týsdagur 1. september 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100
meldurin
Sosialurin
– Tað málið, sum eg eri
mest errin av, er uttan iva
bankamálið. Eg legði fram
uppskot um at kanna yvir
tøkuna av Føroya banka 8.
desembur 1994, og málið var
samtykt árið eftir. Síðani
varð eg annar av eygleiðar
unum,
meðan
Grønborg-
rapportin varð gjørd, sum
fyrilá í 1998. Eg visti, at hetta
fór at geva eitt álvasligt
politiskt
afturljóð.
Endin
var, at landskassin fekk
eftirgivið eina milliard av
skuld og niðurfryst 500
milliónir afturat. Hetta var
ein kærkomin saltvatnsinn
spræning í landskassan eftir
truplu árini í 1990’unum,
greiðir Bjarni Djurholm frá.
– Samstundis fekk eg upp
í lag eina greining av pen
ingarenslinum millum Før
oyar og Danmark hesi árini,
sum greiddi frá, hvussu
pengarnir stroyma millum
londini.
Uppgerðin
vísti,
at vit eru eitt gott aktiv í
danska búskapinum. Hon
er sjálvandi gomul nú, men
burdi blivið dagførd, sigur
Bjarni Djurholm.
Av
øðrum
avrikum
nevnir hann avtaluna um
nýggjan Smyril, um undir
sjóvartunlarnar báðar og
yvirtøkuna av flogvøllinum.
Hann nevnir eisini føroysku
reglugerðirnar um aling, sum
varð samtykt í 2001.
– Føroysku reglugerðirnar
løgdu grundarlagið undir
tí sólskinssøguni, sum ali
vinnan er í dag. Vit hava
strangastu krøv í heiminum,
men eisini bestu alivinnuna
í heminum, sigur Bjarni
Djurholm.
Avrikaði ikki alt
Bjarni Djurholm er eisin
fegin um at síggja, at eitt av
hansara hjartabørnum aftur
nú fær pláss í valstríðnum.
– Tað var í 2001, at vit sam
tyktu at skipa fyri eini barns
burðarskipan fyri privatar
arbeiðstakarar.
Endamálið
hjá okkum var altíð, at ein
skuldi fáa løn í eitt ár, og vón
andi náa vit nú á mál, sigur
hann.
Eitt mál er tó, sum Bjarni
Djurholm iðrar seg um, at
hann ikki megnaði at gera til
veruleika.
– Í trý, fýra ár arbeiddu vit
við at skipa eina granskara
lund við biotøkni. Hetta
skuldi vera eitt samstarv við
Fróðskaparsetrið, Havstov
una, Heilsufrøðiligu Starvs
stovuna
og
Landssjúkra
húsið. Tórshavnar kommuna
hevði skipað fyri arkitekta
kapping
og
bygningurin
skuldi byggjast á Debesar
trøð. Trý professorat skuldu
knýtast at lundini. Upp
skotið varð lagt fyri løgting
ið í septembur 2007 og tað
var góð undirtøka fyri upp
skotinum í Vinnunevndini.
Granskingarlundin
hevði
verið samtykt, um løgmaður
ikki hevði útskrivað val 14
dagar áðrenn tíð, men hon
datt niðurfyri, og uppskotið
varð aldrin tikið upp aftur.
Hendan lundin hevði ført
Føroyar langt fram á leið,
sigur hann.
Aftur í skúlan
Nú broytist gerandisdagurin
so og Bjarni Djurholm fer
aftur í fulltíðar starv sítt í
Eysturskúlanum. Hann hev
ur havt eitt hálvtíðarstarv
har og hevur millum annað
tikist við at skipa Nám X í
Tórshavnar kommunu.
– Tað hevur verið sera
spennandi at skipa fyri Nám
X. Mong av hesum ungu vita
ikki, hvat tey ætla sær, og
tí kann hetta árið millum
fólkaskúlan og miðnáms
skúlan gera teimum gott.
Á ein hátt er hetta eitt gott
alternativ til at fara til Dan
markar á eftirskúla. Vit fingu
í uppgávu at skipa árið, sum
eitt øðrvísi skúlaár, og hesa
uppgávuni fara vit at halda
á við, sigur Bjarni Djurholm,
sum eisini er nevndarfor
maður
í
byggifyritøkuni
Bulur.
Hann hevur eitt ynski til
komandi løgtingið og tað er,
at fáa viðurskiftini við Dan
mark avklárað.
– Tað hevði klætt løgting
inum, at fingið hetta málið
avgreitt nú. Sjálvur haldi
eg, at ein ríkjafelagsskapur
hevði verið eitt gott boð, har
vit kunnu virka í fullum sam
ljóðið við danir, men annars
hava ábyrgd av tí, vit vilja.
Hetta hevði loyvt okkum
at komu burtur úr hesum
afturvendandi keglinum, um
hvønn veg vit fara framyvir,
sigur Bjarni Djurholm, sum
eisini hevur ta fatan, at hetta
er tann loysnin, danskir
politikkarar
helst
kundu
hugsa sær.
27 ár eftir, at hann helt
fyrstu røðuna í løgtinginum,
takkar Bjarni Djurholm fyri
seg.
danjal@sosialurin.fo
Hóast nógv hava eina
meining um politikk, so
krevst meiri enn tað, fyri
at vera ein dugnaligur
politikkari