mánadagur 31. august 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99
ítróttur
sum átti týðandi fót í næsta
málinum var enn einaferð
Súni Olsen, sum við einari
veruligari
kanónkúlu,
smekkaði eitt hornaspark
inn
í
pannuna
á
Gert
Hansen, sum økti til 2-0 til
Víking. 2-0 málið gav Víkingi
fullkomiligt tamarhald á, og
lætt var at fáa eyga á stórar
frustratiónir á liðnum hjá
NSÍ hesa løtuna.
Heilabløðing brast
vónina hjá NSÍ
Hjá einum av NSÍ leikar
unum fleyt eisini fullkom
iliga yvir, tá 38 minuttir av
dystinum vóru leiktir. Árni
Fredriksberg fekk nevniliga
beinleiðis reytt kort, eftir at
hann hevði verið í horna
tøkum við Gert Hansen á
Víkinga liðnum á miðjum
vølli. Dómarin metti, at Árni
sló Gert í andlitið, og hevði
tí einki annað val, uttan at
senda Árna av vøllinum við
beinleiðis reyðum kortið.
Hendan støðan gjørdi, at
sjálvt teir mest bjartskygdu
áskoðararnir hjá NSÍ, nú
kendu skriftina á vegginum.
Aftanfyri 2-0 og við einum
manni í undirtali, gjørdist
mótbrekkan
hjá
NSÍ
óvanliga brøtt. Og sigast skal
eisini, at teir ongantíð megn
aðu at gera nakað sum helst
við Víking, tað sum eftir var
av dystinum.
fótbóltur
Enn einaferð karmarnir á
Tórsvølli. Vit hava fingið
ein fantastiskan leikvøll,
sum vit øll kunnu vera stolt
av. Harumframt eiga bæði
Víkinga áskoðararnir og NSÍ
áskoðararnir stórt rós fyri
teirra innsats leygarkvøldið,
sum av álvara setti sín dám á.
Sjálvur spenningurin í dystinum
var eitt, og annars fýrverkið
eftir dystin ná Tórsvølli,
sum køvdi gleðisrúsin hjá
Víkinga áskoðarunum eitt
vet. Sjálvt fýrverkið var
flott, men stemningurin
á leikvøllinum dempaðist
eitt sindur av hesum.
2
Andras Gango
Tók eitt fet skeivan veg til tað fyrsta málið, sum Súni Olsen smekkaði upp
í hornið. Lat annars trý mál ígjøgnum, sum er ov nógv at lata inn í eini finalu
2
Jóhan Jacobsen
Spældi undir støðið, og var ongantíð eins eyðsýndur, og hann hevur verið
fyrr í kappingini. Hevði trupulleikar í verjupartinum, og var lítið sjónligur
frameftir vøllinum.
2
Jens Joensen
Stríddist faktiskt væl allan dystin á tamb, men lat, eins og restina av NSÍ
verjuni trý mál ígjøgnum, og tað er ov nógv, tá man spælir í miðverjuni.
2
Monrad H. Jacobsen
Sá út til at skulla dekka Gert Hansen, tá Víkingur økti til 2-0, men slepti
onkursvegna manninum, og tí stóð hann púra leysur og skoraði. Spældi eins
og restina av NSÍ liðnum undir støðið.
2
Einar Tróndargjógv
Vildi hava fríspark til triðja málið, sum hann tó ikki átti, og síðani slapp
Heðin Hansen avstað og økti til 3-0. Hevur spælt betri onkrar aðrar dystir enn
hann gjørdi leygarkvøldið.
2
Hákun Edmundsson
Vísti ongantíð sínar veruligu dygdir, har miðvallararnir hjá Víkingi tóktust
betri upplagdir. Var eisini útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki
2
Magnus H. Olsen
Hevði sum tann einasti av teimum sum byrjaðu inni hjá NSÍ royndir frá
eini steypafinalu í bestu deildini. Kom tó ongantíð veruliga til sín rætt undir
dystinum
3
Jann Martin Mortensen
Tóktist at vera tann einasti leikarin á liðnum hjá NSÍ sum tordi at spæla
sítt vanliga spæl. Byrjaði dystin væl við bæði at bjóða av og við smáspælið.
Fall eins og restina av liðnum ígjøgnum í seinna hálvleiki
1
Árni Fredriksberg
Tóktist yvir tendraður frá fyrsta bríksli og var ongantíð veruliga eyð
sýndur sum hann plagar. Fekk eisini reytt kort fyri eina heilabløðing í fyrra
hálvleiki, og oyðilegði tí dystin fyri NSÍ, hóast at teir longu tá vóru aftanfyri
2-0
2
Pól Jóhannus Justinussen
Stríddist væl alla tíðina, men kom heldur ongantíð veruliga til sín rætt.
Átti at havt styrkina til at fingið eitt sindur meira burturúr, men avrikið var
eins og restina av NSÍ liðnum eitt vet undir miðal støðið.
2
Klæmint A. Olsen
Varð væl dekkaður av Atla Gregerse og Erlingi Jacobsen ígjøgnum allan
dystin. Noyddist at traðka í karakter, tá støðan var 2-0 til Víking, men fekk
ongantíð tað sama burturúr, sum hann annars hevur fingið fyrr í kappingini.
3
Christian Høgni Jacobsen
Var eitt ljóspunkt á liðnum hjá NSÍ, tá hann varð skiftur inn í
hálvleikinum, hóast teir spældu við einum manni færri. Tordi at halda uppá
bóltin, tordi at bjóða av, og skuldi havt byrja inni í finaluni.
3
Haraldur R. Højgaard
Hevði eisini eitt fínt innhop, og sæð í mun til hinar á miðvøllinum hjá NSÍ,
so vann Haraldur næstan fleiri takklingar ta løtuna hann var inni, enn hinir
gjørdu. Kom tó inn tá dysturin var avgjørdur.
2
Jonhard Fredriksberg
Kom inn um miðjan seinna hálvleik, og royndi sum frægast. Var tó ikki so
eyðsýndur, og dysturin varð punkteraður, tá hann kom inn á vøllin.
spælarameting
Afturvendandi fyri NSÍ Um vit ikki telja finaluna um Ísafjarðar
súluna í 1986, og einans telja finalurnar um Løgmansteypið (2002,
2004 og 2015) við, so er tað afturvendandi fyri NSÍ at fáa reytt
kort í finaluni. Í 2002 fekk Pól Thorsteinsson reytt kort, í 2004 Jens
Martin Knudsen, og í 2015 fekk Árni Fredriksberg reytt kort fyri NSÍ.
1 til 6
NSÍ - Víkingur 0-3 (0-2)
0-1 Súni Olsen, 10.
0-2 Gert Hansen, 32.
0-3 Heðin Hansen, 58.
Dómari: Eiler Rasmussen.
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Vinjard Dam
Fjórði dómari: Alex Troleis
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen (Christian Høgni Jacobsen,
46), Jens Joensen, Monrad H. Jacobsen, Einar Tróndargjógv
– Hákun Edmundsson (Haraldur R. Højgaard, 51), Magnus H. Olsen,
Jann Martin Mortensen (Jónhard Fredriksberg, 64), Árni Fredriksberg ■
– Pól Jóhannus Justinussen – Klæmint A. Olsen (Liðskipari)
Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen (Liðskipari),
Erling D. Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar ■, Gert Hansen
– Gunnar Vatnhamar (Filip Djordjevic, 83), Heðin Hansen ■
(Dánial Pauli Lervig, 85), Súni Olsen (Páll M. Joensen, 75)
– Finnur Justinussen ■
Myndir: Álvur Haraldsen
Jan B. Antonioussen
nsí
Jan Bolstad Anthoniussen NSÍ:
Har eru ikki so nógv at siga.
Hatta bleiv ikki akkurát tann
steypafinalan sum fólk hevði
hopað uppá. Dysturin bleiv
avgjørdur longu í fyrra hálvleiki.
Víkingur vann uppiborið. Buhu.
Vit prøva aftur næsta ár!
fjepparin
Petur Asbjørn Lervig
víkingur
Tað er komið heim, steypi komið
heim...... Klassa mál, klassa
umstøður, klassa ljosð, klassa
vikinga viðhaldsfólk........WLYV
fjepparin