Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. september 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fuglafjarðar Kommuna Starvið Leiðarin hevur ábyrgdina av menningini og samstarvinum á mentanarøkinum í Fuglafjarðar kommunu. Leiðarin skal tryggja, at Fuglafjarðar kommuna verður lýst sum ein spennandi, nýskapandi og mentanarrík kommuna at búleikast í og at vitja. Harumframt skal leiðarin tryggja, at ferðafólk, borgarar, vinna og áhugabólkar fáa best møguliga tænastu, og at tænasturnar á mentanarøkinum støðugt verða mentar í eftir tørvi. Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a. at: · vera leiðari fyri mentanartoyminum í Fuglafjarðar kommunu og tryggja, at toymið er vælvirkandi og tekur neyðugar avgerðir. · vera bindilið millum mentamálanevndina, kommunustjóran, starvsfólk, borgarar, vinnulív, eldsálir og aðrar áhugabólkar innan mentanarøkið. · ráðgeva mentamálanevndini, kommunustjóranum o.ø. og vegleiða í spurningum innan mentanarøkið. · vera skrivari í mentamálanevndini. · hava ábyrgdina av at gera fíggjarætlanir fyri mentanarøkði og tryggja, at tær verða hildnar ígjøgnum eina skilagóða raðfesting og stýring. · fremja skilagott og samskapandi samstarv og samskifti við allar viðkomandi partar, soleiðis at øll kenna seg væl og kenna eigaraskap. · ganga á odda, soleiðis at Fuglafjarðar kommuna frameftir verður í fremstu røð innan útboð av fjøltáttaðum mentanartilboðum í føroyska samfelagnum. · hava innihaldsligu ábyrgdina av heimasíðu kommununar og at samskipa allar kommunalar lýsingar. Førleikakrøv Vit vænta okkum, at tú m.a.: · hevur evni at leiða, hevur leiðsluroyndir og viðkomandi útbúgving. · við tíni persónligheit skapar góðan trivna og mennir starvsfólk og samstarvspartar. · hevur fyrisitingarligar royndir og dugir væl at bera tíni sjónarmið fram bæði í skrift og talu. · ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva. · ert sjónlig/ur í Fuglafjarðar kommunu og samstundis visioner/ur, kveikjandi og fevnandi. · dugir at útveita, seta fólk, tiltøk og verkætlanir í gongd og samstundis hevur fingurin á pulsinum við at taka eina hond í og ert praktisk/ur og atkomulig/ur. · ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og góð evni taka avgerðir, raðfesta og fremja ætlanir í verki. · hevur góð samskiftisevni í skrift og talu. · hevur áhuga í at arbeiða við menning í eini politiskari skipan. Setanar- og lønartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi fakfelag. Næsti fyrisetti er kommunustjórin, og tann ið sett/ur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum bæði í starvsinnihaldi og vavi. Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Jákup Frants Larsen, kommunustjóra á tlf.: 668000 ella senda ein teldupost til: jakupl@fuglafjordur.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu: www.fuglafjordur.fo. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til: Fuglafjarðar kommunu Ennivegur 38 FO-530 Fuglafjørður og sendast við telduposti til: jakupl@fuglafjordur.fo. Umsóknin skal verða Fuglafjarðar kommnu í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. september 2015 kl. 12:00. Ætlanin er, at starvið verður sett frá 1. november 2015 ella eftir nærri avtalu. Leiðari til mentanarøkið Vit sóknast eftir einum kveikjandi, virknum og samskapandi leiðara at standa á odda fyri mentanarøkinum í Fuglafjarðar kommunu. Fuglafjørður, tann 27.august 2015 FuglaFjarðar býráð Mentanarøkið í Fuglafjarðar kommunu er fjøltáttað og fevnir m.a. um bókasavn, onnur søvn, kunningarstovu, kvøldskúla, mentanarhús og musikkskúla. Harumframt eru skúli, vinnulív, ítróttarfeløg og aðrir áhugabólkar eisini knýttir at mentanarlívinum í Fuglafirði. Starvsstaður: Arbeiði umfatar fysioterapeutiskar uppgávur í øllum økinum hjá Heima- tænastuni í VEKS. Ein týðandi uppgá- va er rehabilitering og fyribyrgjandi venjing (bólkar og einstaklingar); á teimum 3 heimunum, umframt úti hjá tí einstaka borgaranum. Førleikakrøv: Útbúgving og góðkenning sum Fys- ioterapeutur. Áhuga fyri at dagføra fakliga førleikan innan terapeutiska øki. Setanar- og lønarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya. Starvs- brøkurin er 1,0. Nærri fæst at vita við at hyggja inn á heimasíðu okkara www.veks.fo og- ella við at venda sær til: Hr. Niels A. Joensen, leiðara fyri Heimatænatuna í VEKS, tlf. 260552 Fr. Miu Pedersen, leiðari VEKS Vestur (økið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu), tlf. 793231 Fr. Kristb- jørg Toftegaard, leiðari VEKS Eystur (økið í Sunda- og Eiðis Kommunu), tlf. 793251 Starvið ynskist sett skjótast tilber, eftir nærri avtalu. Umsókn: Skrivlig umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til: Heimatænastan í VEKS C/ Hr. Niels A. Joensen Postboks 118 355 Vestmanna Teldupostur niels@veks.fo Umsóknarfreist 18. september 2015 VEKS Fysioterapeutur til Heima- tænastuna í VEKS søkir HEiMATæNASTAN í VEKS Er EiTT KoMMuNAlT SAMSTArV iNNAN EldrAøKið íMilluM VESTMANNA- , EiðiS- , KVíVíKAr og SuNdA KoMMuNu.