týsdagur 1. september 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Eftir stívliga trý áratíggju í politikki, hvørvur eitt kent andlit úr politiska
meldrinum. Navnið hjá Bjarna Djurholm stóð ikki á atkvøðuseðlunum í gjár
Lívið er
annað enn
politikkur
Bjarni Djurholm
Danjal av Rana
Hann sat fyrstu ferð á tingi
í 1987, sum varamaður fyri
Óla Breckmann, og gjørdist
fastur varamaður í 1991, tá
Jógvan Sundstein fór í lands
stýrið. Í 1994 varð hann fyrstu
ferð valdur á ting. Í 2000 til
2008 var hann landsstýris
maður. Hann hevur verið
formaður í fíggjarnevndini,
sitið í formansskapi løgtings
ins, verið formaður í menta
narnevndini og annars sitið
í vinnunevndini og uttan
landsnevndini.
Nú er tó liðugt við øllum
hesum.
– Eg setti mær fyri, fyri
trimum árum
síðani,
at
hetta gjørdist mítt seinasta
valskeið. Sum so mong onn
ur, so eldist eg eisini, og eg
helt, at tíðin var komin at
venda eygunum heimeftir.
Politikkurin er soleiðis í síni
veru, at hann yvirtekur ger
andisdagin og títt heimliga
lív. Tú gerst ein politisk vera.
Nú eri eg komin til ta niður
støðu, at lívið hevur annað
at bjóða enn politikk. Eg eigi
fleiri børn og havi nú eisini
abbabørn, og ætli eg mær
nú at njóta tíðina saman
við teimum. Eg havi enn ov
nógvan áhuga fyri politikki,
men míni nærmastu fegnast
um, at eg nú vendi eygunum
aðrastaðni,
sigur
Bjarni
Djurholm.
Hann greiðir frá, at alt
byrjaði í Kollafirði. Upp
voksin
í
kalda
krígnum
og
stríðnum
millum
frælsa
vesturheimin
og
kommunistisku
londini
handan jarntjaldið, byrjaði
Bjarni Djurholm tíðliga at
taka støðu til samfelags
viðurskifti.
– Eg var tannáringur í
70’unum og fylgdi væl við,
hvat fyrifórst um okkum,
stríðið millum kapitalismuna
og sosialismuna. Eg haldi tí,
at kimin til mítt politiska
lív liggur longur afturi. Á
onkran hátt er politikkurin
íborin, at longu frá tú ert
smádrongur, hevur tú áhuga
í politikki. Soleiðis var eisini
hjá mær. So langt aftur eg
minnist, havi eg lurtað eftir
orðaskifti í politikki, greiðir
hann frá.
Politikkur er kenslur
Tað tók ikki langa tíð, áðrenn
Bjarni
Djurholm
gjørdist
aktivur í Fólkaflokkinum,
eftir at hann var fluttur til
Havnar sum 16 ára gamal,
og longu árið eftir var hann
sín fyrsta uttanlandstúr fyri
Fólkaflokkin, á ráðstevnu í
Íslandi. Hann gjørdist for
maður
í
ungmannafelagi
floksins, sum tá æt Viljin og
var virkin í politiska kjak
inum.
– Vit vardu tey sjónarmið,
vit trúðu á og hildu vera røtt.
Eg haldi, at politikkur hev
ur nógv við kenslur at gera,
kanska enntá mest við kensl
ur at gera. Vit seta orð á okk
ara kenslur gjøgnum okkara
politisku sannføring, sigur
Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm sigur,
at hóast tey eru mong, sum
hava politiskar meiningar, so
er tað ikki tað sama, sum at
gerast dugnaligur politikk
ari.
– Politikkur er eitt hand
verk. Hóast nógv hava eina
meining um politikk, so
krevst meiri enn tað, fyri at
vera ein dugnaligur politikk
ari. Á sama hátt sum tú kanst
vera ein góður ella ringur
húsasmiður
ella
bakari,
kanst tú vera ein dugnaligur
ella
minni
dugnaligur
politikkari, tí politikkurin
er eitt handverk. Fyri at
gerast ein góður politikkari
krevst millum annað evni
at gjøgnumskoða politikk
og taktisk skil, sigur Bjari
Djurholm.
Bankamálið
er tað størsta
Hann hevur sum vera man
verið við í nógvum politisk
um viðgerðum hesi mongu
árini og nógv politisk mál er
avgreidd, men tó eru nøkur,
sum hann minnist serliga
væl.
Politikkurin er so
leiðis í síni veru, at hann
yvirtekur gerandisdagin
og títt heimliga lív. Tú
gerst ein politisk vera
– Tað hevur verið sera spennandi at skipa fyri Nám X. Mong
av hesum ungu vita ikki, hvat tey ætla sær, og tí kann hetta
árið millum fólkaskúlan og miðnámsskúlan gera teimum gott
– Eg setti mær fyri, fyri trimum árum síðani, at hetta
gjørdist mítt seinasta valskeið. Sum so mong onn
ur, so eldist eg eisini, og eg helt, at tíðin var komin at
venda eygunum heimeftir, sigur Bjarni Djurholm
Myndir: Álvur Haraldsen