Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur effo-deildin fótbóltur Jóannes Hansen Tað er ikki staðfest, men nú er tað mest sum greitt. B36 og Eyðun Klakstein fara at megna tað, sum B36 og eingin annar venjari nakrantíð áður hava megnað. 2-1 sigurin á HB hóskvøldið ber við sær, at tað undan fýra teimum síðstu umførunum eru átta stig frá árstalsfelagnum og aftur til NSÍ og tíggju stig frá B36 og aftur til Víking. Tað eru tólv stig eftir at spæla um. Skráin hjá B36 er TB (h), KÍ (ú), AB (h) og ÍF (ú). Skráin hjá NSÍ er HB (h), TB (ú), KÍ (h) og AB (ú). Og skráin hjá Víkingi er EB/Streymur (ú), FC Suðuroy (h), HB (h) og TB (ú). B36 hevur vunnið fulla úr­tøku níggju tær seinastu ferð­irnar. Harvið er eingin orsøk at rokna við øðrum, enn at meistararnir fara at vinna fleiri og kanska allar fýra dystirnar, sum bíða teim­um. Og sannlíkið man vera størri fyri, at B36 fer at vinna fulla úrtøku, enn at tað er fyri, at NSÍ og Víkingur fara at vinna fulla úrtøku. Hetta ber við sær, at tað er møguleiki fyri, at B36 fer at endurvinna FM, um tað skuldi gingið so illa hjá teim­ um, at teir einki stig vinna aftrat. Í fjør vann B36 FM við 61 stigum. Umframt at vinna FM er málið sjálvsagt at vinna tað við fleiri stigum, enn tað varð vunnið í fjør. B36 hevur møguleika at røkka 66 stigum í 2015. – Nú sær tað gott út hjá okkum. Vit vóru greitt omaná í 1. hálvleiki ímóti HB, og vit áttu at hava skor­að fleiri mál enn tey bæði, sum vit fingu fyrru trý kor­ter­ini. Eftir steðgin gekk spælið ikki so væl hjá okk­um. Tá ið HB minkaði um mun­in, var tað ein hálvur tími eftir. Spælararnir eiga rós uppi­ borið fyri, at teir strídd­ust av fullum huga fyri at varðveita leiðsluna, og tað var hugaligt, at tað eydnaðist, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Merkisvert var tað, at verju­spælarar skoraðu øll mál­ini. Miðverjin Andrias H. Eriksen sneiddi seg leysan í brots­teiginum, áðrenn hann smekk­aði bóltin upp í net­ takið og til 1-0 B36 leiðslu, og vong­verjin í høgru, Høgni Eysturoy økti til 2-0 í síðstu sekund­unum undan steðg­ inum, tá ið hann við pannuni um­setti innlegg frá Hans Paula Samuelsen til mál. Tá ið ein stórur tími var farin, minkaði HB miðverjin Rógvi S. Holm um munin eftir deyðbóltsstøðu, og har­ við fór fyrsta málið ígjøgn­ um hjá Tórði Thomsen í B36 málinum í 563 minuttir! Jón Pauli fegin um hugburðin Í gjár eydnaðist tað FC Suður­oy at fara úr Streym­ nesi og suður aftur við 5-3 sigri. Tríggjar ferðir var EB/ Streym­ur á odda, og tríggjar ferðir megnaði FC Suðuroy at javna, áðrenn tað fýra teir síðstu minuttirnar eydnaðist FC Suðuroy at skora tvær ferðir og harvið at vinna 5-3. Stóri maðurin hjá FC Suðuroy var Høgni Madsen, sum skoraði trý mál. Í tveimum førum var tað í sam­bandi við deyð­bólts­ støð­ur. Tá ið Høgni Madsen javnaði til 1-1, eftir at Brian Olsen, hevði sett hol á, var hann miðvallari. Seinni í hálv­leik­inum varð hann fluttur aftur í miðverjuna. – Vit høvdu ilt við at fáa fatur á spælinum, og harvið runnu vit ov nógv aftaná heima­monnunum. Tað hjálpti, tá ið vit fluttu Høgna aftur í mið­verjuna og fluttu Palla Augustinussen fram á sen­trala miðvøllin, sigur FC Suðuroy venjarin Jón Pauli Olsen. Jan á Høgaryggi, sum saman við Niels Paula Danielsen var í fremstu røð hjá heimaliðnum, legði EB/ Streym framum aftur, og eftir fríspark, sum Símun Jóhan Wolles í EB/Streyma mál­inum í fyrstu atløgu hálv­bjargaði, javnaði mið­ vallarin Salmundur Bech und­an hvíldini. Ragnar Danielsen legði EB/Streym framum fyri triðju ferð, tá ið hann var fyrst­ur á returbólti, Høgni Madsen sendi bóltin í málið við bein­leiðis horna, og so var tað, at Mamuka við stútara eftir horna legði FC Suðuroy framum, og at Høgni Madsen við frísparki av brots­teigar­markinum stað­festi týdningar­mikla og av­gerandi 5-3 sigurin. – Hetta var alt avgerandi fyri okkum. Vit stríddust, og vit vunnu úrtøkuna, sum ber við sær, at vit hava eins nógv stig sum AB, sum vit skulu spæla ímóti um tvær vikur. Vit rokna avgjørt við møguleikanum at vinna á AB. Avrikið og hugburðurin við Margáir ber uppaftur størri sjálvsálit við sær, sigur Jón Pauli Olsen, venjari hjá FC Suðuroy. Hóskvøldið tók B36 við sigri í grannauppgerðini í Gundadali risa fet ímóti FM heitinum, meðan AB og FC Suðuroy við sigrum á útivølli í gjár syrgdu fyri, at spenningur framvegis er um, hvat av hesum báðum feløgunum skal flyta niður Finala um niður­ flyting bíðar á Argjum Páll Lervig fc Suðuroy Gott kempa FC Suðuroy. Gott tit vunnu. Til lukku við sigrinum. fjepparin Rógvi Dam EB/Streymur Einki at skriva um í dag. Leygardags fótbóltur er nógv stuttligarði, at spæla. Saman standa vit sterk. fjepparin Allan Enghamar hb B36 eru bara effektivari enn onnur lið í deildini, tí verða teir eis meistarar. Gott at AB fekk hjálpt okkum í Klaksvik, men vit kunnu ikki vænta hvørja ferð hjálp frá øðrum. fjepparin Lissi Mouritsen B36 Ein blívur ellars ikki ársins dómari av ongum !!! Steiki tann til - um ikki annað dømt líka vánaligt báðar vegir !! Men nú er tað felagið stovna so nú alt tað sama ger ..... Tigarin er ELLARS størri enn Leyvan fjepparin