Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 ítróttur fótbóltur løgmanssteypið finala dreingjum um stigi. Kvinnu­fótbólt­urin er á veg rættan veg. Final­ ur­nar í U14 og U17 gent­um góvu ábendingar um, at framgongd er í kvinnu­fót­ bólti, sum í løtun ikki hevur eitt A-landslið í kapping. FIFA, altjóða fótbólts­sam­ gongan, leggur nógv fyri at menna kvinnufótbólt. Hes­ um hevur FSF eisini lagt seg eftir. Tað tykist hava gjørt mun. Í finalunum hjá dreing­ inum høvdu HB og NSÍ hvør síni tvey lið, umframt at B36 og KÍ eisini vóru umboðaði. Her tykist spælarartilfarið eisini vera á einum høg­um stigi. Finalan í U18 aldurs­ bólkinum hevur seinni árini framleitt nógv mál og stóran spenning. Soleiðis var eisini hesa ferð, tá HB vann 3-2 á NSÍ. Finalan bleiv spæld fríggja­kvøldið og tað riggaði bara avbera væl. Ongin tekur KÍ Hjá kvinnunum vann KÍ í bestu deildini og í U17 aldurs­ bólkinum. KÍ hevur megnað at framleitt ein góðan kvinnu­spælara fyri og annan eftir. Tað sæst langan veg, at talan er um miðvíst arbeiði. Hetta er eisini eitt prógv um, at tað loysir seg at arbeiða mið­víst. KÍ er av sonnum eitt undan­gongufelag, tá talan er um kvinnulið. Tað er eina ferð um KÍ, at gullið hjá KÍ er í vanda. Tað er til steypafinaluna, tí tá skal mótstøðuliðið bara vinna eins dyst, fyri at koppa 16 faldu FM vinnarunum úr Klaks­vík. Eins og í fleiri av undan­farnu finalunum, so stóð nógv á, men enn eina ferð var tað Rannvá B. Andreasen, ið avgjørdi til fyri­muns fyri KÍ. Týdningarmiklar royndir Finalan um Løgmanssteypið í ár var ikki spæld á eins høg­ um stigi, sum tann millum Víking og HB í fjør. Tað er tó týdningarmikið, at vit hava steypafinalur fyri føroysku liðið, ið verða spældar í al­ tjóða fótbóltsumstøðum. Tað gagnar øllum. Spælarum, venj­arum og dómarunum. Hetta er lyklaroyndir fyri fólkini í føroyskum fót­bólti. Vónandi er hetta við til, at menna okkum sum fót­bólts­ tjóð. Vit mugu bryjna okk­ara ungu spælarar til at standa royndina, tá altjóða upp­ gávur eru fyri framman. trondur@sosialurin.fo Jóannes Hansen Hann hevur verið mill­um GÍ og nú Víkinga stuðlar­ nar í mong ár. 73 ára gamli Haraldur Hammer, sum í síni tíð var lærari í Gøtu, var for­ mað­ur í GÍ í fleiri ár fyri um­leið einari hálvari øld síðani. Eftir at vøllurin í Sarpu­gerði var tikin í nýtslu miðskeiðis í seksti ár­unum, royndu gøtu­ menn seg við fyrstu stet­ landi fetunum í fót­bólt­ inum. Teir høvdu lið í meðal­deildini, og tá var Haraldur Hammer mál­ verji. Leygardagin fór fyrr­ verandi formaðurin og mál­verjin tíðliga seinna­ partin yvir til Leirvíkar, har fjeppararnir við Jákupi Hentze Foldbo sum odda­manni skipaðu fyri upphiting – eitt nú andlits­máling. Eftir dystar­lok og fjórða finalu­ sigurin á rað var fagn­að­ urin í Víkinga leguni á Tórs­vølli stórur, og her var fyrrverandi GÍ for­ mað­urin framvegis at síggja í góðveðrinum. joannes@sosialurin.fo Millum mongu fegnu Víkinga viðhaldsfólkini á Tórsvølli leygarkvøldið var Haraldur Hammer Fegin veteranur Myndir: Álvur Haraldsen