Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur løgmanssteypið finala fótbóltur Tróndur Arge – Tórsvøllur Fótbóltssambandið hevur fatur á rætta endanum, tá talan er um steypafinalu viku­skiftið, har liðini frá U14 til tey vaksnu spæla sínar final­ur á tjóðarleikvøllinum. Umstøðurnar á Tórsvølli við taki og nýggja FSF hús­ inum ger, at tað blívur ein heilt serligur stemningur, hóast talið á áskoðarnum til onkrar av yngru finaluna var um nøkur hundrað. Tað sæst eisini aftur á vøll­inum, at hetta er ársins dystur fyri ungu dreingir­nar og genturnar. Løtan tá bólt­ urin trillar í málið útloysur gleði og sorg hjá liðnum, sum stríðast fyri lívinum at vinna steypa­kappingina. Sum heild var talan um ein frálíkt steypa­viku­skiftið. Tíverri tókist sjón­varps­ dekn­ingurin at verða ov vána­ligur. Serliga vóru stórir trupul­leikar við sjón­varps­ vinkl­unum og ikki minst klipp­ingini. Umstøðurnar á altjóða stigi Til finaluna um Løg­mans­ steypið var talan um al­tjóða dám kring vøllin. Feløg­ini høvdu selt eini tús­und at­ gongu­merki í part. Somu­ leiðis høvdu viðhaldsfólkini hjá bæði Víkingi og NSÍ gjørt ótrúliga nógv burturúr. Hetta setti av sonnum sín dám á steypafinaluna, sum bleiv spæld í góðum veðrið. Tað er eisini nakað serligt, tá spælt verður um kvøldið, og tey fyrr so útskeldaðu ljós­ini lýsa fyri fullari megi. Tað fyllur ótrúliga nógv í mynd­ini, tá viðhaldsfólkini hava gjørt seg út við litum hjá felag­num, fløggum og trumm­um. Tað skulu bæði NSÍ og Víkingur hava rós fyri! Víkingur er framvegis steypaliðið Finalan um Løgmanssteypið var ikki meir enn tíggju min­ uttir gomul, tá fyrsta ábend­ ingin kom um, at Víking­ ur ikki ætlaði at sleppa steypinum. Súni Olsen við framúr frísparki úr minst 35 metrum. Hóast frí­spark­ ið var gott, so skal mál­verj­in helst fáa í minsta lagi hond­ ina á eitt slíkt skot. Nú byrjaði NSÍ liðið at fara úpp í límingini. Teir munn­høggaðust nakað innan­hýsis og á vøllinum megn­aðu teir ikki at skapa ein mál­møguleika. Revsingin kom aftaná ein hálvan tíma. Súni Olsen sendi hornaspark inn­fyri. Har bleiv ikki dekkað upp og so kundi Gert Hansen ótarn­aður stúta bóltin í mál­ ið til 2-0. Síðani fekk Árni Frederiks­berg ársins triðja – og dýrasta – reyða kortið. Takk og farvæl til spenn­ ingin í steypa­finaluni. Nú vóru tað bara teir ljósabláu áskoð­ararnir hjá Víkingi, sum hildu lív í. Teir vóru á trygg­ari leið til at vinna fjórða steypagullið á rað. Tað uttan mótstøðu seinasta tíman. Heðin Hansen stað­ festi sigurin. Menn á Víkingaliðnum Munurin á Víkingi og NSÍ er, at á Víkingalðnum eru menn, meðan NSÍ framvegis bara hevur dreingir. Allir profil­ ar­nir hjá Víkingi spældu yvir miðal. Serliga impo­ner­andi er tó, at eisini marginal­spæl­ ararnir spældu yvir evni og uttan fjáltur. Sámal Jákup Joensen og Gunnar Vatn­ hamar á høgrusíðu, Gert Hansen á verjukenda mið­ vøll­inum og serliga Heðin Hansen, sum var framúr í fremstu rekkju. Teir gjørdu at kalla ongan býttan feil, stóðu saman sum eitt lið á vøllinum og hava tak­tiska hegni til at vinna ein­stak­ar alt ella einki dystir. Eitt mannfólkaavrik frá Víkingi. Árni og NSÍ dreingirnir Árni Frederiksberg bleiv ímyndin av tí, sum mis­eydn­ aðist hjá NSÍ. Ein lands­ liðs­spælari, ið ikki megnaði at avrika, tá mest stóð á. Árni hevur verið millum bestu spælararnar hjá NSÍ í ár, men leygarkvøldið var hann ov ágrýtin og helst yvir­tendr­aður. Hann lat seg provo­kera í støðu við Gert Hansen, og tað er tíverri ein aftur­vendandi trupulleiki fyri ídna vongin. Hetta er triðju ferð í ár, at hann verður útvístur. Fyrst móti B36 í oddabrakinum í Runavík. Síðani í Klaksvík, eftir at hann var útskiftur. Alt hetta kostar leikbann. Næstu ferð hann fær gult kort, so skal hann eisini sita uttan­fyri, tí tá er hann komin upp á fimm gul. Hetta er óvanligt fyri ein vinstra vong, sum er álitið í álopsspælinum hjá einum FM avbjóðara. Árni er nú 23 ár og á markinum til at blíva lands­liðsspælara. Eins og við NSÍ, so er tíðin komin til at veksa við uppgávuni. Tað stóð líka illa til hjá monnum sum Pól Jóhannus Justinussen og Einari Trónda­gjógv, sum hvør í sínum lag ikki spældu nær­ námind tí, sum vit plaga at síggja í Effo-deildini. Tá lykla­spæl­ararnir ikki megna at avrika, í einum so avger­ andi dysti móti einum liði, sum hevur vunnið seinastu tríggjar innan­hýsis dystirnar greitt, so verður uppgávan ómøguligt. Ongin ivi um, at NSÍ verð­ ur eitt av toppliðnum í før­ oyskum fótbólti komandi árini. Kappingarárið í ár hevur verið ein suksé higar­ til, men í finaluni vóru teir dreingir í einum dysti móti monnum. Væl spældar ungdómsfinalur Tey serkønu á økinum siga, at talan hevur verið um fleiri steypa­finalur á høg­ Víkingur vann leygarkvøldið Løgmanssteypið fyri fjórðu ferð upp í slag. Sjálv finalan bleiv ongantíð spennandi, tí talan var um menn móti dreingjum Menn móti