Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 ítróttur fótbóltur effo-deildin AB á aldukambinum Argjamenn vunnu hós­ kvøldið trivaligan 3-1 sigur í Klaks­vík. Hugburðurin og leik­liga avrikið hjá AB var fram­úr, og harvið var sigurin søtliga uppiborin ímóti tomum KÍ liði, sum ikki stríddist fyri upplagda møgu­leik­anum at vinna seg fram á fjórða plássið, ið ber atgongu­merki til europeisku kapp­ingina næsta summar við sær. – Vit mugu bara staðfesta, at hetta var ikki gott avrik hjá okkum, og tað var eyð­ sýnt, at AB avrikið var væl betri, enn okkara var, stað­ festir KÍ miðverjin og lið­ for­mað­urin Jonas Flindt Rasmussen. Rógvi Poulsen setti hol á við fløtum skoti úr vinstru, sum umvegis stólparótina fór í málið aftanfyri Meinhardt Joensen, og Kristin R. Mouritsen økti til 2-0, tá ið heimaverjan ikki sá sann­førandi út. KÍ skifti Kenan Hajdarevic tíðliga inn, og hann minkaði um munin, eftir at innskifti Sami Tahir, sum var fyri fyrstu ferð á KÍ lið­num, hevði roynt seg og mál­verjin hevði hálvbjargað. KÍ fekk blóð á tonna, men lítla løtu seinni økti AB til 3-1, og enn einaferð var tað Kristin R. Mouritsen, sum skoraði. – Vit vóru ógvuliga foku­ ser­aðir, og vit høvdu sjálvs­ álit. Tróndur Jensen spældi meg sera snilt leysan inn um verjuna, og tað var góð kensla at seta bóltin framvið mál­verjan og at skora til 3-1, sigur Kristin R. Mouritsen. – Avrikið var so nógvar ferðir betri, enn tá ið vit fyrr í summar taptu 4-0 á heima­ vølli ímóti KÍ. Tað er upp til okkum sjálvar at varðveita plássið í bestu deildini, og nú fyrireika vit okkum til av­bjóð­ingina á heimavølli ímóti FC Suðuroy, sigur tví­ faldi málskjúttin. ÍF misti á stokkinum Fyri góðari viku síðani javn­ aði ÍF í síðstu løtu til 2-2 ímóti HB á heimavølli. Ta ferðina var tað superveteranurin Bartal Eliasen, sum skoraði seinna málið. Í gjár var Bartal ikki við. Saman við Poul N. Mikkelsen var John Daniel Guðjónsson í miðverjuni. Teir høvdu tamarhald á ann­ars vandamikla Albert Adu, sum tað ikki var so lætt hjá, tí liðfelagarnir so ofta royndu seg við longum og høgum sendingum. Í síðstu løtu undan steðg­ inum setti ÍF hol á við brots­ sparki. Adeshina Lawal um­setti úr ellivu metrum, eftir at hann var uppií, tá ið dóm­arin bríkslaði fyri brots­ sparki ímóti Teiti Olsen, ið fekk bóltin í armin. – Tað er einki at siga til, at TB trýsið bar útjavnandi mál við sær, men tað kennist sera harmuligt, at tað var í evstu løtu, sigur Dánjal á Lakjuni, sum longu í fyrra hálvleiki varð skiftur inn í staðin fyri Boga Reinert Petersen hjá ÍF. Í evstu løtu javnaði Patrik Johannesen til 1-1. Innskifti Carl Mikkjal Bech royndi seg við skoti, ið varð blokerað, og so støkk bólturin til Patrik Johannesen, sum skoraði. – Vit fegnast um, at tað enn einaferð eydnaðist at javna í síðstu løtu. Tað er stað­festing av góðum hug­ burði, men samstundis er tað harmu­ligt, at vit ikki eru framman­fyri, tá ið tað nærk­ ast dystare­nda, sigur Patrik Johannesen hjá TB. Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 23 16 6 1 52 19 +33 54 2 NSÍ 23 14 4 5 66 34 +32 46 3 Víkingur 23 12 8 3 59 30 +29 44 4 HB 23 9 9 5 33 28 +5 36 5 KÍ 23 9 7 7 40 34 +6 34 6 ÍF 23 5 10 8 38 45 -7 25 7 TB 23 4 12 7 31 39 -8 24 8 AB 23 3 10 10 28 36 -8 19 9 FC Suðuroy 23 5 4 14 32 59 -27 19 10 EB/Streymur 23 1 4 18 22 77 -55 7 TB - ÍF 1-1 (0-1) 0-1: Adeshina Lawal br 45. 1-1: Patrik Johannesen 91. Dómari: Lars Müller TB: Ivan Stojkovic – Ragnar Joensen (Carl Mikkjal Bech, 68.), Teitur Olsen, Eirikur M. Ellendersen, Andri Freyr Bjørnsson – Rógvi Joensen ■, Martin Tausen – Teitur Justinussen (Jákup Thomassen, 85.), Jonas Gejel Hansen, Patrik Johannesen – Albert Adu ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen, John-Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard – Bogi Reinert Petersen (Dánjal á Lakjuni, 18.), Frank Poulsen – Andy Olsen, Nenad Saric,  Kristoffur Jakobsen (Andrias Poulsen, 80.) – Adeshina Lawal (Clayton Soares, 62.) HB - B36 1-2 (0-2) 0-1: Andrias H. Eriksen 10. 0-2: Høgni Eysturoy 45. 1-2: Rógvi S. Holm 62. Dómari: Petur Reinert HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Heini Vatnsdal – Adrian Justinussen, Christian R. Mouritsen, Levi Hanssen (Daniel Johansen, 78.) – Poul Ingason (Rókur av Fløtum Jespersen, 46./Andrew av Fløtum, 73.) B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Jónas þór Næs – Alex Mellemgaard ■ (Árni G. Nielsen, 67.), Eli Falkvard Nielsen – Hanus Thorleifsson, Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen (Benjamin Heinesen, 83.) – Jákup á Borg ■ (Gestur B. Dam, 46.) EB/Streymur - FC Suðuroy 3-5 (2-2) 1-0: Brian Olsen 8. 1-1: Høgni Madsen 13. 2-1: Jan á Høgaryggi 24. 2-2: Salmundur Bech 38. 3-2: Ragnar Danielsen 65. 3-3: Høgni Madsen 69. 3-4: Mamuka Toronjadze 86. 3-5: Høgni Madsen 90. Dómari: Alex Troleis EB/Streymur: Símun Jóhan Wolles – Árni G. Nielsen ■, Rói H. Olsen ■, Andras Olsen, Hanus Olsen – Leif Niclasen, Brian Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Ragnar Danielsen (Jónstein Magnussen, 89.) – Niels Pauli Danielsen, Jan á Høgaryggi (Arnar Dam, 83.) FC Suðuroy: Kári Jacobsen – Dánial Godtfred, Vallerian Lobashvili, Palli Augustinussen, Búi Egilsson (Tóki Mortensen, 90.) – Høgni Madsen – Salmundur Bech, Mamuka Toronjadze ■, Heri Kjærbo, Símun Samuelsen (Heini Bech, 86.) – Jón Krosslá Poulsen (John Villi Leo, 81.) KÍ - AB 1-3 (0-2) 0-1: Rógvi Poulsen 20. 0-2: Kristin R. Mouritsen 33. 1-2: Kenan Hajdarevic 61. 1-3: Kristin R. Mouritsen 69. Dómari: Kári J. á Høvdanum KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø (Kenan Hajdarevic, 37.), Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Guéye, Mayowa Oladele Alli (Ísak Simonsen, 70.) – Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen – Henry Heinesen ■, Atli Danielsen (Sani Tahir, 52.), Heðin Klakstein  – Jóannes Bjartalíð AB: Heðin Stenberg – Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen ■, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen (Magnus Egilsson, 70.) – Kári Nielsen ■, Tróndur Jensen – Dion B. Splidt (Álvur F. Christiansen, 82.), Kristin R. Mouritsen, Rógvi Poulsen – Kristin R. Mouritsen – Nicolaj L. Eriksen (Karstin Højgaard, 63.) hagtøl 23. umfar Sæbjørn Leiti íf Javnleik aftur í dag, tað er kanska nokk til ikki at flyta niður men ikki gott nokk um vit vilja longur upp á stigatalvuna. Koyr á ÍF fjepparin Kristian Joensen kí Europa grætur fjepparin Allan Smedemark tb Same old, same old. Okur spæla bara javnleikir í ár... fjepparin Hóskvøldið tók B36 við sigri í grannauppgerðini í Gundadali risa fet ímóti FM heitinum Mynd: Bjarni Enghamar