mánadagur 31. august 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
André Olsen
Víkingur lat leygarkvøldið
ongan iva vera um, at teir
í løtuni eru tað ultimativa
steypaliðið í føroyskum fót
bólti. Fjórða árið á rað, kundi
Víkingar
nevniliga
lyfta
steypið uppum høvd á Tórs
vølli.
Avrikið hjá Víkingi var
alla tíðina sannførandi í
finaluni, og størsta partin
av dystinum, sá tað nærum
út sum um, at menn spældu
móti dreingjum. NSÍ leik
ararnir megnaðu ongantíð
at geva Víkingi stórvegis
av mótstøðu, og tí gjørdist
finalan leygarkvøldið heldur
talan um einvegis ferðslu,
enn ein undirhaldandi fót
bóltsdyst.
NSÍ fekk ikki eitt
bein til jørðina
Tað lá annars í kortunum
undan dystinum, at NSÍ
kundi hava ein góðan møgu
leika ímóti Víkingi. Á Víkinga
liðnum manglaðu ikki færri
enn fýra profilar, sum til
eina og hvørja tíð, eru mill
um teir fyrstu ellivu, tá
Víkingur stillar við sterkastu
manning. Bárður Hansen,
Hans
Jørgen
Djurhuus,
Andreas Lava Olsen og Filip
Djordjevic sótu allir uttan
fyri við skaðum.
Men hetta vísti seg ikki
at hava nakra sum helst
ávirkan á dystin. Frá byrjan
av sást, at Víkingur var við
yvirlutan, og at NSÍ hevur
eyðsýnd kompleksir við at
spæla ímóti júst Víkingi.
Tað sást eisini týðuliga av
Víkinga leikararnir høvdu
roynt hesar dystirnar áður.
Teir tóku nógv betri avgerðir
enn NSÍ leikararnir við bólt
inum og vóru sum heild nógv
meira avgjørdir, tá teir fóru í
nærdystir.
Súni Olsen
var avgerandi
Tá so Súni Olsen longu eftir
tíggju minuttum, við einari
framúr frísparks perlu, legði
Víking á odda 1-0, líktist
dysturin beinavegin øllum
teimum undanfarnu dyst
unum millum feløgini í ár.
NSÍ royndi tó at trýsta sum
frægast løtuna eftir leiðslu
málið hjá NSÍ, hóast at talan
ongantíð var um vanda
miklar atsóknir frá NSÍ.
Tá ein hálvur tími var
farin, punkteraði Víkingur
dystin endaliga. Maðurin,
løgmanssteypið finala fótbóltur
H E S A V I K U N A
4
Geza Turi
Hóast hann hevur havt dystir, har hann hevur havt munandi meira at sæð
til, so var ungverski málverjin alla tíðina tryggur í málinum hjá Víkingi, og
hevði gott tamarhald á verjuni frammanfyri sær.
3
Sámal Jákup Joensen
Hevði ein arbeiðsinnsats sum var í topp frá fyrsta til seinasta minutt, og
stríddist manniliga. Var tó eitt sindur óheppin í onkrum førum, tá hann skuldi
spæla sær av við bóltin, men gjørdi ein góðan innsats.
5
Atli Gregersen
Stýrdi Víkinga verjuni, og var við til at pakka tann annars vandamikla
offensivin hjá NSÍ væl og virðiliga inn. Hevði eisini nógvar góðar avleveringar
niðan á vøllin, og varð valdur til dagsins leikara av FSF eftir dystin.
4
Erling Jacobsen
Stóð eins og Atli Gregersen tryggur í Víkinga verjuni ígjøgnum allan
dystin, og hevur ótrúliga gott tak á tí annars vandamikla áleyparanum hjá
NSÍ, Klæminti A. Olsen.
4
Hanus Jacobsen
Hevði, eins og restin av Víkinga verjuni, fullkomið tamarhald á
álopspartinum hjá NSÍ gjøgnum allan dystin. Kom eisini nakrar ferðir framvið,
tó uttan at vera veruliga avgerandi í nakrari støðu. Men spældi ein góðan
dyst.
4
Sølvi Vatnhamar
Gav sum altíð ein heilhjartaðan innsats, har hann saman við Víkinga
liðnum frá fyrsta bríksli var fullkomiliga við yvirtakið. Var nógv á bóltinum, og
stýrdi spælinum hjá Víkingi væl sum spælfordeilari.
4
Gert Hansen
Loysti Hans Jørgen Djurhuus av sum defensivur miðvallari, og kom frálíka
væl frá uppgávuni. Skoraði málið til 2-0, og kundi í seinna hálvleiki fingið eitt
mál afturat uppá hornaspark. Vann eisini nógvar bóltar á miðvøllinum, og var
sum heild tryggur á bóltinum.
4
Heðin Hansen
Var eyðsýndur ígjøgnum mestsum allan dystin. Var dominerandi í tí
fysiska partinum av spælinum, har hann vann nærmast allar duellir sum hann
fór í. Var harafturat tryggur á bóltinum, og sementeraði avrikið við at leggja
Víking á odda 3-0 í einum málið, sum hann sjálvur átti alla æruna av.
5
Súni Olsen
Var tann mest avgerandi leikarin á Víkinga liðnum í finaluni. Gav Víkingi
eina dreyma byrjan, tá hann við einum dreymahuggið legði Víking á odda 1-0,
og legði samstundis upp til 2-0 málið, sum Gert Hansen skoraði. Frálíkt avrik.
3
Gunnar Vatnhamar
Hevur av álvara spælt seg á Víkinga liðið í hesum kappingarárinum, og
átti eisini sín stóra lut í sannførandi sigrinu leygarkvøldið. Stríddist manniliga
allan dystin á tamb.
4
Finnur Justinussen
Hóast hann ikki fekk nakað mál í finaluni, so var arbeiðsinnsatsurin í topp
alla tíðina. Hevur sum heild eitt gott tak á NSÍ verjuni, og var eisini viðvirkandi
til at sigurin leygarkvøldið var so sannførandi.
3
Páll M. Joensen
Kom inn seinasta korterið, tá alt var avgjørt. Var við í fleiri fínum álopum,
og er ein góður fótbóltsspælari. Var tó ongantíð veruliga avgerandi.
Filip Djordjevic
Ov stutt inni til at gera meting.
Dánial Paula Lervig
Ov stutt inni til at gera meting.
spælarameting
Víkingur
fullkomiligt
tak á NSÍ
Tríggir fyri sættu ferð Á Víkinga liðnum leygarkvøldið, vóru
ikki færri enn tríggir leikarar, sum vunnu Løgmanssteypið fyri sættu
ferð. Hanus Jacobsen, Atli Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus
hava allir vunnið Løgmanssteypið 6 ferðir. 5 ferðir við Víkingi
(2009, 2012, 2013, 2014 og 2015), og einaferð við GÍ (2005).
1 til 6
Hóast stórt mannfall, so lat Víkingur leygarkvøldið ongan
iva vera um, at teir í løtuni eru tað ultimativa steypaliðið í
føroyskum fótbólti. Víkingur hølvaði mótstøðuliðið NSÍ av
við 3-0 sigri, og stóra leiðslan var ikki eitt mál ov lítið