týsdagur 1. september 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Móttøka
Í sambandi við at Jóhanna á Bergi tekur við sum nýggjur stjóri og Jørgen Holme gevst sum stjóri,
verður móttøka á skrivstovu okkara á Vága Floghavn
fríggjadagin 4. september 2015 millum kl. 10:00 - 12:00
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Stjóri til Granskingarráðið
Bryggjubakki 12 · Postmoga 259 · 110 Tórshavn · Tel. +298 567800 · www.gransking.fo · gransking@gransking.fo
Løgtingslóg nr. 85 frá 15. mai
2001 við seinni broytingum er lóg
um gransking í Føroyum, ið skipar
Granskingargrunnin og Føroya
Vísindaráð.
Granskingargrunnurin er sjálv
støðugur stovnur, sum hevur til
endamáls at stuðla gransking.
Grunnurin fær árliga játtan á
fíggjarlógini og kann taka ímóti
stuðli frá øðrum.
Granskingarnevndin hevur ovastu
leiðsluna í Granskingargrunninum.
Hon hevur 7 limir, ið eru valdir av
landsstýrinum og pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum. Stjórin situr
fyri virkseminum og hevur ábyrgd
av, at virksemi grunsins verður
rikið sambært galdandi reglum.
Stjórin í Granskingarráðnum er
skrivari hjá Føroya Vísindaráð.
Granskingarráðið veitir ráðgeving
um Horizon 2020, sum er gransk
ingarskráin hjá ES fyri tíðarskeiðið
2014 2020.
Granskingarráðið
Granskingarráðið er stovnur undir Menta mála
ráðnum, sum umsitur Granskingar grunnin, ið
veitir stuðul til granskingar verkætlanir.
Ábyrgdarøkið hjá Granskingarráðnum fevnir
eisini um ráðgeving og kunningartænastu í
sambandi við granskingarsamstarvið Horizon
2020 og EURAXESS tænastuna. Harafturat
luttekur Granskingarráðið vegna Føroyar í
øðrum altjóða samstarvi.
Granskingarráðið ráðgevur landsstýri og vinnu
í granskingarpolitiskum spurningum.
Eisini hevur Granskingarráðið umfatandi
kunningar virksemi um gransking og
granskingarúrslit, m.a. við gransking.fo,
tíðinda brævi og árliga tiltakinum Vísindavøka.
Á skrivstovuni starvast umframt stjóran,
ein samskipari og eitt parttíðarsett skriv
stovufólk. Harumframt eru starvsfólk knýtt
at Granskingarráðnum at røkja uppgávur í
sambandi við Horizon 2020 og EURAXESS.
Starvið
Søkt verður eftir stjóra:
• at fyrisita Granskingargrunnin í samstarvi
við Granskingarnevndina
• at luttaka í altjóða samstarvi
• at kveikja og miðla føroyska gransking og
granskingarúrslit
• at ráðgeva og vera bindilið millum gransk
arar, granskingarstovnar, vinnu, almennu
fyrisitingina og politisku skipanina
• at tryggja, at játtanin til stovnin verður
nýtt á fullgóðan hátt og at virksemi
stovnsins verður hildið á einum høgum
fakligum stigi.
Førleikar
Umsøkjari skal hava viðkomandi hægri út
búgving frá lærdum háskúla.
Vit vænta, at tann sum søkir, hevur innlit
í strategiska týdningin av gransking í sam
felagnum og evni at samstarva breitt og
byggja netverk. Eisini hevur tað týdning
at umsøkjarin hevur evni at sjónliggera og
miðla gransking í føroyska samfelagnum.
Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur leiðslu
royndir frá almenna og/ella privata arbeiðs
marknaðinum.
Setanar- og lønartreytir
Søkt verður eftir stjóra at byrja 1. desember
2015. Starvið verður nú sett sum fast starv
og er flokkað í 37. lønarflokki hjá Tænastu
manna felagnum, tó uttan at vera tænastu
mannastarv.
Ætlanir eru um at broyta lóg um gransking
í næstum og starvsviðurskiftini kunnu vera
broytt í hesum sambandi. Stjórin skal tí tola
broytingar í starvinum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Guðrið Andorsdóttir á telefon
591020.
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu
sendast til Guðrið Andorsdóttir, forkvinnu,
við telduposti til gudrid@biobank.gov.fo
Umsóknarfreistin er 5. oktober 2015.