóg­gávu, soleiðis at skuldin bara er vaksin, við tí úrslitið at eingin endur­nýggjan av okkara heima­ flota hevur verið seinastu hálvu øld­ina. Tildømis gomul línuskip ið eru meira enn eina hálva øld gomul, eru óteljandi ferðir upp í gjøgnum árini keyp og seld, soleiðis at virði á teimum er fleirfald. Jú eldri tey eru blivin tess meira er virði hækka. Ja, sjálvt skip ið gjøgnum órøkisskap hava ligið á havsins botni, eru seld fyri milliónir, eina og aleina fyri at fáa hendir á tí kvotu ið skipið reiðaríi hevði fingið ókeypis úr Fiskimálaráðnum. Henda kapitalisering av serliga okkara fiskiflota ið fram er farin við Fólkaflokkinum sum høvusleikara, kemur ar hava við sær, at tað einans eru tey kapitalsterku reiðaríini í uppisjóarflotanum, eins og eigarnir av flakatrolarnum í við tíðini gerast eigarar av okkara heimaflota. So­ statt koma 4-5 reiðarí at eiga allan okkara heimaflota og flotan í Barentshavinum. Bert tað sum hevur gingið fyri seg í samband við, at eitt reiða­ rí kann keypa kvotur, og sama reiðarí leggur fígging á borð­ið til tað sum svarar til 45 av av­reið­ ingarvirðinum, er full­komu­liga burturvið. Eins og tað vísur greitt, at hetta er strámanna­virk­semi, tí eingin fíggjarstovnur kann vera við til at fíggja hatta virksemi, sum mest av øllum minnur um gekka­ spæl. So kann ein spyrja seg sjávan, hvussu tað kann bera til, at polit­ iskir flokkar stuðla ein fiski­vinnu­ politik, har peningur ið gerst tøkur fyri keyp og sølu av kvotum og fiskiloyvum, ikki kan koma tí før­ oyska fiskimanninum og annars øllum skattgjaldarnum tilgóðar, men fer ístaðin í lummarnar á nøkrum kvotabarónum. Sama reiðarí fór fyri tveimum árum út í fjølmiðlarnar og kunn­ gjørdi, at hesi væntaði sær 20.000 tons av føroysku makrelkvotini. Ilt er at siga hví hesir vóru so avgjørdirtá teir fóru í fjølmiðlarnar at kannað sær 20.000 tons av makrelkvotuni fram um aðrar, ser­ liga tá hesi 20.000 tonsini høvdu eitt avreiðingarvirði ið táttaði væl í 150 milliónir krónur. Helst høvdu teir fingið eitt prei um at teimum untist eina makrel­ kvotu frá hægri maktum. Undir øllum umstøðum so gjørdist tað so rokaligt við skipinum Asbjørn Senior, at tey 20.000 tonsini ongan­ tíð gjørdist veruleiki. Sami Asbjørn Senior hevur aft­ ur verið á breddanum nú um dag­ arnar, við at ganga uttan Føroya fiski­mannafelag, samstundis sum manningarfeløgini hava bann­að teirra limum at sam­starva við hetta reiðaríi, so leingi sum hýru­viður­ skiftini við manningar­feløgini ikki vóru í lagi. Og fyri at sleppa sær undan at gjalda manningini tað hesir áttu tilgóðar, so tók reiðaríi í evstu løtu tað heilt óvanliga stig, at" flagga skipið út" til eina bananrepublik, dagin fyri sum Føroya Rættur skuldi viðgera málið um hýru ið mann­ingin hevði tilgóðar hjá reiða­ rínum. Jú sanniliga, hetta er fiskivinnu­ politikkur Fólkafloksins tá hann er bestur. Kemur hesin flokkur aft­ur til valdið, so kemur tað ikki at snúgva seg um 10 tals mill­i­ ónir í kvotabarónarnir stinga í sín egna lumma. Tí við teim­um astro­ nomisku virðum í upp­sjóar­vinn­uni í dag, so verða tað við sama fiski­ vinnupolitikki hundraðar milliónir í kvotabarónarnir koma at seta inn á sína persónligu konto framyvur. Tí umrokna vit virðini av makrel­ kvotuni uppá 150.000 tons og av­ reiðingarprísurin er sjey krónur kilo., so er samlaða avreiðigarvirði omanfyri milliardina. Stóri knasturin hjá okkara unga ættarliðið, at sleppa inn í fiski­ vinnuna yvurhøvur er og hev­ur verið fiskivinnupolitikkur Fólka­ floksins. Tey kunna bara keypa sær skip, skrálar Fiskimálaráðharrin. Vit kunna bert taka tað eina av óteljandi dømum, og er tað nógv umtalaða skipi Anita. Hví bleiv skipið selt til Spania ístaðin fyri at føroyingar keyptu skipið. Einfalda orsøkin var, at um føroyingar skuldu keypa skipið, so skuldu teir flyta reiðarnum 7-8 milliónir á hansara persónligu konto fyri kvotuna, áðrenn teir skuldu bjóða uppá sjálvan skrokkin á Anitu. Eingin við vanligum vit og skilið fer at gjalda fyri politisku luftkasteller Fólkafloksins har meginparturin av peninginum skal niður í lumm­ ar­nar á reiðarnum fyri at fáa eitt fiskiloyvi. Ístaðin fyri skal hesin pen­ingur koma okkara unga ættar­ liðið av fiskimonnum tilgóðar. Tí eingir vanligir fiskimenn hava nak­ ran livandi møguleika at for­renta eina íløgu har 2/3 av íløguni er bert fyri kvotuna hjá skipinum. Tað eru eisini dømir um, at reiðarí sum er gavst í fiskivinnuni har skipið hevði eitt virði uppá 100 milliónir krónur. Men tá skipið var selt, so ljóðaði keypsvirði uppá 300 millónir krónur, tí sjálv kvotan hevði eitt virði uppá 200 milliónir krónur. Sá í donskun fjølmiðli herfyri, at ein stjóri á danskari fyritøku í fráfaringargávu fekk "et gyld­ent håndtryk" har hann fekk 41 milli­ ónir krónur inn á sína konto.. Hetta er júst sami fiskivinnupolitikkur ið tann Føroyski Fólkaflokkurin hevur staðið garantur fyri. Allir flokkar eins og flestu velj­arar eru greið yvur, at ein­ asti møguleiki at fáa eina breiða, burðardygga og gjøgnum­skygda fiskivinnuavtalu í kom­andi val­ skeiðið, er uttan um Fólka­flokkinin. Rós til teir í Sambands­flokkinum ið stóðu stinnir, og ikki boygdu seg fyri trýstinum soleiðis, at vi ikki fingu eina fiskivinnuskipan eftir leisti Fólkafloksins. Vónandi finna allir flokkar saman aftaná løgtingsvalið, og gera eina fiskivinnuavtalu fyrst í komandi valskeiðið. Solidaritetur heldur enn sjálvsókni KJAK Ragnar T. Hentze Nú tá vit hava hoyrt allar flokkar hava við­gjørt hvussu fiskiloyvini skulu viðgerast, havi eg eitt spursmál og tað er : Hevur ongin hugsa um at seta fiskiloyvini til leigu? Hetta hevði gjørt tað juridiskt nógv lættari fyri allar flokkar at einast um eina loysn tí: Fyri tað fyrsta hevði hetta loyst spurningin um ognarrættin til loyv­ ini. Loyvini fella aftur til landið 2018, tað vil siga at tá eigur landið loyvini. Í staðin fyri tá at fara og útluta loyvini aftur, kann landið í staðin leiga tey út. Hetta hevði so mana allan pá­ stand í jørðina um, at loyvir vera útlutað til reiðarar ella skipaeigarar fyri onki. Tí leigar tú nakað, so skal tú gjalda fyri leiguna. Hvussu nógv, er so ein forhandlingsspurningur, sum kann liggja millum 1 kr og ???. Men eftir mínum tykki als ikki ov høgt,og tað velst eisini um hvat loyvi talan er um. Inntøkuna til landið fyri leigu­ sáttmálan viðgera vit seinri í greinini. At landið leigaði loyvini út hevði so eisini fyribyrgt, at loyvir vóru handl­aði millum ymsar eigarar, sum vit hava hoyrt nógvar pástandir um, tí tá er bert ein eigari og tað er landið. Tú kann sum kunnugt ikki handla við nøkrum tú ikki eigur, men bert leigar. Eg rokni við at reiðarar, sum eru seriøsir, leggja onki í um teir eiga ella leiga eitt fiskiloyvi, tað sum teir eru áhug­aðir í, er at sleppa at fiska við skip­um sínum. Tað sum landið kann vinna inn­ tøk­ur uppá er tá veiðan verður løgd uppá land. Her hevði verið hósk­andi at fongurin verur lóggivin upp á land í Føroyum og ikki minst neyð­ ugt, at hann verur seldur um eina uppboðssølu, tí nógv av núverandi skipum hoyra til nøkur virkir, sum eiga bæði skip og virki. Tað er ikki gott nokk, tí harvið kann tann sum eigur eitt skip, sum landar til eitt virki, sum hann sjálvur eigur, freistast til at áseta ein prís, sum hóvar honum. Við tað at tað í løtuni eru uppisjóvarskipini, sum í dag leggja størstu veiðuna upp á land, og standa seg best, so eru tað tey sum eru interisant í hesum viðfangi. Tá tey landa veiðu sína vil eg meta, at tey næstan ongar landingaútreiðslur hava tí tey pumpa veiðuna sjálvi í land og ongin rørir fiskin fyrr enn hann er komin inn á virkið. Her kundi landið so lagt eitt gjald á pr. kg. ella tons. Hetta fyri at umgangast at skipaeigarar skulu gjalda eina rúgvu av peningi áðrenn fari verður at veiða. Tað er sum kunnugt lítið umhildið, at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin. Men er hon skotin tá kann mann handla um skinnið. Tað eru nógvir mátar at handla uppá, men tað sum er alneyðugt, er ikki at taka so nógv frá tí sum loyvið hevur leigað, at hann ikki hórar undan, tí drepur tú gullhønuna, so eru sjálvsagt ongi gullegg at finna í reiðrinum aftaná. Taka vit td. ein útróðrarbát, sum leggur veiðu sína uppá land, so skal hann gjøgnum eina móttøku uppi á landi og har sleppur hann ikki nógv undir 2 kr. í útreiðslum pr. kg. Fiskamarknaðurin sjálvur kostar ikki nógv, haldi tað liggur um 50 kr pr.avreiðing/landing. Hvussu mann leigar út eru nógvir møguleikar, men rímiligt hevði verið at teir sum hava loyvini nú, sluppu at leiga, tey eina tí aftaná 2018. Fyri at hava nakað at halda seg til, so plagar mann at siga at eitt nýtt skip hevur 10 ára livitíð. Tað vil siga at í 10 ár roknar mann við at kunna reka skipið uttan stórvegis trupuleikar, og so vítt eg veit plaga lánini uppá eitt skip eisini at liggja um leið 10 ár fyri eitt nýtt skip.Eldri skip hava so minni livitíð, og lánini eru heldur ikki yvir so mong ár, sum fyri eitt nýtt. Leigutíðin má tí vera so mikið long at skipaeigarin hevur møguleika at forsvara tað, sum hann hevur sett upp á spæl av peningi. Verður skipið selt, fer av knór­ an­um, reiðaríið heldur upp at virka, ella leigureglurnar, sum eiga at vera gjørdar millum leigara og út­leig­ara, ikki yvirhildnar, so heldur leigu­ sáttmálin sjálvandi uppat, og loyvið fell­ur sjálvsagt aftur til eigaran. Land­ið. Fyri at taka saman um, so er al­ neyðugt ikki at taka ov nógvan pen­ ing inn frá skipum, áðrenn farið verð­ ur til fiskarí, og at landið eftir at hava inndrigið øll loyvini í 2018,ikki spælir sær av við tey aftur, ella lorkar sær tey av hondum á annan hátt. Eitt uppskot kundi kanska ver­ ið, at mann hevur tann mátan sum oljuloyvir vera umsitin, fyri eyga, tá mann hyggur uppá hvussu fiski­loyv­ ir vera umsitin. Vóni at teir sum koma at stýra næstu 4 árini hugsa seg væl um, so teir ikki forkoma okkara sera góðu, røsku fiskimonnum og møguleika teirra at virka í landinum, undir so góðum og tryggum umstøðum, sum møguligt, landi og fólki at gagni. Hugleiðingar um hvussu fiskiloyvini eisini kundu verði umsitin