Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-08-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. august 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 31. august 2015 · Nr. 99 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Um vikuskiftið vóru steypafinalurnar í fótbólti. Talan var um sjey steypafinalur frá U14 til tey vaksnu. Í altjóða góðkendum umstøðum frammanfyri fleiri hundrað áskoðarum, sloppu sjálvt tey yngstu at uppliva, hvussu tað er at spæla eina ordiliga steypafinalu. Her verður ikki spart upp á nakað og miðlarnir eru við frá byrjan til enda. Til sjálva finaluna um Løgmanssteypið vóru yvir 3.300 áskoðarar. Útgjørdir við máling, trummum og øðrum. Hetta kenna vit eisini frá steypafinalunum í hondbólti og flogbólti. Hetta er tann eini dagurin, tá heilar bygdir fara frá húsinum fyri at stuðla sínum felagi. Tað ger eisini, at sjálvur dysturin verður spældur á hægri stigi enn vanligir dystir. Her er ongin dagurin í morgin, tí gullið verður lutað burtur, tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð. Tað sæst aftur heilt niður til tey yngstu, sum spæla fyri lívinum. Gleðin, tá mál verða skotin, sigur eisini sína søgu. Somuleiðis kunnu øll, sum sita heima, fylgja við í sjónvarpinum og útvarpinum, meðan heimasíðurnar tykjast fylgja væl við. Hetta er ein ítróttaruppliving, sum savnar alt Føroyar um eina ítróttargrein í eitt vikuskifti. Samstundis sum steypafinalurnar í fótbólti vóru um vikuskiftið, er FM í frælsum á Tórsbreyt. Um onkur ikki fortaldi mær tað, so hevði eg ikki vita av tí. ÍSF hevur í seinastuni lagt fram uppskot um at fáa hækkað stuðulin frá landinum. Millum annað skal frælsur ítróttur fáa betri sømdir. Fyrsta uppgávan verður at promovera ítróttin betri. Her verður neyðugt at hyggja eftir steypafinaluvikuskiftunum hjá fótbóltinum, hondbóltinum og flogbóltinum. Eitt er stóra arbeiði, ið liggur aftanfyri at venja og fyrireika, men PR parturin liggur tiverri eftir. Tað er eisini okkara uppgáva sum miðil, at dekka slíkar hendingar, men í løtuni er ongin ivi at valið fellur á steypafinaluna hvørja ferð. Eg síggi at tilfeingið er vaksandi, so her nokk at tríva í. FM í frælsum ítrótti eigur eisini at verða ein stórhending í føroyskum ítrótti. Tað er tað ikki í løtuni, men møguleikarnir eru heilt víst har. tondur@sosialurin.fo Steypa­ finalurnar vinna á øllum www.vikingur.fo: Allir menn gjørdu sítt, áskoðarar og fjepparar tað sama, so enn einaferð blástu vit vespurnar út í Runavíkina. www.hb.fo: Tað var stong út hjá okkum og stong inn hjá gestunum, so hóast tað fyri tað mesta sá betur út hjá okkum, so stóðu vit eftir við ongum, tá dysturin varð avblástur. www.b36.fo: Loksins eydnaðist mótstøðuliðnum at skora móti okkum. Men tá bæði Andrias og Høgni eisini dugdu at søkja mótstøðumálið, var skaðin rættiliga avmarkaður. www.ab.fo: Vit kunnu siga um dystin sum heild, at vit stríddust meira og spældi klókt, so tað var ílagið at vit vunnu. www.nordlysid.fo: Um KÍ undirmetti AB ella um talan bara var um ein óvanliga vánaligan kollektivan dag er trupult at meta um, men í øllum førum var talan um ársins vánaligasta avrik á heimavølli hjá KÍ www.svimjing.fo: Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið kappast varð í 200 metra frísvimjing, á HeimMeistarastevnuni fyri Juniorar 2015 í Singapore. Ítróttar klumman Tróndur Arge Víkingur hóttir HB metið heimasíðurnar skriva... Nýggja stórliðið í steypakappingini restar bara eitt ár í at leggja seg upp á síðuna á HB, sum hevur vunnið steypakappingina fimm ferðir á rað Jóannes Hansen Víkingur vann leygarkvøldið steypakappingina fyri fimtu ferð. Fyrsti finalusigurin var í 2009, og sigurin hesaferð var tann fjórði upp í slag. Víking­ur hevur vunnið 2012, 2013, 2014 og aftur í 2015. HB er framvegis tað felag­ ið, sum hevur vunnið nógv flestar steypafinalur, og HB er tað felagið, sum hevur vunn­ið steypakappingina oftast á rað. Metið er fimm ferðir, sum var í tíðar­skeið­ num 1978-1982. Síðani tað í 1989 varð farið undir at kappast um løg­ mans­steypið hevur eingin megnað at vunnið tað fleiri enn tvær ferðir á rað – uttan Víkingur, sum leygarkvøldið við sannførandi 3-1 sigri á NSÍ vann fjórða árið á rað. Ovurfegni Víkinga venj­ arin Sigfríður Clementsen er ikki í iva um, hvør orsøkin er til, at hansara lið stendur seg so væl í alt avgerandi dystum: – Spælararnir hava nógv­ ar royndir. Teir vita, at tað kann kosta sigurin, um teir gera mistøk. Tí gera teir ikki so at siga ikki mistøk, og teir eru góðir at sekta tað, tá ið mót­støðu­menninir gera mistøk. Fimm spælarar hava verið við í øllum fimm finalu­sigrunum hjá Víkingi – 2009, 2012, 2013, 2014 og 2015. Teir eru Geza Turi, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen og Sølvi Vatnhamar. joannes@sosialurin.fo 1955 . . . . . . . . . . . . . . HB 1956 . . . . . . . . . . . . . . TB 1957 . . . . . . . . . . . . . . HB 1958 . . . . . . . . . . . . . . TB 1959 . . . . . . . . . . . . . . HB 1960 . . . . . . . . . . . . . . TB 1961 . . . . . . . . . . . . . . TB 1962 . . . . . . . . . . . . . . HB 1963 . . . . . . . . . . . . . . HB 1964 . . . . . . . . . . . . . . HB 1965 . . . . . . . . . . . . . B36 1966 . . . . . . . . . . . . . . KÍ 1967 . . . . . . . . . . . . . . KÍ 1968 . . . . . . . . . . . . . . HB 1969 . . . . . . . . . . . . . . HB 1970 . . . . . . . . . . strikað 1971 . . . . . . . . . . . . . . HB 1972 . . . . . . . . . . . . . . HB 1973 . . . . . . . . . . . . . . HB 1974 . . . . . . . . . . . . . . VB 1975 . . . . . . . . . . . . . . HB 1976 . . . . . . . . . . . . . . HB 1977 . . . . . . . . . . . . . . TB 1978 . . . . . . . . . . . . . . HB 1979 . . . . . . . . . . . . . . HB 1980 . . . . . . . . . . . . . . HB 1981 . . . . . . . . . . . . . . HB 1982 . . . . . . . . . . . . . . HB 1983 . . . . . . . . . . . . . . GÍ 1984 . . . . . . . . . . . . . . HB 1985 . . . . . . . . . . . . . . GÍ 1986 . . . . . . . . . . . . . NSÍ 1987 . . . . . . . . . . . . . . HB 1988 . . . . . . . . . . . . . . HB 1989 . . . . . . . . . . . . . . HB 1990 . . . . . . . . . . . . . . KÍ 1991 . . . . . . . . . . . . . B36 1992 . . . . . . . . . . . . . . HB 1993 . . . . . . . . . . . . . B71 1994 . . . . . . . . . . . . . . KÍ 1995 . . . . . . . . . . . . . . HB 1996 . . . . . . . . . . . . . . GÍ 1997 . . . . . . . . . . . . . . GÍ 1998 . . . . . . . . . . . . . . HB 1999 . . . . . . . . . . . . . . KÍ 2000 . . . . . . . . . . . . . . GÍ 2001 . . . . . . . . . . . . . B36 2002 . . . . . . . . . . . . . NSÍ 2003 . . . . . . . . . . . . . B36 2004 . . . . . . . . . . . . . . HB 2005 . . . . . . . . . . . . . . GÍ 2006 . . . . . . . . . . . . . B36 2007 . . . . . EB/Streymur 2008 . . . . . EB/Streymur 2009 . . . . . . . . . Víkingur 2010 . . . . . EB/Streymur 2011 . . . . . EB/Streymur 2012 . . . . . . . . . Víkingur 2013 . . . . . . . . . Víkingur 2014 . . . . . . . . . Víkingur 2015 . . . . . . . . . Víkingur Løgmansteypið 1989-2015 Ísafjarðarbikarið og súlurnar 1955-1988 Mynd: Álvur Haraldsen