Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 Jógvan Philbrow Formaður, Føroya Pedagogfelag Eitt Løgtingsval gev­ur hvørjum borg­ara sær møgu­ leik­an at gera sína ávirkan galdandi. Hetta er ikki ein sjálv­søgd ella ein lítið týðandi av­ gerð ella møguleiki. Hyggja vit runt um í heimin, vita vit, at tað eru ikki øll, sum hava hendan møguleikan – tí mugu vit fjálga um okkara fólka­ræði og gera okkara ávirkan gald­andi. Fyri okkum í Pedagogfelagnum er hetta valið ikki ein spurningur um høgra ella vinstra, loysing ella samband. Fyri okkum snýr tað seg einamest um, hvussu viðurskiftini hjá teimum, sum vit sum felag um­ boða, síggjast aftur í førda poli­ tikk­inum. Eitt val gevur okkum møgu­leikan at minna á, hvørji mál vit sum felag, meta mugu takast upp. Tað er í tí høpinum, at Føroya Pedagogfelag, longu áðrenn valið varð útskrivað, legði fram trý ynski til løgtingsvalið 2015. Hesi ynskini vóru um eitt lógar­ fest minstamark av tímum til hvørt barnið á stovni. At arbeiðið við at smíða eina tænastulóg, sum vernd og trygd hjá fólki, ið tørv­ar námsfrøðiligan stuðul í ger­andis­ degnum, umframt eitt ynski um at arbeiðast skuldi við at skipa eina almenna lønartalvu. Vit hava leitað í ymisku val­skrá­ unum hjá politisku flokkunum, vit hava roynt lurta eftir kjakinum og vit hava boðið okkum fram at práta við tey ymisku valevnini og flokkarnar um hesi ynski. Valskráirnar Fólkaflokkurin og Sambands­ flokk­urin nevna “Tænastulógina” í valsráum sínum. Hetta eru vit fegin um. Fólkaflokkurin vendi aftur og boðaði frá at tilfari var sent øllum valevnunum. Sambandsflokkurin hevur, har­ umframt, nøkur lyfti til fólk við serligum avbjóðingum, bútilboð og skúlatilboð. Valskráin hjá Javnaðarflokk­in­ um er mest ítøkilig og m.a. verður nevnt: - Í samráð við Pedagogfelagið vil Javnaðarflokkurin menna dag­ stovnaøkið fram á leið. - Arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá námsfrøðingum og hjálpar­ fólkum verða endurskoðað og dagførd í mun til nútíðar krøv. - Minstamark skal vera fyri, hvussu nógvar tímar, starvsfólk skulu hava til hvørt barnið, sum gongur á dagstovni. Eisini er ein partur um almanna­ politikk. Í valskránni hjá Nýtt Sjálvstýri hava vit ikki sæð nakað til okkara ynski. Tjóðveldi, sum eisini er ein av stóru flokkunum, hevur skrivað at fólk við serligum avbjóðingum skulu tryggjast virðilig kor og javn­ bjóðis atgongd til sam­felagið. Og so siga tey eisini, at barnagarðsøkið og fólkaskúlin skal styrkjast og menn­ ast o.a.. Framsókn umrøður ikki bein­ leiðis ynskini, men hevur setningar um lívslang menning og læring “úr vøggu í grøv” og annars, at “børn og foreldur her fáa eina fyrsta­floks tænastu, sum hvílir á eini tíðar­ hóskandi námsfrøðiligari grund”. Miðflokkurin nevnir ikki okkara ynski í teirra valskrá. Kjakið - valfundir Í kjakinum runt um landið hevur lítil og eingin dentur verið á vøggu­stovur, barnagarðar ella frí­ tíðar­skúlar, ei heldur hevur tað sosiala økið ella fólk, sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli ver­ i­ð í miðdeplinum. Hetta er sera harmi­ligt og eg haldi, at miðlarnir í hesum ikki hava røkt sína skyldu á nøktandi hátt. Evnini, sum miðl­ arnir taka upp, er við at gera av, hvat hevur týdning hjá politik­ arunum at taka upp. Prátið við ymisku valevnini og flokkunum. Sum nakað nýtt bjóðaði Pedagog­ felagið seg til at práta við ymisku valevnini og flokkarnar um okkara ynski. Hetta gjørdu vit í góðari tíð, og flokkarnir og valevnini skuldu havt møguleikan at taka okkara ynski við í valskráir teirra og kjak annars. Súsanna Olsen, svaraði við eini grein, beint eftir at greinin hjá felagnum kom út, har hon vísti á at Framsókn fult stuðlaði ynskjunum hjá Pedagogfelagnum. Eftir hetta hava umboð hjá nevndini í Pedagogfelagnum sein­ astu vikurnar havt stutt prát við um­boð fyri flestu av politisku flokkunum. Sambandsflokkurin, við Gitte Klein og Rósu Samuelsen, vóru fyrstar og vit høvdu eitt gott prát, har okkara ynski vóru viðgjørd. Eisini hava vit prátað við flest øll valevni hjá Miðflokkinum, sum eisini vístu stóran áhuga í boðskapi okkara. Og vit hava vitjað Javnaðarflokkin, har vit fingu eitt gott prát og fingu útgreinað ynski okkara saman við Aksel Johannesen og Djóna Nolsøe Joen­ sen. Seinasti flokkur, ið hevur víst áhuga, var so Tjóðveldi, har Ingolf Sólheim Olsen og Bjørt Samuelsen møttu til eitt prát. Hesir báðir seinastu flokkarnir søgdu seg taka undir við okkara trý ynski. Samanumtikið Valstríðið hevur í stóran mun hug at gloyma okkara “bleyta” øki. Tá onkrir flokkar umrøða familju­poli­ tikk og ætla at peningur skal fylgja barninum, kann tað samstundis vera til beinleiðis ampa fyri tað námsfrøðiliga arbeiðsøkið. Tí talan kann tá vera um fleiri børn, sum ikki koma á stovn og eru tá fleiri størv í vanda. Tað er ikki bara størvini sum standa upp á spæl, tí samstundis er hetta ein háðan móti fakligheitini, at leggja upp til, at tað skal vera líka gott fyri børnini, at ein til­ vild­ar­lig “au-pair” skal taka sær av børnunum, heldur enn ein stovn­ur við útbúnum fakfólki. Tað vísir eisini, at virðingin og kanska serliga forstáilsið av økinum ikki er serliga gott. Tað hevur týdning at ganga í barnagarði, eins og tað hevur týdning at ganga í skúla. Og tað eru tað fleiri orsøkir til, sosialar, menningarligar og lærumessigar. At enda vil eg viðmæla øllum at seta tykkum inn í valskráirnar og sjálvi gera tykkum nakrar tankar um, hvar tykkara krossur gagnar best. Lesið sjálvi valskráirnar her: Valskráin hjá Fólkaflokkinum: http://d4cc1bb0701c7a6b47f3-d0cf4 5db0587fa413af3f5641fa48013.r51.cf1. rackcdn.com/myfiles/1439896336_ valskr2015.pdf Valskráin hjá Sambandsflokkinum: http://samband.fo/Admin/Public/ DWSDownload.aspx?File=%2fFile s%2fFiler%2fSkj%26oslash%3bl+ti l+leinkir+pdf%2f2015+Framl%26os lash%3bga+av+valskr%26aacute%3 b+l%26oslash%3bgtingsvali%26eth %3b++2015+Almenn+%26uacute%3 btg%26aacute%3bva_+sni%26eth% 3bgivin.pdf Valskráin hjá Javnaðarflokkinum: http://www.j.fo/Vis-tidindi.aspx?I D=10&Action=1&NewsId=1495&P ID=8 Valskráin hjá Nýtt Sjálvstýrið: http://sjalvstyri.fo/politikkur/ valskra-til-logtingsvalid-2015/ Valskráin hjá Tjóðveldi: http:// www.tjodveldi.fo/?page_id=5360 Valskráin hjá Framsókn: http:// da72ec4c49cd7ed8057c-a6079c230 690f8e53709e84257891700.r60.cf1. rackcdn.com/myfiles/1439975620_ framsokn_faldari.pdf Valskráin hjá Miðflokkinum: http:// www.midflokkurin.fo/valskra/ Sí okkara trý ynski her: http:// www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis- grein/grein/try-ynski-til-komandi- loegtingsval-367/ Føroya Pedagogfelag mælir sínum limum og øllum øðrum um at fara á val Høgni Rasmussen Sjúrður Skaale, sum annars í val­ stríð­num hevur ver­ið sera tamur og næstan ósjónligur, slepti einari films­ bombu sunnudagin á middegi. Hetta var dagin eftir at sam­ komuleiðarar og einstakur prestur skipaðu fyri fundi við tinghúsið fyri at biða fyri hjúnarbandslógini, ella sagt á ein annan hátt, bóðu fyri at samkynd ikki skuldu kunna gifta seg. Sinnini á kjakarum á Facebook vóru týðuliga komin á kók, og tørv­ urin á at gera vart við sína hugsan var í hæddini. So hetta var perfekt timing. Á midnátt sunnukvøldið, tað vil siga eftir 12 tímum høvdu 19.554 sæð filmin, túsundavís dámt hann og 536 høvdu deilt hann. Tað má vera ein greið rekord í Føroyum. Filmurin vísir, at hann er sam­ skiftismeistarin yvir øllum í Før­oyum, annað hvørt hann vil fremja fullveldi sum blaðstjóri á Fregnum eitt nú í seriuni “Jagten på historien” ella tá hann í hesum nýggja filminum letur Miðflokkin úr seyðaskinninum. Knappliga fekk eisini slagorðið “rættvísi” hjá Javnaðarflokkinum luft undir veingirnar. Gumpitunga orðið datt annars á gólvið, sam­ stundis sum tað var sagt, tá Javn­ aðarflokkurin legði valskránna fram. Orðið hevur við millumbilum lyft seg upp frá fyri síðani at plumpa niður aftur stutt eftir. Sjálvt slagorðið hjá danska Javnaðarflokkinum “Det Danmark du kender”, fekk hann flættað inn á sjálvsagdasta hátt, bara í føroyskan samanhang, tá hann sigur: “Tað samfelagið hevði mint meira um Iran enn um tær Føroyar, vit kenna”. Tað er eingin ivi um, at Sjúrð­ur rakti beint í ein tørv hjá fólki at úttrykkja sín harma um útsagn­ irnar hjá Miðflokkinum og ónøgd­ ina við biðifundin hjá samkomu­ leið­arunum framman fyri ting­húsið. Nú kundu í túsundavís vísa sína ónøgd við at dáma filmin og fleiri hundrað við at deila filmin. Sjúrður einfaldger boðskapin. Hann sker allar millumrokningar burtur. Hann nevnir ikki Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkin, Gerhard ella Sambandsflokkin, sum hava staðið fyri næstan tí sama. Hann nevnir bara Miðflokkin sum súmbol fyri víðgongda hugburðin. Í filminum fær hann Javnaðar­ flokkin og flokkar, sum ikki taka eina greiða støðu í málinum um rættindini hjá samkyndum, at tykj­ ast umhugsnar og rúmligar. Hann sigur óbeinleiðis og bei­ nleiðis við tey ungu, at “ung verða drigin at tí, sum er kontant og kom­promileyst, men væl signað eigi tykkum latið tykkum ikki tøla av Miðflokkinum”. Mín sann um eg ikki her fór at hugsa um Framsókn, sum hevur meldað líka greitt út hinu­megin. Síðani lyftir hann flokkarnar, sum eru ósamdir innanfloks við at siga, at í teimum flokkunum er man “ikki bundin niður”, og í teimum flokkunum kann man “umrøða og viðgera málið”. Keine hexerei, nur behändigkeit. Sjúrður Skaale er meistarin! Sjúrður slept einari filmsbumbu KJAK