mánadagur 31. august 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
kvinnufinalan fótbóltur
Royndirnar
koppaðu tí til KÍ
EBS/Skála gav KÍ kvinnunum ein skarpan gang í tøttu og intensu finaluni, sum fram ímóti dystarenda
koppaði til fyrimunar fyri tær úr Klaksvík, sum harvið tryggjaðu sær sættu greipuna á rað
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóannes Hansen
Tær eiga gullkrónur í rúgvu
vís. Tær eru vunnar í lands
kappingini, og tær eru vunn
ar í steypakappingini. Síðani
2000 hava tær vunnið sekst
an gullkrónur á rað í lands
kappingini. Síðani 2000 hava
tær vunnið trettan finalur í
steypakappingini.
Leygardagin vunnu KÍ
kvinnurnar enn eina steypa
finalu. 2-1 sigurin á EBS/
Skála ber við sær, at KÍ hevur
tryggjað sær greipuna í 2015.
Hetta er sætta árið á rað, at
KÍ kvinnurnar hava vunnið
bæði landskappingina og
steypakappingina ella greip
una, sum tað plagar at verða
tikið til.
Hóast nógva gullregnið
troyttast KÍ kvinnurnar ikki:
-Hetta var fantastiskt.
Talan var um sera tætta
uppgerð, og í 1. hálvleiki
vóru EBS/Skála betri enn vit,
uttan at tær spældu seg til
so stórar málmøguleikar. Í 2.
hálvleiki kempaðu og strídd
ust vit, og tað er serliga huga
ligt at vinna, tá ið tað var so
tætt, sum tað var hesa ferð,
sigur ovurfegni veteranurin
Rannvá B. Andreasen.
Hon er annar av tveimum
spælarum, sum hava verið
við til at vinna allar finalur
nar. Hin er Malena Joseph
sen. Felags fyri tær báðar er,
at tað vóru tær, sum skoraðu
málini leygardagin.
Malena Josephsen var
fremsti álopsspælarin hjá KÍ,
meðan Rannvá B. Andreasen
var framrættaður miðvallari.
Malena setti hol á, tá ið tað
restaðu
tjúgu
minuttir.
Maria K. Thomsen, sum var
væl uppløgd í vinstru, legði
út frá til Malenu, sum úr átta
metrum og mitt fyri setti
bóltin í málið.
Lítla løtu seinni javnaði
EBS/Skála, og harvið varð
undirstrikað,
at
einki
var avgjørt. Eftir horna
úr vinstru var tað Íðunn
Magnussen, sum við høvdi
num sendi bóltin í KÍ málið.
EBS/Skála spælararnir vóru
ovurfegnar. Tað kendist, at
tær trúðu uppá, at tað skuldi
eydnast at vinna úrtøku,
eftir at tær stóran part av
tíðini – serliga í 1. hálvleiki –
høvdu verið leikliga omaná.
Eftir innlegg úr høgru
høvdu
tær
beinanvegin
risa møguleika at leggja seg
framum, men Margunn Lind
holm, sum var fremsti spæl
arin, rakk akkurát ikki fram
at stýra bóltin í tóma málið,
og so trillaði bólturin eftir
málstrikuni!
Undan
steðginum
var
leikferðin hjá KÍ ikki serliga
høg. Favorittarnir ansaðu
eftir ikki at brúka ov nógva
orku. Sum 2. hálvleikur leið,
fingu tær betri tak á, og
fýra minuttir undan leikloki
skoraðu
tær
sigursmálið,
tá ið Rannvá B. Andreasen
umsetti brotsspark, ið varð
dømt fyri hands, til mál.
Hóast tær í løtum lógu
undir, so vóru tað viljin at
vinna og royndirnar í nógv
um avgerandi dystum – bæði
í heimligu kappingini og
europeisku kappingini – sum
vóru avgerandi fyri, at tað
koppaði úr Sundalagnum og
til Klaksvíkar.
EBS/Skála
spælararnir
vóru sera vónsviknar:
-Hetta er sama myndin,
sum tað so mangan hevur
verið. Vit kendu okkum
vera heilt væl við, men tað
eydnast ikki at fáa mál, og
so taka tær av. Tað hevur
nakað við nógvu royndirnar
hjá teimum at gera, og at vit
ikki so ofta sum tær hava
verið við í avgerandi dyst
um. Her hugsi eg eisini um
europeisku kappingina, sum
tær so ofta hava spælt við í,
sigur Íðunn Magnussen hjá
EBS/Skála. Hon var eftir
dystarlok kosin at vera besti
spælari í finaluni.
KÍ kvinnurnar hava vunn
ið steypakappingina í 2000,
2002, 2003, 2004, 2006, 2007,
2008, 2010, 2011, 2012, 2013,
2014 og nú aftur í 2015.
KÍ-EBS/Skála 2-1 (0-0)
1-0: Malena Josephsen 71.
1-1: Íðunn Magnussen 76.
2-1: Rannvá B. Andreasen br 86.
Dómari: Bent Tommy Linklett
KÍ: Ana Ivanov – Sigrid Jacobsen■, Bára Skaale Klakstein, Ragna B.
Patawary■, Katrina Akursmørk - Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen
– Rannvá B. Andreasen■, Gudny Johannesen (Hervør Olsen, 78.), Maria
K. Thomsen– Malena Josephsen■
EBS/Skála: Anna S. Hansen - Guðrið Poulsern, Rakul V. Magnussen,
Durita Hummeland, Durita Mikkelsen (Kára Djurhuus, 59.) – Fríðrún
Danielsen, Sigrun K. Kristiansen – Ansy Sevdal■, Birna T. Johannesen,
Íðunn Magnussen – Margunn Lindholm