týsdagur 1. september 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. september 2015 · Nr. 100
20
Sosialurin
www.landshandilin.fo
Akranesgøta 11 · Tórshavn · tlf 311385
Hettan er stoypt úr aluminium. Tilfarið rustar
ikki.
Hettan, sum verður fest niður á kaminuna
við patentlásum, er løtt at førka til viks hjá
skorsteinssóparanum.
Hettan er sniðgivin soleiðis, at hon sendir
hitageislingarnar frá fýrinum niður aftur
í kaminuna. Hetta gevur betri trekk og
orkusparing.
Hettan forðar fyri, at ov nógv vatn setir niður
í kaminuna. Eisini brýtur hon vindin og minkar
tí um vandan fyri, at tað slær niður.
Hettan er føst og gevur tí ongan gang.
Mát: Uttan: 540 x 540 mm
Innan: 480 x 480 mm
Holið: 275 mm diam.
Loysnin tiL
skorsteinin
Sosialráðgevi til Barna
verndar tænastuna við
Skálafjørðin
Eitt fulltíðarstarv sum sosialráðgevi í Eysturoyar
barnaverndartænastu er leyst at søkja til setan
skjótast gjørligt.
Um Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin
Barnaverndartænastan fevnir um Nes-, Sjóvar- og
Runavíkar kommunu. Umsitingarliga er tænastan
eind undir Sosialu deild hjá Runavíkar kommunu.
Uppgávan hjá barnaverndartænastuni er at
tryggja børnum, ið liva undir viðurskiftum, ið
kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga
hjálp og umsorgan.
Starvið
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðara,
sosialráðgeva og ráðgeva í tænastuni, at taka
tær av einum fjøltáttaðum øki við málsviðgerð,
ráðgeving og øðrum uppgávum, sum
barnaverndartænastan tekur sær av.
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
• at fyrireika mál til nevndarviðgerð
• at ráðgeva og vegleiða barna- og
ungdómsfamiljum við sosialum avbjóðingum
• at ráðgeva barnaverndarnevndini
• at seta í verk og fylgja við íverksettum
fyriskipanum
• at virka sum samskipari í málum har fleiri
myndugleikar eru við
• at samstarva tvørfakliga
• at arbeiða fyribyrgjandi í samstarvi við
fakpersónar og stovnar á barna- og
ungdómsøkinum
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
• er útbúgvin sosialráðgevi
• hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar
viðkomandi royndir
• hevur áhuga og evni at arbeiða við barna og
ungdómsfamiljum við serligum tørvi
• megnar at vera nágreiniligur og samstundis
hava nógvar bóltar í luftini
• hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
• hevur góðan telduførleika
Vit bjóða tær
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum og
góðum møgulleika fyri førleikamenning.
Setanarviðurskifti
Starvið, sum er fulltíðarstarv, verður sett
sambært sáttmála millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.
Fleiri upplýsingar
Fáast við at venda sær til Jákup Foldbo,
sosialdeildarleiðara á telefon 417000.
Søk starvið
Við at senda okkum eina umsókn í seinasta lagi
mánadagin.mikudagin 16.09.2015
Umsóknin skal sendast til:
Runavíkar kommunu
Heiðavegur 26
Postboks 139
FO-600 Saltangará
runavik@runavik.fo
Námsfrøðingur
til Sóljugarð
Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingi
til Sóljugarð, at byrja 1. Oktober.
Talan er um fulltíðarstarv, við møguleika
fyri at arbeiða niðursetta tíð.
Meiri fast at vita á okkara heimasíðu
www.soljugardur.fo . Eisini ber til at venda
sær til Helenu Skarðenni, leiðara á tlf.
794456 ella 344450.
Umsóknir, saman prógvum, royndum og
viðmælum, skulu vera Vága kommunu,
Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur,
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
11. september 2015, kl. 12.00
Viðmerk á brævbjávan: “Umsókn”.
Um námsfrøðingur ikki søkir verða
hjálparfólk fyribils sett.
Sóljugarður